hósdagur 14. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 14. desember 2006
inum
forsmáa, sigur Hans Pauli
Purkhús.
Prísurin í lagi
Eins og vanlig hevur verið,
vóru teir eisini tveir mans
við Brattaskor, tá teir løgdu
veiðuna upp á Kósini á mid
degi í gjár.
Skipanin
er
kortini
soleiðis, at teir altíð hava
ein mann í landi, sum stend
ur fyri egningini.
Hesir tríggir kunnu bara
fegnast um, at tað hevur
gingist rættiliga væl við
fiskiskapinum í vetur – og
prísinum!
- Tað er altíð gott, tá
fiskaprísurin er góður. Tað
hjálpir sjálvandi væl til,
sigur Hans Pauli.
Altíð leypa avstað
Tá teir løgdu veiðuna upp á
Kósini á middegi í gjár var
dýrdarveður. Men tað fór
tað neyvan at verða allan
dagin.
Veðurforsøgnin boðaði
frá nógvum vindi um kvøld
ið – ikki bara nógvum
vindi, men hvirlum heilt
upp í ódnarstyrki.
- Nei, vit fara so ongan
veg í kvøld undir slíkum
viðurskiftum.
- Men kanska onkur av
teim størru bátunum fara.
Nei, eg veit ikki rættiliga
um nakar fer avstað, sigur
Hans Pauli.
Ætlanin er tó at leggja frá
landi onkran túr aftrat fyri
jólahøgtíðina.
Streymurin er framvegis
við
útróðrarmonnunum,
og kemur í roynd og veru
ikki í hæddina aftur fyrrenn
tollaksmessudag
Teir ætla sær avstað so
skjótt sum líkindi verða
aftur.
Tað er helst so sum Hans
Pauli tekur til:
- Vit eru bara tveir mans
við. So ein kann bera skjótt
at, um vit ætla okkum til
útróðrar.
- Tað er ikki tað sama aftur
um talan var um ein størri
bát við seks monnum. Vit
kunnu altíð leypa avstað!
”
Tað er altíð gott, tá
fiskaprísurin er góður. Tað
hjálpir sjálvandi væl til
Dýrdarveður var í Klaksvík á middegi í gjár, tá Brattaskor legði veiðuna upp. Seinni varð kortini
boðað frá verri veðri
Tummas Andreasen kann fegnast um ta stóru veiðuna henda seinasta túrin
- At fiskaprísurin er høgur ger arbeiðið hugaligt, sigur Hans Pauli Purkhús
beiði sínum, tí onkur vil frætta, hvussu nógv teir fingu henda seinasta túrin
tíðindi
29