hósdagur 14. desember 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 242 - 14. desember 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
– Tann kongresslimur, sum váðar sær at vera líka jaligur
mótvegis palestinum sum Ísrael, fremur politiskt sjálvmorð
Jimmy Carter
Stutt sagt
Tømt
hópgrøv
Serfrøðingar hava nú tikið
leivdirnar av 277 fólkum
upp úr einari hópgrøv har
norðuri í Bosnia. Murat
Hurtic, sum hevur staðið
fyri arbeiðinum, sigur við
AP, at fólkini vórðu fyrst
jarðað eina aðrastaðni,
og seinni vórðu líkini
grivin uppaftur og flutt
í hópgrøvina. Hesa fram
ferð brúktu serbarnir fleiri
ferðir í borgarakrígnum í
Bosnia í einari roynd at
fjala síni brotsverk. Nú
skulu
DNA-kanningar
staðfesta,
hvørji
tey
myrdu í hópgrøvini eru,
og aftan á verða tey latin
teimum avvarðandi.
Burturi
í 24 ár
Í 1982 burturflutti ein
hermaður í El Salvador
eina fýra ára gamla smá
gentu, men nú er gentan
komin afturíaftur. Mamm
an, Maura Contreras,
hevur leitað eftir dóttur
síni og tveimum øðrum
børnum, sum eisini vórðu
burturflutt undir borg
arakrígnum, sum herjaði
El Salvador frá 1980 til
1992. Við hjálp frá einum
felagsskapi hevur hon
nú funnið dóttur sína aft
ur, men tað var eitt dul
nevnt bræv frá einum
hermanni, sum leiddi
felagsskapin til gentuna.
Myndugleikarnir í El
Salvador siga, at umleið
700 børn vórðu burturflutt
undir borgarakrígnum, og
at stjórnarhermenn burtur
fluttu tey flestu.
Kalla Putin
upp
Russiski forsetin, Vladi
mir
Putin,
er
nógv
avhildin í heimlandinum.
Nógvar russiskar kvinnur
halda forsetan vera sera
tekkiligan, og nógvir russ
iskir menn royna at ganga
í somu litríku klæðum
sum forsetin. Fleiri russisk
foreldur velja eisini at
doypa synirnar Vladimir
eftir forsetanum, alt fleiri
barrir bera navn hansara,
og fleiri tónleikabólkar
gera løg um hann.
útlond
- Ísraelska framferðin
ímóti palestinska
fólkinum er verri
enn apartheid
var í Suðurafrika,
skrivar fyrrverandi
amerikanski forsetin
Jimmy Carter í
nýggjari bók
Jimmy Carter, sum fekk
Nobel-friðarheiðurslønina
fyri at hava fingið í lag
friðaravtaluna millum Ísra
el og Egyptaland, er rætti
liga komin í eldin, nú hann
hevur givið út bók um
viðurskiftini í Miðeystri.
Bókin ”Palestine. Peace
not Apartheid” hevur fleiri
hvassorðaðar atfinningar
at bæði palestinum og ísra
elsmonnum, men tað er
einki at taka seg aftur í,
at atfinningarnar at Ísrael
eru tær hvassastu. Millum
annað skrivar tann gamli
forsetin, at Ísrael hevur
sett í verk apartheid-skip
anir ímóti muslimum og
kristnum.
Jimmy Carter vil vera við,
at bólkar, sum eru vinarliga
sinnaðir mótvegis Ísrael,
hava sera stóra ávirkan á
amerikanskan politikk, og
at eingin amerikanskur
politikari verður valdur,
um hann ikki styðjar Ísrael
meiri enn palestinararnar.
- Tann kongresslimur,
sum javnsetir Ísrael og
Palestina, fremur politiskt
sjálvmorð, skrivar Carter.
Jødisku felagsskapirnir
í USA eru í øðini á fyrr
verandi
forsetan,
men
Carter sýtir fyri at bakka
so mikið sum ein tumma.
Tvørturímóti herdi hann
orðalagið,
tá
ísraelska
útvarpið tosaði við hann nú
um dagarnar.
- Ísrael hersetir pale
stinskt øki langt inn á Vest
ara Áarbakka og hevur
gjørt ein veg til tær umleið
200
niðursetubygdirnar.
Men palestinar kunnu ikki
koyra eftir vegnum, og í
fleiri førum sleppa teir held
ur ikki at ganga tvørtur
um vegin. Tí er ísraelska
framferðin verri enn tann
apartheid-framferðin, sum
vit sóu í Suðurafrika, segði
Carter í samrøðuni.
Kenyanski presturin
sannførdi tær barn
leysu kvinnurnar um,
at tær vóru vorðnar
við barn við Jesu
hjálp
Bretska løgreglan tók í gjár
tann 54 ára gamla prest
in Gilbert Deya, eftir at
myndugleikarnir í Kenya
hava biðið um at fáa hann
útflýggjaðan.
Síðani hann kom til Bret
lands, hevur presturin skipað
samkomur í Birmingham,
Nottingham, Liverpool og
Manchester, har hann hevur
boðið sær til at hjálpa barn
leysum hjúnum at fáa børn
ígjøgnum
”kraftarinnar
bøn”.
Í heimlandinum er Gilbert
Deya skuldsettur fyri at
hava burturflutt minst tjúgu
børn. Myndugleikarnir siga,
børnini vórðu burturflutt
og seinni latin barnleysum
kvinnum, sum fult og fast
trúðu presti, tá hann greiddi
teimum frá, at hetta vóru
teirra børn. DNA-royndir
hava síðani prógvað, at
kvinnurnar blivu lumpaðar,
og tí vilja myndugleikarnir
í Kenya hava fatur á presti.
Ein av teimum lumpaðu
kvinnunum hevur greitt
bretsku myndugleikunum
frá, at hon fór til Kenya
í september í 2003 eftir
boðum frá Gilbert Deya.
Tíggju mánaðir seinni,
í juni í 2004, hevði hon
fingið trý børn. Kvinnan
greiddi frá, at hon fekk
fleiri sproytur, og at hon
var sannførd um, at hon var
við barn við Jesu hjálp.
Ísrael er
verri enn
Suðurafrika
Prestur stjól børnini
Nøkur av børnunum, sum Gilbert Deya, prestur, burturflutti og gav barnleysum hjúnum
Jimmy Carter leggur Ísrael
undir at brúka framferð, sum
er verri, enn apartheid var í
Suðurafrika.