hósdagur 14. desember 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 242 - 14. desember 2006 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Hvat tað er, sum vit ynskja okkara børnum? Fyrst og
fremst, so vilja vit hava, at tey skulu trívast«
Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari og nú eisini rithøvundur
Noreg vann enn ein
sannførandi sigur,
meðan Svøríki við
sigri í síðsta dystinum
kann tryggja sær
atgongumerki til
hálvfinaluna. Donsku
kvinnurnar hava bert
æruna at spæla fyri í
síðsta dystinum eftir
enn eitt tap
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Annað umfar í millum
spælinum bar aftur okkurt
óvæntað við sær, og nú
kunnu vertirnar úr Svøríki
tryggja sær pláss í hálv
finalunum við einum sigri í
síðsta dystinum ímóti Frak
landi.
Bæði Noreg og Russland
halda framvegis beinu kós
ini ímóti hálvfinalunum,
meðan Týskland aftur vann.
Eisini tær kunnu tryggja
sær pláss í hálvfinalunum
við sigri í síðsta dystinum.
Eingin steðgar Noreg
Noreg hevur verið landið,
sum hevur víst klárt besta
spælið higartil í kappingini.
Norsku leikararnir hava sett
mótstøðuliðini uppá pláss
eitt fyri og annað eftir, og í
gjár var aftur klassamunur,
tá Noreg møtti botnliðnum
í fyrsta millumbólki, Make
donia.
Norski venjarin, Marit
Breivik, kann ikki sigast at
mangla sjálvsálit. Hon valdi
nevniliga at byrja dystin
við einum sokallaðum eyka
liðið, tí eingin av leikar
unum, sum vanliga byrja
inni, vóru at finna í millum
tær fyrstu sjey.
Fyrstu løtuna megnaði
Makedonia eisini at fylgja
væl við, og eftir fyrsta kor
terið stóð á jøvnum millum
liðini. So valdi Noreg at
gera nakrar útskiftingar, og
so sást munurin í millum
liðini. Tá liðini fór til hálv
leiks var munurin heili
7 mál, og longu tá vóru
ábendingar um enn ein
stórsigur til Noreg. Í seinna
hálvleiki helt Noreg fram við
góða spælinum, og serliga
vanligi
eykamálverjin,
Terese Pedersen, vísti stór
spæl. Hon lat bara trý mál í
gjøgnum í seinna hálvleiki,
og at enda vunnu norsku
kvinnurnar við 15 málum.
Í síðsta dystinum megn
aði Týskland at vinna á
einum av favorittunum, tá
tær vunnu tryggan sigur
á Ungarn. Nú møttu tær
Eysturríki, og enn einaferð
vísti Týskland klassan.
Tær vunnu dystin við 12
málum, og stóri spælarin
hjá Týsklandi var Sabine
Englert, sum hevur verið
ein av mest týdningarmiku
hjá Týsklandi í hesum enda
spælinum.
Í síðsta dystinum í bólk
inum skuldi Ungarn royna at
varðveita sín møguleika at
spæla seg víðari til hálv
finalurnar.
Tær
møttu
Póllandi, og her var eingin
slingur í valsinum. Við
Timea Toth á odda vann
Ungarn ein knúsandi 16-
mála sigur, og sostatt skulu
tær vinna á Noreg í síðsta
dystinum, samstundis sum
Týskland tapir fyri Make
donia, um tær skulu hava
nakran møguleika at koma
víðari.
Vertirnir kunnu røkka
hálvfinalunum
Í seinna bólkinum lá Russ
land einsamalt á odda
undan næsta dystinum í
millumspælinum. Her møtti
Russland Danmark, sum
skuffandi tapti fyri Svøríki
týskvøldi.. Russland var á
odda at kalla allan dystin,
og sjálvt um Danmark eina
ferð kom upp á javnleik og
spældi ein góðan dyst, so
megnaðu tær ikki veruliga
at leypa hvøkk á russisku
yvirmaktina. Russland vann
dystin við fimm málum, og
við sigrinum hevur russiska
bjørnin tryggjað sær 1.
plássi í bólkinum.
Tá millumspælið fór
í gongd var Svøríki ein
asta landið uttan stig, men
við sigri á Danmark týs
kvøldið høvdu tær ein
lítlan møguleika at røkka
semifinalunum, men so
skuldi alt eisini ganga
teirra veg. Í næsta dystinum
møttu tær Spania, sum hev
ur verið eitt av størstu yvir
raskilsunum í ár. Fyrstu
løt una var Spania oman á,
men tá Svøríki fyrst fekk
gongd á álopsspælið og
ikki minst verjuspælið, so
sá alt út til at rigga hjá teim
um gulkløddu. Eftir javn
leik í hálvleikinum eydnað
ist Svøríki at vinna við
fimm málum, og serliga
Madeleine
Grundström
í málinum vísti stórspæl.
Vinnur Svøríki síðsta dyst
in ímóti Fraklandi, so
eru tær tryggjaðar pláss í
hálvfinalunum.
Í síðsta dystinum møttus
Frakland og Kroatia, og
her eydnaðist Fraklandi at
vinna við einum máli. Við
sigrinum hevur Frakland
enn eina lítla vón at røkka
hálvfinalunum,
meðan
Kroatia ikki hevur nakran
møguleika fyri víðari lut
tøku.
Ársins ítróttar
avrik skal kjósast
Útvarpið skipar nú fyri atkvøðugreiðslu,
har lurtararnir millum fimm evni skulu
kjósa besta føroyska ítróttaravrikið í 2006
Tey fimm, sum veljast kann ímillum, eru nominerað,
eftir at eitt panel við trimum ítróttarblaðmonnum
hevur gjørt sær sínar tankar um ítróttarárið.
Teir tríggir, Finnur Helmsdal, Jákup Mørk og
Terji Nielsen, høvdu hvør í sínum lagi grundgivið
fyri fimm nøvnum, sum teir hildu áttu heiðurin
uppibornan, og sum so var rímiliga breið semja um,
hvørji hesi fimm nøvnini skuldu verða. Í alt vórðu
nevnliga sjey nøvn á listanum, sum telur hesi fimm:
Helgi Dam Ziska (talv), Elspa Mørkøre (svimjing),
Katrin Olsen (róður), Heidi Andreasen (svimjing) og
B36 (fótbóltur).
Hesi fimm hevði Finnur Helmsdal øll í uppskoti.
Terji Nielsen og Jákup Mørk høvdu hvør sítt navn á
listanum, sum tó ikki kom við. Tey bæði nøvnini vóru
Niclas Eysturoy (badminton) og HB (fótbóltur)
Atkvøðugreiðslan um heitið sum ársins ítróttaravrik
fer fram á heimasíðu Útvarpsins, www.uf.fo, og byrjar
hon í dag.
Helgi Dam Ziska
fekk flestu stigini
frá panelinum, sum
valdi tey fimm bestu
ítróttaravrikini í 2006
EM-Hondbóltur:
Noreg í hálvfinaluna
– Danmark úti
EM-Hondbóltur, millumrunda
Bólkur 1
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Noreg
4
4
-
0
-
0
126
80
46
8
2 Týskland
4
3
-
0
-
1
120
96
24
6
3 Ungarn
4
3
-
0
-
1
136
100
36
6
4 Póland
4
1
-
0
-
3
97
132
-35
2
5 Eysturríki
4
1
-
0
-
3
97
140
-43
2
6 Makedonia
4
0
-
0
-
4
93
121
-28
0
Bólkur 2
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Russland
4
4
-
0
-
0
114
88
26
8
2 Svøríki
4
2
-
0
-
2
86
92
-6
4
3 Spania
4
2
-
0
-
2
100
102
-2
4
4 Frakland
4
2
-
0
-
2
94
94
0
4
5 Kroatia
4
1
-
0
-
3
91
98
-7
2
6 Danmark
4
1
-
0
-
3
96
107
-11
2
Úrslit:
Millumbólkur 1:
Makedonia – Norra
13 – 28
Eysturríki – Týskland
22 – 34
Ungar – Pólland
37 – 21
Millumbólkur 2:
Russland – Danmark
32 – 27
Svøríki – Spania
24 – 19
Kroatia – Frakland
21 – 22
Madeleine Grundström hevur verið ein av heilt stóru leikarunum hjá Svøríki í
kappingini. Aftur í gjár stóð hon ein branndyst, tá Svøríki vann á Spania, og nú
hevur svenska liðið møguleikar at røkka hálvfinalunum.
Mynd: Polfoto