Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 242 - 14. desember 2006 ] Bókin gongur ímóti rákinum Gleðin drívur verkið Pætur Clementsen hevur fyri FSF gjørt greining av fráfallinum millum fótbóltsspælarar. Í venjarabókini, sum júst er givin út, verður stórur dentur lagdur á sosialu førleikarnar hjá venjarum og spælarum, og sambært kanningini hjá Pæturi er eisini øll orsøk at leggja dentin tann vegin. Kappingarorsøkir, sum stórur dentur ofta verður lagdur á, vigaði bara 1%, tá orsøkir til at íðka fótbólt vórðu nevndar. Hinvegin vigaðu sosialar orsøkir 80%, sum tað framgongur av hjáløgdur talvu. Curbishley tekur yvir í West Ham Tað tók bara tríggjar dagar hjá Eggert Magnusson at finna mannin, sum tekur við eftir sekkjaða Alan Pardew í West Ham Hesin verður nevnliga Alan Curbishley, sum fram til í summar var venjari hjá Charlton. Her hevði hann í fleiri ár sera góð úrslit við avmarkaðum midlum. Síðani hann legði frá sær hevur hann verið settur í samband við hópin av venjarastørvum í Onglandi, og eitt nú hava Aston Villa, WBA, Leeds og Norwich sýnt áhuga. – Hann gjørdi eitt fantastiskt arbeiði í Charlton, og hann er sera høgt í metum um allan fótbóltsheimin. Tí eri eg sera fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa Alan sum venjara, sigur íslendski formaðurin í West Ham. – Bókin um leikara­ menning er eitt lítið móttrekk til tað, sum annars gongur fyri seg í føroyska fótbóltsheiminum í dag, segði Eyðun Klakstein, sum sein­ astu árini hevur verið ungdóms­ venjari í KÍ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Hendan bókin, sum verður løgd fram her í dag, er eitt deiligt frískt lot í føroyska fótbóltslandslagnum. Tað er gott, at FSF vil brúka orku og pengar til nakað, sum veruliga kann gera mun í menningini av føroyskum fótbóltsspælarum. Hetta er eitt lítið móttrekk til tað, sum annars gongur fyri seg í føroyska fótbóltsheiminum í dag. Tað segði Eyðun Klak­ stein á bókaframløguni í gjár. Fótbóltssambandið hevði biðið Eyðun, sum hevur arbeitt nógv við ungum fótbóltsspælarum seinnu árini, siga nøkur orð um bókina. – Gongdin í føroyskum fótbólti í løtuni er ikki bara góð. Feløgini brúka sera nógv orku upp á at gera teir vaksnu spælararnar nøgdar. Spælararnir seta krøvini, og feløgini renna útlúgvað aftaná. – Frisúrurnar gerast stutt­ ligari og meira litfagrar, gaggurnar bleiktra og blenda av gulum og reyðum og grønum, og onkrastaðni mitt í meldrinum mugu fel­ øgini taka støðu til, um tey vilja spæla við – ella verða afturúrsigld, segði hann og fegnaðist um, at í hesum føri vóru tíð, orka og pen­ ingur brúkt til at gera nakað fyri menningina av ungu spælarunum kring landið. – Í ungdómsfótbóltinum er tað sera umráðandi, at spælararnir bæði læra og sleppa at spæla positivan fótbólt. Teknisk og taktisk menning skal verða í há­sætinum, og tað ræður um at velja tær positivu fót­bóltsloysnirnar fram um tær negativu. Hendan bókin leggur upp til júst hetta, og eg ivist ikki í, at hon verður eitt gott amboð hjá venjarum og feløgum kring landið, segði Eyðun Klakstein. Ein sera góð bók, sum torir at ganga ímóti rákinum á ein positivan hátt, helt Eyðun Klakstein, sum av FSF var biðin at siga nøkur orð um bókina Mynd: Jens Kristian Vang Við útgávuni, Fótbóltur Framá, hava Føroyar fingið nakað so sjáldsamt sum eina føroyska fótbóltsvenjarabók. Enntá eina bók, sum er bæði snøgg, væl skipað og sum kann vera øllum innan fótbóltin at stórum gagni Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ikki síðani Poul Petersen, sáli, skrivaði bók um fótbólts­ venjing fyri 60 árum síðani, hevur føroyskur fótbóltur fingið eina veruliga venjara­ bók á føroyskum. Tí var tað ikki ónáttúrligt ein hátíðarkendur dámar, tá FSF í gjár skipaði fyri mót­ tøku, nú nýggj bók um fót­ bóltsvenjing kemur á markn­ aðin. Rithøvundarnir eru Jógv­ an Martin Olsen og Johan Nielsen, sum báðir teljast millum royndastu og best útbúnu venjararnar í land­ inum. Og at tað júst vóru hesir báðir, sum hava latið tilfarið úr hondum, var nakað, sum Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingarnevnd FSF’s fegnaðist um á móttøkuni. Í breiðari merking Um innihaldið í bókini vóru tað í størstan mun høv­ undarnir sjálvir, sum greiddi frá, og einamest Jógvan Martin Olsen. Ikki tí hann endiliga royndi at troka seg framat, men heldur tí Johan Nielsen sær sjálvum so líkt ikki vildi gera stórvegis háva av sær sjálvum. Føroyski landsliðsvenjarin segði, at upprunin til bókina liggur eini trý ár afturi í tíðini. – Í starvi mínum hjá FSF arbeiddi eg við leikara­ menning. Sum partur av hes­um sendi eg skriv til lands­liðsnevndina, har eg greiddu frá nøkrum tankum um talentvenjingar fyri bestu spælararnar í landinum. Og eftir at hava tosað aftur og fram um hetta, fekk eg so áheitan um at gera skrivligt tilfar, sum kundi nýtast í hesum sambandi. – Tá tann setningurin var greiður, helt eg tað vera upp­lagt, at eg royndi at fáa Johan við í arbeiðið. Tað er eingin ivi um, at hann er okkara fremsti venjari, og royndirnar hjá honum eru helst eins stórar, sum hjá øllum okkum tilsamans. – Upprunaliga var tankin so, at talan skuldi verða um tilfar, sum var vent móti fremstu spælarunum í land­inum. Vit savnaðu okkum tilfar úr alskyns ættum. Videobond, bøkur og hvat veit eg. Bæði úr Norðanlondum, Hollandi, Onglandi, Fraklandi, Italia – ja, enntá úr Ný Sælandi. Rúgvan var øgilig, men vit settu okkum so at grava okkum ígjøgnum. Skjótt gjørdust vit tó samdir um, at tað nyttaði lítið at gera eina bók um elituvenjing burturav her í Føroyum. Skuldi bók­in verða fótbóltinum at frama, mettu vit tað vera týdn­ing­ar­ mikið, at hon eisini tók atlit til breiddina, og tað hava vit so roynt. Sosiali týdningurin Og samsvar er heilt greitt millum tað, sum Jógvan Martin førdi fram, og tað, sum ein skjót gjøgnumgongd av innihaldinum sýnir. Tí talan er um eina fótbólts­ hondbók – fyrst og fremst til venjarar – sum veruliga tekur breið atlit. Bæði hvat viðvíkur torleikastøði, aldurs­ býti og sosiala partinum, sum eisini er so týdningarmikil í fótbólti. Ikki minst er bókin ser­stak­ liga greið innan menningina hjá ymsu aldursbólkunum. Bókin inniheldur at kalla eitt pensum um, hvat spæl­arar eiga at duga í ymsu aldurs­ Eitt stórt stig framá