hósdagur 14. desember 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 242 - 14. desember 2006 ]
Forsetin stóð fyri
rættlestrinum
Tá bøkur verða skrivaðar, er eisini av stórum týdningi, at
málsligi parturin er í lagi. Tað tykist hann eisini vera hjá
teimum báðum, Johan Nielsen og Jógvan Martin Olsen,
sum hava skriva Fótbóltur Framá, og í øllum førum skuldi
rættlesturin av bókini verið í lagi. Tað er eingin annar enn FSF-
forsetin, Óli Holm, sum hevur hjálpt til við rættlestrinum, so
tann parturin av málinum skuldi verið í lagi. Óli er útbúgvin
lærari, og tó at landafrøði er sergrein hansara, so hevur mál
eisini havt hansara stóra áhuga ígjøgnum mong ár.
Van der Sar heldur
fram í Manchester
36 ára gamli málverjin hevur longt sáttmálan hjá sær við
enska Manchester United við einum ári. Felagið hevur
nærum havt støðugar málverjatrupulleikar, síðani danski
Peter Schmeichel gavst í 1999, men teir trupulleikarnir
tykjast loystir, eftir at royndi hollendingurin varð keyptur
úr Fulham fyri 18 mánaðum síðani. – Edwin er væl fyri.
Hann er framvegis svangur og eg rokni við, at hann væl
og virðiliga kann spæla í tvey ár afturat, sigur venjarin hjá
Manchester United, Sir Alex Ferguson.
Fótbóltur framá
Frálæra í leikaramenning
Jógvan Martin Olsen og Johan Nielsen
Frálæra í leikaramenning
Fótbóltur framá
Jógvan Martin Olsen og Johan Ni l
Nýggj bók
um leikaramenning
Fótbóltssamband
Føroya
www.fsf.fo
Fótbóltssamband Føroya gevur í hesum døgum út
nýggja frálærubók í leikaramenning. Bókin fæst í
bókabúðum, á Shell-støðum og hjá FK í vikuni.
Rithøvundar eru Jógvan Martin Olsen og Johan
Nielsen, sum báðir hava drúgvar royndir innan
venjing og leikaramenning.
Fakta
Fótbóltur Framá, Frálæra í leikaramenning
Rithøvundar: Jógvan Martin Olsen & Johan Nielsen
Útgevari: Fótbóltssamband Føroya
Layout og umbróting: Cre8
Prent: arden+kommunik
Stødd: 201 síður
Kostnaður: 180 kr.
Bókin fæst til keyps í bókahandlum, FK og Shell-
støðum kring landið
Jógvan Martin Olsen, Toftir
Føddur 1961
UEFA: A-license venjaraprógv
FSF: Venjara-instruktørur
Royndir sum venjari:
B68, LÍF, NSÍ (1993-2004)
U-venjari hjá FSF (1994-2003)
U-samskipari hjá FSF (1999-2005)
Hjálparvenjar, A-landsliðið (1996-2005)
A-landsliðsvenjari (2005-)
Kosin ársins venjari í 2002
Johan Nielsen, Tórshavn
Føddur: 1940
UEFA: A-license venjaraprógv
FSF: Venjara-instruktørur
Royndir sum venjari
HB, B36, GÍ, B68, Skála, NSÍ (1963-)
Venjari hjá U- og A-landsliðnum
Vunnið FM 10 ferðir
Vunnið steypakappingina 11 ferðir
Kosin ársins venjari í 2001 & 2004
bólkunum, umframt hópin
av venjingum, sum kunnu
vera við til at menna ymsu
førleikarnar.
Og ikki minst, so setir
bókin eisini krøv til venj
arar. Ella rættari sagt, so
peikiar hon á nakrar av
eginleikunum, sum ein
venjari helst skal hava inn
an ymsu aldursbólkarnar.
Sosiala tilvitanin er jú púrasta
ymisk, um tað eru 8- ella 18-
ára gomul, sum eru partur av
venjingini, og fyri trivnaðin
– og harvið menningina -
hjá spælarunum er hetta av
ovurstórum týndingi.
– Tú kanst seta tær sjálvum
spurningin, hvat tað er, sum
vit ynskja okkara børnum.
Fyrst og fremst, so vilja vit
hava, at tey skulu trívast.
Hartil sýna greiningar, sum
eru gjørdar, at trivnaðurin
og sosiali parturin fylla so
sera nógv, tá tosað verður
um orsøkir at spæla fótbólt,
segði Jógvan Martin. Ein
útsøgn, sum millum annað
er grundað á kanningar
hjá Pæturi Clementsen um
orsøkir til fráfall frá fótbólti.
Hendan sigur, at til samans
57% av fráfallunum stavast
av, at venjingin ikki er stutt
lig, ella at venjarin ikki er
nóg góður.
Ikki ævigur sannleiki
Tá tosað hevur verið um før
oyska fótbóltsvenjing seinnu
árini, so hava atfinning
arnar ofta verið, at hendan
í stóran mun er eitt avrit av
danska fóbóltsskúlanum.
Ivaleyst hevur DBU-venj
araútbúgvingin sín part av
orsøkini fyri, at kritikkurin
vendir tann vegin, men
nærum av tilvild er hetta als
ikki nakað, sum eyðkennir
bókina.
– Tað hava vit slettis ikki
hugsað um. Men í gjár
kvøldið tosaðu eg og Jógvan
Martin um hetta, og brádliga
funnu vit útav, at av øllum
tilfarinum í bókini, er einki
sum helst tikið úr DBU-
tilfari, segði Johan.
Og so legði hann afturat,
at hann sum so ikki var
so heitur fyri tosinum um
ymsar fótbóltsmentanir.
– Tað kann sum so gera tað
sama, um tú spælir fótbólt
í Brasilia ella í Føroyum.
Tingini, sum tú skalt duga
á vøllinum, eru kortini tey
somu. Og tað eru hesi ting,
sum vit hava roynt at fingið
við í bókina.
– Tá tað er sagt, so skal eg
alt fyri eitt siga, at bókin ikki
inniheldur alt um fótbólt.
Har eru nógvir lutir, sum
eg fegin hevði vilja havt við
afturat. Bæði um taktiska og
fysiska venjing. Men onkra
staðni skal ein avmarking jú
eisini vera. Bókin er fyrst og
fremst ætlað at læra nakrar
teknikkir at kalla. Tað ber
jú ikki til at siga akkurát,
hvussu hetta skal nýtast í
dysti. Tá eru tað jú so nógv
onnur viðurskifti, sum spæla
inn, segði hann.
Tað kundi so bent á, at
okkurt tilfar afturat kundi
verið í væntu frá teimum
báðum. Um hetta varð ikki
sagt so nógv ítøkiligt, men
tað man lítil ivi vera um, at
vitanin hjá einum venjara
sum Johan, er nóg stór til
nógvar bøkur. At ein av hes
um nú er givin út, er ein sonn
gáva til føroyska fótbóltin,
um hesin skal vinna framá.
Á móttøkuni varð tikið til, at
talan var um reint luksus, nú
føroyskir venjarar høvdu eina
føroyska bók sum íblástur til
venjingar sínar. Í øllum førum
er talan um eina serstakliga
væl úr hondum greidda
útgávu, sum Johan Nielsen
og Jógvan Martin Olsen hava
staðið fyri
Mynd: Jens Kristian Vang