mikudagur 31. januar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 31. januar 2001
3
2
Nr. 21 - 31. januar 2001
Norðoya Sparikassi
hevur gjørt trý ára
sponsoravtalu við
Norðoya Bjargingar-
felag, og hendan
avtala er munandi
fíggjarligur styrkur
hjá bjargingar-
felagnum
BJARGING
Eyðun Klakstein
Norðoya Bjargingarfelag
fær næstu trý árini árligan
stuðul frá Norðoya Spari-
kassa, og økta fíggjarliga
orkan hjá bjargingarfelagn-
um skal nýtast til at keypa
útgerð og útbúgva fólk.
– Avtalan, sum vita hava
gjørt við sparikassanm er
ein munandi fíggjarligur
styrkur hjá felagnum, og
tað eru vit sera fegnir um,
sigur Marius Magnussen,
sum er formaður í nevndini
fyri Norðoyða Bjargingar-
felag.
Mánakvøldið hitti nevnd-
in stjóran í Norðoya Spari-
kassa, Eyðfinn Reyðberg,
og tosað varð um nýggju
avtaluna, sum er gjørd mill-
um feløgini.
– Tað er áhugavert, at
Norðoya Bjargingarfelag
rættiliga ætlar at taka táttin
upp aftur, og vit eru sinnað-
ir at stuðla hesum arbeiði
komandi árini, sigur Eyð-
finn Reyðberg, stjóri í
Norðoya Sparikassa.
Elsta felagið
Norðoya Bjargingarfelag,
sum eisini hevur navnið
Bjargingarfelag Føroya, er
elsta felag av sínum slagi í
landinum.
Tað var stovnað í 1957,
og í fyrstu nevndini sótu P.
Waagstein, Vilhelm Vilh-
elmsen, Hans Andrias Jo-
hannesen, Joen Olsen og
Alfred Petersen.
Felagið ferðast í fimti og
seksti árunum kring landið
og var eisini við til at
stovna onnur bjargingarfel-
øg kring landið. Harafturat
syrgdi Norðoya Bjargingar-
felag fyri innsavning av
pengum, so útgerð kundi
keypast bæði til felagið í
Norðoyggjum og hini fel-
øgini í landinum.
Norðoya Bjargingarfelag
hevur nú gjørt ein ætlan
fyri, hvussu felagið skal
skipa seg, og hvussu fólk í
Norðoyggjum kunnu fáa
grundleggjandi útbúgving,
sum kann koma teimum til
góðar í bjargingararbeiði.
Harafturat hevur felagið
eisini fingið nýggj høli á
Stongunum í Klaksvík, har
ætlanin er at goyma útgerð
og hava virksemi av ymsum
slagi.
Skipa fyri skeiðum
Norðoya Bjargingarfelag
hevur sett gongd á arbeiðið
at manna bólkar í felagn-
um, sum kunnu fara út, tá
okkurt er áfatt. Fyrsti av
hesum bólkunum er farin
undir skeiðvirksemi, sum
bjargingarfelagið
skipar
fyri.
Í bólkunum verða fólk
við ymiskum útbúgvingum
og royndum, og ætlanin er,
at tey skulu fáa grundleggj-
andi vitan innan fleiri øki,
sum hava við bjarging og
hjálpararbeiði at gera.
– Pengarnir, sum vit fáa
burtur úr sponsoravtaluni
við Norðoya Sparikassa,
verða brúktir til at skipa
fyri ymsum skeiðum og til
at keypa neyðuga útgerð,
sum felagið hevur brúk
fyri, sigur Marius Magn-
ussen, formaður í felagn-
um.
Stjórin í Norðoya Spari-
kassa sigur, at tað hevur
týdning fyri teir, at slíkt
felag er í Norðoyggjum.
– Hetta er eitt felag við
nógvum árum á baki, sum
áður hevur víst sínar dygd-
ir, og tí haldi eg, at hetta til-
takið við at skipa bólkar og
útbúgvar fólk er sera gott
og kann koma fólki í Norð-
oyggjum til góðar, sigur
Eyðfinn Reyðberg.
– Sparikassin stuðlar
alment vælgerandi enda-
málum, og hesir pengarnir
fara avgjørt til eitt gott
endamál.
Norðoya Bjargingarfelag
fær dyggan stuðul
Formaðurin í nevndini fyri Norðoya Bjargingarfelag, Marius Magnussen, og stjórin í Norðoya
Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg
Nevndin í Norðoya Bjargingarfelag saman við stjóranum í Norðoya Sparikassa
Næmingarnir, sum fóru í
1. millumklassa í Klaks-
víkar skúla í 1955, hittust
aftur í Klaksvík í august
mánaði í fjør. Tey hildu 45
ára dagin við at vitja í
skúlanum, hjá borgarstjór-
anum og við veitslu.
Millum
næmingarnar
vóru Finnbogi Ísakson,
Jógvan við Keldu, Karin
Kjølbro, Julius Johannes-
en, Jógvan Ósa, Brynhild
Danielsen og Regin Nón-
stein.
Tríggir av lærarunum
vóru eisini við – teir vóru
Alex Sólstein, Ove Fred-
eriksen og Daniella Olsen.
Eiler Rasmussen tók
hesa myndina í august
mánaði í fjør.
Hittust aftaná 45 ár
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Fólkaatkvøða – ella val?
Í morgin er 1. februar, og tá skulu føroyingar
hava at vita, hvussu spurningarnir skulu vera á
fólkaatkvøðuni flaggdagin. Men - og tað er eitt
stór men - mánakvøldið vóru landsstýrisflokk-
arnir alt annað enn samdir um tilgongdina.
Flokkarnir eru ikki samdir um lógaruppskotini
um, hvussu málsøkini skulu yvirtakast, hvussu
blokkurin skal »niðurlagast«, hvussu langt ára-
málið skal verða, og heldur ikki eru flokkarnir
samdir um fólkaatkvøðudagin.
Tað merkir, at flokkarnir eru grundleggjandi ó-
samdir um øll viðurskifti í samband við fólka-
atkvøðuna. Tað veri seg lógaruppskot og meiri
praktisk viðurskifti. Tí er spurningurin, um vit
kunnu rokna við løgtingsvali í næstum?
Nú er ikki nógv, sum lekur út, men tað skilst,
at Tjóðveldisflokkurin heldur fram at »spæla
við vøddunum«, sum onkur annar í samgong-
uni hevur sagt.
Bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin
síggja vandan í hesi leið og bera ótta fyri, at
samgongan »missir alt á gólvið«. Harafturat
halda hesir flokkar, at nýggja ætlanin er í stríð
við stýrisskipan og tingskipan okkara.
Uttan at siga tað í orðum, verður við uppskoti
til samtyktar lagt upp til, at Føroyar gerast
fullveldisríki. Men samstundis skulu vit
varðveita blokkin í eini »niðurlaðingartíð«.
Hvat sigur danska stjórnin til tað? Neyvan fer
hon at góðtaka at lata stuðul til Føroyar, sum
hava lýst seg at vera fullveldisríki!
Spurningurin er so, um teir »hóvligu« flokkar-
nir klára einaferð afturat at fáa Tjóðveldis-
flokkin at bakka. Sjálvstýrisflokkurin og Fólk-
aflokkurin kunnu ganga vítt, men teir góðtaka
ikki, at blokkurin skal laðast niður eftir 10 ár-
um, og harafturat halda teir, at skopbráið til
25. apríl er ov stutt.
Í løtuni fer politiska toganin fram í loyndum,
og tí eru nógv gitingar, men nógv av tí, sum er
komið fram, tykist óbúgvið! Tað er hóast alt
framtíðin hjá Føroya fólki, sum málið snýr seg
um. Og meiri loyniligt og ivingarsamt alt er,
størri møguleiki er fyri einum braki á fólkaat-
kvøðuni, um hon í heila tikið verður!
Sosialurin
DAGSINS MEINING
Spyrjið serfrøðingarnar
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
Adressan:
Sosialurin,
box 76,
110 Tórshavn,
Fax 314720
ella teldupost:
spyr@sosialurin.fo
– og merkið, hvørj-
um tit seta spurn-
ingum.
Svarini verða prentað í blaðnum mikudag
Voldborg sigur farvæl
Hann er veðurmaðurin yvir
øllum
veðurmonnum.
Fryntligi og hugnaligi Hen-
rik Voldborg, sum í Dan-
marks Radio hevur sagt frá
veðrinum líka síðani 1963.
Men í gjárkvøldið trein
Voldborg fram á skíggjan
fyri seinastu ferð. 64 ára
gamli veðurmaðurin fer nú
frá við eftirløn.
Við sínum bera skalla og
litríku og sera eyðkendu
bundnatroyggjum
hevur
Voldborg verið fastur fúsur
í næstan hvørjari danskari
stovu hesi seinastu mongu
árini. Hann byrjaði at spáa
um veðrið eina ferð um
vikuna í TV-avísini í 1963,
og hann gjørdist av álvara
ein kendur persónur í 1988,
tá ið veðurtíðindini komu á
skránna sjey ferðir um vik-
una.
Tað var meira ein sportur
at siga frá veðrinum í goml-
um døgum, tá tøknin ikki
var so framkomin sum nú,
heldur Voldborg.
- Tá vistu vit ikki, hvussu
veðrið fór at verða nakrar
dagar fram, og tí máttu vit
brúka okkara royndir og
góðu nøs. Í dag eru fimm-
dagaforsagnirnar líka góðar
sum forsøgnin fyri ein dag
var fyri 20 árum síðani,
greiðir Voldborg frá í Jyll-
ands-postinum.
Tað eru uttan iva nógvir
føroyingar,
sum
kenna
Voldborg frá skíggjanum,
og aðrir kenna hann eisini
frá veruliga lívinum. Vold-
borg var millum teirra, sum
lærdi frá sær, tá ið veður-
maðurin hjá Sosialinum,
Petur Skeel Jacobsen, sat á
skúlabeinki í Kastrup-flog-
havnini fyrst í sekstiáru-
num, og teir báðir arbeiddu
saman hjá Danmarks Mete-
orologiske Institut í næstan
30 ár – frá 1962 til 1991.
Petur Skeel hevur alt gott
at bera Henrik Voldborg,
sum hann lýsir sum ein sera
fryntligan
persón.
Har
Voldborg er, skal okkurt
henda, og hann byrjaði
skjótt at keða seg, um eingi
útlit vóru fyri broytingum í
veðrinum, ella hann hevði
frívakt. Men at hann er
dugnaligur, prógva mongu
árini á sjónvarpsskíggja-
num um, og hetta skoðs-
málið fær hann eisini frá
starvsfeløgum á Danmarks
Radio.
Petur Skeel lýsir eisini
Voldborg sum eitt ”sel-
skapsmenniskja”, og nú
hann hevur sagt frá veðri-
num fyri seinastu ferð, fer
Voldborg at gera meira við
klaverspælið, tónleikin og
tennisspælið, og so ætlar
hann at ferðast meira enn
hann hevur fingið stundir
til higartil.
Hóast hann fer at sakna
tilveruna sum sjónvarps-
sveðurmaður, so gleðir
hann seg til pensjónistatil-
veruna.
- Eg gleði meg at koma
burtur frá dagliga rokinum
í TV-býnum. Vaktirnar eru
upp í 12 tímar til longdar
hvønn dag, og tú ert bein-
leiðis á skíggjanum fýra
ferðir um dagin. Tað er eitt
sindur hart, sigur kendi
danski veðurmaðurin.
NØVN Í VIKUNI