Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aldur er eingin forðing fyri at bróta uppúr nýggjum. Hetta hevur Borgny Dam Patursson úr Havn prógvað. Hon hevur júst lokið útbúgving sum designari, hóast hon er farin um tey trýss, og hon hevur longu fingið tær fyrstu bíleggingarnar uppá síni design ÚTBÚGVING Stefan í Skorini 26. januar fekk Borgny prógv handað á Køben- havns Mode- og Design- skole. Hennara prógv var ímillum tey bestu, sum vórðu givin á skúlanum í ár. Í oktober mánaða í fjør hevði Borgny ein annan merkisdag í hennara lívi. Tá hevði hon 60 ára føðing- ardag. Aldurin hevur tó ikki forðað henni í at fara undir nakað nýtt og at royna tað ókenda. Sig so tað at ein ikki lærir – alt lívið. Bara føroyskt Borgny fekk brell at fara at læra seg nakað meira innan design, eftir at hon hevði havt eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. – Tað gekk so væl á hesi framsýningini, og alt varð selt. Tí vildi eg læra meg meira innan hetta yrkið og finna nýggjar hættir at arbeiða við føroyskum til- fari, sigur Borgny. Tað, sum er sermerkt við klæðunum hjá Borgny Pat- ursson, er, at hon bara nýtir føroyskt tilfar, tá hon fram- leiðir síni design. – Meðan eg var á skúl- anum brúkti eg bara før- oyskt tilfar til míni klæði. Hetta hevði við sær, at eg ikki kundi fara at keypa ta lidnu vøruna, men var noydd at sita heima og virka klædnatilfarið til, sigur Borgny. Borgny tøvdi, bant, og eisini brúkti hon føroysk seyðaskinn frá Vilmu í Havn. At hon bara brúkti føroyskt tilfar hevði við sær, at tað var kostnaðar- mikið hjá henni at fáa til- farið til vega. – Tey flestu á skúlanum høvdu meira hug til nakað meira moderna so sum lakk og leður, og tí var tað eitt sindur óvanligt, at eg bara hevði føroyskt tilfar til míni klæði. Fingið bíleggingar Hóast Borgny er liðug við skúlan, so kemur hon ikki heimaftur rættiliga enn, tí hon hevur fingið nakrar bíleggingar frá fólki, sum fegin vilja hava hennara klæði. Hesi skal hon so gera, áðrenn leiðin gongur til Føroyar. Eisini stendur Borgny í boði at framleiða klæði til ein mótahandil, sum letur upp í Keypmannahavn skjótt. Lærarin hjá Borgny er ikki í iva, tí »det bliver revet væk«, sum lærarin málber seg um klæðini hjá Borgny. – Eg vil fegin gera før- oyska tilfarið kent uttan- lands, og eg havi eisini roynt at gera heilt nýtt klædnatilfar. Prógvið hjá Borgny var ímillum tey frægaru á skúl- anum, og hon fekk 9,1 ímeðal. Hetta er ein altjóða skúli, og fólk úr øllum her- aðshornum ganga á hesum skúlanum. Skúlagongdin er tvey ár, og trý lið við eini fimtan næmingum ganga har í senn. Borgny sigur, at hetta er ein harður skúli, og at ein verður noyddur at hanga í, skal tað ganga. Hon var elsti næmingurin, tey nak- rantíð hava havt, og tann næstelsti var um tey tredivu. Tá seinasta royndin var á skúlanum, varð skipað fyri mótaframsýning, har dóm- ari skuldi døma um arbeið- ið. Til hetta høvið hevði Borgny valt at hava eitt tema um Antarktis. – Til klæðini á tí seinastu framsýningini hevði eg fingið íblástur frá kava og sletum og tílíkum. Hetta vóru tískil heit klæði, sum eg vísti fram, sigur Borgny. Á hesi framsýningini var tað kenda modellið Oliver Bjerrehus, sum gekk í klæðunum hjá Borgny, og tað var góð reklama fyri hana. 60 ára gomul og designari Mega í rættin Løgreglan fær ferð eftir ferð spurningar frá fólki, um tey áttu at meldað ávís- ar hendingar í ferðsluni - sum t.d. vandamiklar yvir- hálingar. Um hetta sigur løgreglan, at einki gagn er í hesum, uttan so er, at vitni eru til slíkar hendingar, og at tey vilja koma í rættin at vitna. Verða tílík brot á ferðslulógina bert fráboð- að, standa orð móti orði, og tá fær løgreglan einki gjørt við málið. Koyring uttan nummarspjøldur Fleiri fyrispurningar hava verið, um stórir lastbilar og sokallaðir dumparar hava loyvi at koyra uttan numm- arspjøldur á kommunalum vegi ella landsvegi. Útgangsstøðið er, at einki tílíkt akfar hevur vanliga loyvi at koyra óskrásett á almennum vegi. Í einstøk- um førum kunnu tílík akfør tó fáa undantaksloyvi, um t.d. eitt stórt arbeiðspláss er við ein landsveg, og hesi akfør viðhvørt mugu fara út á alfaraveg. Men loyvi verður ikki givið til veru- liga koyring á almennum vegi. Tó er at viðmerkja, at hóast eitt akfar, t.d. ein dumpari, ikki hevur vanligt nummarspjaldur, so kann hann hava eitt royndar- spjaldur, ið t.d. loyvir koyr- ing millum eitt arbeiðspláss og verkstað, so sum dømi er við onkrum tílíkum ak- fari, sum arbeiðir í tunnlin- um undir Vestmannasundi. Tekur tíð at missa koyrikortið Spurningurin hevur tikið seg upp, hví løgreglan ikki beinanvegin tekur koyri- kortið frá einum bilførara, ið verður tikin, og sum sjónliga er ávirkaður av rúsdrekka. Veruleikin er tann, at um ein tílíkur bil- førari er sjónliga ávirkaður, so tekur løgreglan helst koyrikortið beinanvegin. Men hesin persónur kann kortini fáa fyribils loyvi at koyra, til blóðroyndin er kannað, og dómur er fallin. Løgreglan er ikki dóms- vald, og dømt kann ikki verða í tílíkum máli, fyrr enn prógvini eru til skjals. Og tað kann vara einar 14 dagar, áður enn blóðkann- ingarúrslitið er komið løgregluni aftur í hendi. Um so er, at løgreglan hevur tikið koyrikortið á staðnum, og viðkomandi bilførari verður dømdur at missa koyrikortið, so er frádømingartíðin galdandi frá tí degi, løgreglan tók koyrikortið, og ikki frá tí degi, tá ið dómur er feldur í málinum. Tíðindi frá Ferðslutrygd 60 ára gamla Borgny Patursson hevur júst fingið prógv á designskúla í Danmark. Hon hevur bara nýtt føroyskt tilfari til síni klædnapløgg Nr. 21 - 31. januar 2001 5 4 Nr. 21 - 31. januar 2001 Um tygum ynskja at vera við, so setið tygum í samband við okkum: e-mail travel@ff.fo • tlf 340 000 • fax 340 011 p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 kr. 8.485,- kr. 7.385,- á einkultkamari á dupultkamari bert flogferð báðar vegir bert flogferð einvegis kr. 7.885,- kr. 6.585,- kr. 4.000,- kr. 3.000,- Fiskivinnuframsýningin Fishing 2001 verður í døgunum 22. - 24. mars 2001 í Scottish Exhibition Centre í Glasgow. Flogfelag Føroya bjóðar ferð og uppihald á ella hotelli. Farið verður úr Vágum hósdagin 22. mars kl. 07.00 og komið verður aftur sunnudagin 25. mars 09.00 Kostnaður fyri ferð og uppihald: Áarvegur 6 • P.O. Box 3225 • FO-110 Tórshavn • Faroe Islands – Støðan í Suðuroy er so vónleys, at fleiri tosa nú í ramasta álvara um at kanna møguleikar fyri at loysa frá restini av Føroyum SUÐUROY Áki Bertholdsen – Vit halda ikki, at vit skulu finna okkum í meiri. Og ein møguleiki er heilt ein- falt at taka loysing frá rest- ini av Føroyum. Og tað eru tað nógvir suðuroyingar, sum í ramasta álvara tosa um í hesum døgum. Tað siga teir báðir tvøra- menninir Sofus Strøm og Finn Thomsen. Teir báðir siga, at hesa seinastu tíðina hevur rætti- ligur uppreistrarhugur tik- ið seg upp í Suðuroy. – Her er blivið heilt galið í Suðuroynni og politik- ararnir røra ikki ein fingur fyri at bøta um støðuna. Og vit eru sannførd um, at fáa vit fullveldið, verður støðan uppaftur verri, siga teir báðir. Tí eru tað suðuroyingar, sum í fullum álvara eru farnir at tosa um at skipa fyri fólkaatkvøðu í Suður- oynni um, at taka loysing frá restini av Føroyum. Nógv av teimum halda, at verður álvari gjørdur burturúr ætlanini, at Før- oyar skulu taka fullveldið, halda hesir somu suður- oyingarnir, Suðuroyggin skal verða verandi í ríkis- felagsskapinum. Men teir siga, at fyrsta stigið á leiðini er at fáa at vita, hvørja lagnu ein slík fólkaatkvøða hevði fingið. Tí vilja teir hava at vita, um landsstýrið hevði viðurkent úrslitið av eini fólkaat- kvøðu í Suðuroy um loys- ing frá restini av Føroyum. Tí hava seks tvørafólk, sum øll eru lærarar sent Anfinni Kallsberg, løg- manni, og Høgna Hoydal, varaløgmanni, og lands- stýrismanni í sjálvstýris- málum, ein formligan fyri- spurning um hetta. Teir seks suðuroyingarnir spyrja teir báðar, um lands- stýrið kann skriva undir upp á, at tað virðir úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Suð- uroy um at Suðuroyggin loysir frá restini av av Føroyum og verður verandi í ríkisfelagsskapi við Dan- mark. Tey, sum hava skrivað undir fyrispurningin eru Sofus Strøm, Finn Thom- sen, Jónsvein Hovgaard, Súsanna Bertholdsen, Alvi Mortensen og Jacobina Thorsteinsson, sum øll eru lærarar á Tvøroyri. Eitt neyðarróp – Hetta skal skiljast sum eitt neyðarróp úr Suðuroy. Men tað skal eisini skiljast sum ein staðfesting av, at vit finna okkum ikki í hesari viðferðini longur, siga teir báðir Sofus Strøm og Finn Thomsen, tá ið vit spurdu teir, hvat lá í hesari ætlanini. – Í løtuni er støðan tann, at útjaðarin bara letur til miðstaðarøkið. Hinvegin vil meginøkið ikki lata út- jaðaranum aftur, sigur Sofus Strøm. Hann sigur, at meginøkið fær eitt ávíst krónutal fyri at kalla hvørt kilo av allari varu, sum kemur á land í Føroyum, tí har kemur alt uppá land. – Í hinum endanum fær meginøkið eisini eitt ávíst krónutal fyri hvørt einasta kilo av fiski, sum fer av landinum, tí eisini allur fiskurin skal avskipast um Havnina. Hann sigur, at hetta er ikki annað enn eitt slag av almennum stuðuli til miðstaðarøkið. – Men tá ið tað ræður um at leggja nakað aftur út aftur til útjaðaran, eru allar møguligar forðingar í vegin. Sofus Strøm minnir eitt nú á rokið sum stóðst av at ein lítil skúli, sum al- manna- og heilsuskúlin, varð lagdur í Suðuroy. Hann sigur, at nú Føroyar ætla at loysa frá Danmark, dugir hann ikki at síggja, hví ein útjaðari í Føroyum ikki sjálvur kann sleppa at gera av, hvønn partin, hann vil hoyra til. Kunnu Føroyar loysa seg úr ríkinum við eini løg- tingssamtykt, mugu vit eisini kunna avgera okkara egnu lagnu. Langt úti Finn Thomsen sigur, at hetta kann tykjast at vera langt úti. – Men støðan er álvars- lig. Tað hendir onki í Suð- uroynni og plássið verður drenað fyri ungdóm, sum ikki fær møguleikan at fáa arbeiðið her suðuri. Hann sigur fólk eru um a missa vónina um at nakar bati er á veg, tí ongastaðni hómast nakrar sum helst ábendingar um, at ætlanin er at seta politiskt tiltøk í verk fyri at skapa møgu- leikar fyri framburði í Suðuroynni. Og vónin er tað ringasta, tú kanst taka frá fólki. Sofus Strøm og Finn Thomsen siga, at ætla politikarar at Suðuroyggin skal aftoftast, eiga teir at vera so mikið reiðiligir at teir siga sum er, tí so vita suðuroyingar tað. – Er ætlanin hinvegin at varðveita Suðuroynna sum ein part av Føroyum, mugu teir leggja eina ætlan fram um, hvussu teir ætla at gera tað. – Misnøgdin við førda politikkin er nú so stór, at hevði fólkatkvøðan verið, ivast vit ikki í, hvat úrslitið av eini fólkaatkvøðu hevði verið, siga teir báðir. Teir báðir viðganga, at tað er málið um oljuhavn- ina, sum fekk bikarið at flóta yvir. Men tað eru so nógv onnur viðurskifti, sum ganga tann skeiva vegin í Suðuroynni. Aldurs- býtið er heilt avlagað, tí ungdómurin fær ikki møguleikar fyri at verða verandi, inntøkurnar eru nógv lægri enn hjá fólki í restini av landinum o.s.fr. Suðuroyingar vilja hava loysing frá restini av Føroyum – Vit finna okkum ikki í meiri. Og vit eru nógv sum halda, at suðuroyingar eiga at sleppa at avgera sína egnu lagnu, siga Finn Thomsen, v.m. og Sofus Strøm. Saman við fýra øðrum hava teir sent Anfinni Kallsberg, løgmanni og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fullveldismálum, fyrispurning um fólkaatkvøðu í Suðuroy Suður- oyggin ongan møguleika at loysa FÓLKAATKVØÐA Í SUÐUROY Jan Müller – Suðuroyingar hava ongan sum helst møguleika hvørki løg- frøðiliga ella í aðrar mátar at loysa frá Før- oyum. Teir fáa ikki undirtøku nakrastaðni at fáa sítt subfullveldi. Vit fáa ikki ein gang sjálvir undirtøku fyri at loysa, so tað kunnu teir ikki. Eg vóni, at hatta er skemt. Soleiðis sigur Halgir W. Poulsen, advokatur í eini viðmerking til bræv frá seks lærarum í Suðuroy til løgmann, har teir biðja lands- stýrið skriva undir uppá, at tað virðir úr- slitið av eini fólka- atkvøðu í Suðuroy um, at Suðuroyggin loysir frá restini av Føroyum og framhaldandi verð- ur í ríkisfelagsskapi við Danmark. Borgar- stjórin á Tvøroyri hev- ur eisini verið inni á hesum somu tankum í viðmerkingum í bløð- unum. – Heilsa Finnleivi Guttesen og øðrum suðuroyingum frá mær og bið teir hyggja eina- ferð á Afrikakortið, tá síggja teir, at har er púra læst og fyribund- ið. Tað hevði verið ein stuttlig útgáva av Afrikakortinum, um tað varð teknað eftir fólkum og tjóðum, tí tað hevði verið sum eitt klútateppi av eini aðrari verð. Halgir W. Poulsen vísir í hesum viðfangi á, at tað hava verið nógvar royndir at loysa frá nýfrælsum londum. – Tað verður alt knúst niður við harðari hond og í blóði. So tað er eingin bøn hjá suður- oyingum, teir sleppa ikki burtur úr Føroy- um, um teir so standa á høvdinum. Har verða tað Nyrup og Anfinn, sum draga eina línu. Halgir W. Poulsen dylur ikki fyri, at hann tekur ikki suðuroying- ar í álvara í hesum máli og leggur aftrat, at teir bera orð fyri at vera eitt sera skemt- ingarsamt fólk.