Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2001 7 6 Nr. 21 - 31. januar 2001 Schengen-samstarvið stríðir ímóti donsku grundlógini, heldur ein felagsskapur, sum hevur stevnt danska statinum fyri grundlógarbrot. SCHENGEN Magnus Dam Schengen-samstarvið, sum ætlanin er, at Danmark, Føroyar og Grønland skulu fara uppí 25. mars, skal í juni mánað standa sína roynd í Hægstarætti. Felagsskapurin Grund- lovsværn 2000 heldur, at tað stríðir ímóti donsku grundlógini, at Danmark luttekur í Schengen-sam- starvinum, og hann hevur tí stevnt danska statinum fyri grundlógarbrot. Schengen-sáttmálin loyv- ir politistaliðum úr øðrum evropeiskum londum at sleppa inn um danska og sostatt eisini føroyska markið at jagstra brots- menn. Spurningurin er, um tað samsvarar við grund- lógina, at fremmandir polit- istamyndugleikar sleppa at arbeiða á danskari jørð. Tað heldur felagsskapurin Grundlovsværn 2000 at tað ger, og hann vil hava Poul Nyrup Rasmussen at útseta ætlanirnar um at fara uppí samstarvið saman við hin- um norðurlondunum 25. mars í ár. Sakførarin hjá felags- skapinum, Christian Har- lang, heitir á forsætisráð- harran um at steðga á, inntil rætturin hevur talað. Málið verður ikki viðgjørt í Hægstarætti fyrrenn 18. og 19. juni, og tá hevur Dan- mark longu luttikið í Sch- engen-samstarvinum í næstan tríggjar mánaðir. – Tað hevði samsvarað best við gamla og nútíðar rættaruppfatan, um sátt- málin ikki verður settur í verk, fyrrenn rætturin hev- ur talað, skrivar Christian Harlang í einum brævi til forsætisráðharran. Neyvan útsett Øll norðurlondini hava av- talað, at tey skulu fara uppí Schengen-samstarvið í senn tann 25. mars, og eingi tekin eru um, at danska stjórnin fer at ganga frá hesari avtaluni. Tá ið hendan avtalan varð gjørd, visti stjórnin, at felagsskap- urin ætlaði at royna málið í rættinum. Ætlanirnar vórðu ikki útsettar tá, og tað verða tær neyvan, nú tveir mán- aðir eru eftir, til samstarvið fer í gongd. Líkt er eisini til, at spurn- ingurin um Schengen-sam- starvið verður drúgvur at svara. Hægstirættur skal í juni gera av, um felagsskapurin Grundlovs- værn 2000 yvirhøvur skal sleppa og royna málið í rættinum. Fær felagsskap- urin viðhald, so byrjar veru- liga sakarmálið helst í landsrættinum, og sama, hvat úrslit landsrætturin kemur til, so verður tað helst kært til Hægstarætt. Tað kann sostatt ganga drúgv tíð, áðrenn ein enda- lig avgerð liggur á borðin- um. Løgtingið ikki liðugt Løgtingið viðger í løtuni Schengen-samstarvið og spurningin um Føroyar skulu fara uppí 25. mars saman við Danmark og Grønland. Og eisini her heima hava tingmenn sett spurnartekin við sáttmálan, og um tað er rætt, at Føroyar fara uppí. Tann at- finningarsamasti er helst Jenis av Rana úr Miðflokk- inum, sum staðiliga hevur ávarað ímóti, at Føroyar fara uppí Schengen-sam- starvið. Málið er í uttanlands- nevndini í løtuni, og hon er ikki liðug við sína viðgerð enn. Vilja steðga Schengen Poul Nyrup Rasmussen skal í juni verja Schengen- sáttmálan í Hægstrætti. Ein felagsskapur heldur, at sáttmálin er brot á grundlógina Fólkaatkvøðan greið í morgin Í morgin fer lands- stýrið at almanna- kunngera, hvat før- oyingar skulu til fólkaatkvøðu um í næstum, og nær fólkaatkvøðan verður. Ósemja hevur verið í landsstýrinum um fólkaatkvøðuna FÓLKAATKVØÐA John Johannessen Hósdagin skulu vit, Føroya fólk, fáa at vita, hvat vit skulu atkvøða um á fólkaat- kvøðuni í næstum. Hetta gjørdi landsstýrið av á fundi í sokallaðu lítlu samgongu týsdagin. Embætismannaverkið í Tinganesi hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera sjálvstýrisleistin, sum varð almannakunngjørdur á tíð- indafundi 2. november í fjør, um til lógartekst. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og tað er í høvuðsheitum hesin lógartekstur, sum føroying- urin skal taka støðu til á fólkaatkvøðuni, sum Høgni Hoydal vil hava skal vera 25. apríl í ár. Landsstýrið ikki samt Men júst spurningurin, um fólkaatkvøðan skal vera 25. apríl ella seinni skilir land- sstýrið. Sjálvstýrisflokkur- in og Fólkaflokkurin halda tað vera avgerandi neyðugt, at fólkið fær ríkiliga tíð til at fyrireika seg til fólkaat- kvøðuna. Tí halda tey 25. apríl vera í so tíðliga. Eitt annað, sum lands- stýrið ikki er samt um, er áramálið, vit skulu brúka til at niðurlaga blokkin. Upp- skotið frá landsstýrismann- inum í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal, leggur upp til, at vit skulu niðurlaga blokkin eftir tíggju árum. Hetta halda Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vera ov stutt tíðarskeið. Hesir báðir flokkarnir vilja hava, at ríkisveitingin skal niðurlagast eftir 15 árum. Hesar báðar spurningar- nar skal landsstýrið hava avgreiddar, áðrenn í morg- in. Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á løgmanni, fyri at vita, um nakað meira var avgreitt viðvíkjandi fólka- atkvøðuni, men løgmaður sat á fundi og kundi ikki órógvast. Alt bendir á, at landsstýr- ið enn ikki hevur fingið í lag nakra avtalu við donsku stjórnina um, hvussu tað kann gerast lættari at yvirtaka málsøki eftir nýggja sjálvstýrisleistinum. Landsstýrið hevði annars lovað, at hetta skuldi vera greitt, áðrenn endaliga sjálvstýrisætlanin varð løgd fyri fólkið. 2. november í fjør legði landsstýrið fram nýggju sjálvstýrisætlanina. Í morgin fer tað at leggja fram innihaldið av fólkaatkvøðuni Næsta ár fer at bera til hjá privatum føroyingum og útlendingum at ogna sær partapening í almenna føroyska flogfelagnum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur góðkent eina privatiseringsætlan PRIVATISERING John Johannessen Nevndin í Atlantsflog hevur gjørt av, at 49 prosent av partapeninginum í føroyska flogfelagnum skulu bjóðast øðrum partaeigarum enn landskassanum. Landskassin eigur í dag allan partapeningin í Atl- antsflog, sum 75 milliónir krónur. Í fyrstu atløgu er ætlanin, at landskassin framhald- andi skal sleppa at eiga hes- ar 75 milliónirnar í Atlants- flog. Ætlanin er nevniliga at hækka partapeningin í felagnum við privatum partabrøvum. Men nevnin í Atlantsflog sigur kortini í tíðindaskrivi, at tað kann koma upp á tal at selja burt- urav verandi partabrøvum. Útlendskir eigarar Nevndin í Atlantsflogi sig- ur í tíðindaskrivi, at møgu- leiki eisini verður fyri at bjóða einum altjóða flog- felag at ogna sær týðandi ognarlut av Atlantsflog. – Hetta skal gerast við tí fyri eygað at fáa í lag strat- egiskt samstarv til fyri- muns fyri bæði feløgini, sigur Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður í tíðinda- skrivi. Ætlanin um at privatisera part av Atlantsflog er góð- kend av Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnu- og samferðslumálum. Nevndin í Atlantsflog sigur, at tað tekur tíð at fremja eina privatiserings- ætlan fyri Atlantsflog. Og tí roknar nevnin ikki við, at tað fer at bera til at bjóða viðskiftafólkum, starvs- fólkum og íleggjarum at keypa partabrøv fyrr enn næsta ár. Ætlanin um at privatisera 49 prosent av Atlantsflog hevur ikki til endamáls at avreiða felagið, men at styrkja tað. Hetta ger Eyðfinnur Jacob- sen, nevndarfor- maður greitt. Hann vísir á, at tað eisini er neyðugt at fáa útlendskt flogfelag sum partaeigara PRIVATISERING John Johannessen Nevndin í føroyska flogfel- agnum, Atlantsflog, heldur tað vera neyðugt at styrkja felagið við kapitali og við tættari samstarvi við útl- endskt flogfelag. Tí er nevndin farin undir at fyrireika eina ætlan um at hækka partapeningin við privatum partabrøvum stig- víst, soleiðis at 49 prosent av partapeninginum at enda eru á privatum hondum. Afturat hesum heldur nevndin tað eisini vera neyðugt at bjóða einum al- tjóða flogfelag at ogna sær týðandi ongarlut í føroyska flogfelagnum. Eyðfinnur Jacbsen, sum er nevndarformaður í Atl- antsflog, ger greitt, at hetta ikki er ein ætlan, sum setir almenna føroyska flogfel- agið í vanda. – Vit ætla okkum als ikki at avreiða felagið, men tvørturímóti at styrkja tað. Vit hava tikið upp aftur eina ætlan, sum vit høvdu á borðinum longu í 1997. Ætlanina hava vit kunnað landsstýrismannin í Vinnu- málum um, og hann hevur givið okkum grønt ljós at fyrireika hana, sigur Eyðfinnur Jacobsen. Útlendingar uppí Orsøkin til, at nevndin í At- lantsflog heldur tað vera neyðugt at selja part av partabrøvunum til útlendst flogfelag, er rætt og slætt tann, at nevndin heldur hetta vera neyðugt, um før- oyska flogfelagið skal fylgja við í menningini inn- an flogferðslu. Hetta merkir kortini ikki, at Atlantsflog ætlar, at kappingarneytar, sum til dømis Maersk skulu fáa høvi at keypa upp felagið. – Tá vit fara út at leita eftir einum útlendskum flogfelag at seta pening í Atlantsflog, fara vit sjálv- sagt at velja væl út. Síðani fara vit at samráðast við tað flogfelagið, vit halda vera best egnað, sigur Eyðfinn Jacobsen. Nevndarformaðurin í Atlantsflog vísir á, at tað er heilt vanligt kring allan heimin, at smærri flogfeløg selja ein part til størri flog- feløg, fyri at fáa í lag avtal- ur um at sleppa inn á marknaðin hjá størru flog- feløgunum. – Selja vit útlendskum flogfelag part av Atlants- flog, eru fyrimunirnir góð- ur serkunnleiki, tøknilig vegleiðing og handilslig vegleiðing. Harafturat skapar hetta eisini møgu- leikar fyri at bjóða bíligari ferðaseðlar víðari út í heim, sigur Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður. Eyðfinnur Jacobsen ger greitt, at útlendskur parta- peningur í Atlantsflog bæði ger tað lættari at koma inn á annan marknað og at halda fast um tann marknað, fel- agið hevur í dag. Á Virðisbræva- marknaðin Eyðfinnur Jacobsen sigur, at ætlanin um at privatisera partar av Atlantsflog enn er á fyrireikingarstøði, og at tað er upp til politiska myndugleikan at gera av, um nevndin sleppur at selja partabrøv í felagnum. Men verður ætlanin veru- leiki, skal Atlantsflog tekn- ast á Virðisbrævamarknað- in, sum føroyingar í løtuni arbeiða við. Møguliga skal felagið eisini teknast á útlendskum virðisbræva- marknaðum. Hetta fer at gera tað møguligt hjá feløgum og einstaklingum at keypa og selja partabrøv í felagnum, sum tey hava hug. Tískil kunnu fólk sjálv gera av, hvussu nógv, tey vinna upp á síni partabrøv. – Hægri partapeningur í Atlantsflog fer eisini at geva okkum møguleika at gera nýíløgur, sigur nevnd- arformaðurin, Eyðfinn Jacobsen. Atlantsflog skal privatiserast Næsta ár fer eftir ætlan at bera til hjá viðskiftafólkum, starvsfólkum og íleggjarum at ogna sær partabrøv í Atlantsflog Nevndarformaðurin í Atlantsflog: Endamálið er at styrkja felagið Eyðfinnur Jacobsen, nevndarformaður í Atlantsflog