Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2001 9 8 Nr. 21 - 31. januar 2001 – Øll framkomin lond halda at tað vera beinast at hava vatn- tætt skott ímillum strandarradiostøðir, sum Tórshavn Radio er, og MRCC støðir, sigur Don Petersen, sum er serfrøðingur í samskifti HAVBJARGINGAR- STØÐ Áki Bertholdsen Tað er ikki rætt at leggja ætlaðu MRCC støðina og Tórshavnar saman. Tí alla- staðni í framkomna heim- inum verður tað hildið at vera rættast at hava vatntætt skott ímillum MRCC støðir og vanligar radiostøðir, sum Tórshavnar Radio er. Tað er niðurstøðan eftir at hava tosað við serfrøðing á økinum um málið. Serfrøðingurin, vit sipa til, er Don Petersen á Tvør- oyri, sum í mong ár var leiðari á Radioeftirlitinum. Síðani Radioeftirlitið og Fjarskiftiseftirlitið vórðu løgd saman, hevur hann verið samskipari hjá Fjar- skiftiseftirlitinum. Yvirhøvur hevur hann drúgvar royndir á hesum øki. Í mong ár var hann vakt- sjefur á Lyngby Radio í Danmark og hann er út- búgvin serfrøðingur í sam- skifti millum strandar- radiostøðir, sum Lyngby Radio og Tórshavnar Radio eru, og MRCC-støðir og SAR støðir. MRCC stendur fyri “Maritime Rescue Co- ordination Center) og SAR stendur fyri “Search And Rescue”, ella leiting og bjarging á føroyskum. Landsstýrið hevur tví- hildið um, at MRCC støðin, sum ætlanin er at stovna, má vera í Havn. Somuleiðis er ætlanin at leggja hana saman við Tórshavnar Radio Vit hava spurt Don Pet- ersen um tað er so avger- andi neyðugt, at MRCC støðin er í Havn, ella um og hon einsvæl kann verða onkustaðni úti á bygd. Hóast hann er varin í sínum svari, og ikki vil leggja seg út í politiskar avgerðir, kann tað ikki skiljast øðrvísi enn, at støð- in kann einsvæl liggja úti í bygd. Í øllum førum er tað skeivt at leggja MRCC støðina og Tórshavnar Radio saman. – Tær politisku ætlanir- nar skal eg ikki taka støðu til, men sum serfrøðingur á samskiftisøkinum, kann eg púra uttanveltað upplýsa, at í flest øllum heimsins lond- um sum ikki hava hernað- arstýri, eru strandarradio- støðir og MRCC-støðir at- skildar, sigur Don Petersen. Hann sigur, at hetta er tí, at strandarradiostøðir eru altíð sivilar, men at MRCC- støðir hinvegin eru hern- aðarligar, ella hálvhernað- arligar, eitt nú vaktar og bjargingartænastur. MRCC í Århus Don Petersen sigur, at í Danmark er Lyngby Radio ein sivilur stovnur, eins og Tórshavnar Radio er, men at MRCC støðin er hern- aðarlig – Lyngby Radio er í Lyngby tætt við Keyp- mannahavn og MRCC- støðin, tað sonevnda SOK, Søværnets Operative Kom- mando, er í Århus. – Hesir báðir stovnar eru sostatt atskildir, men teir hava gott samskifti við hvørja aðra. – Eins og Tósrhavnar Radio, hevur Lyngby Radio vakt á á øllum maritimum neyðfrekvensum, alt sam- døgurið, alt árið. – Sendir t.d. eitt eitt skip neyðarkall, hoyrir Lyngby Radio hetta beinanvegin, og tann, sum hevur vakt, boðar alt fyri eitt MRCC- støðini í Århus frá. MRCC- støðin setur so “leiting og bjarging” í verk. Men tað er framvegis Lyngby Radio, sum hevur ábyrgdina av, og samskipar alt radiosam- skifti millum tann neyð- stadda og bjargingarskip frá MRCC, og tað heldur Lyngby Radio fram við tí, heilt til bjargingararbeiðið er liðugt. – Alt radioneyðsamskifti millum neyðstadda skipið og bjargingarskip frá MRCC/SAR verður tikið upp á band á Lyngby Radio, og alt samskifti er á altjóða maritimu neyðfre- kvensunum, á millum- bylgju á 2182 kHz og á VHF á rás 16. – Tað samskifti, sum MRCC /SAR, hava sína- millum, er hinvegin á loyni- ligum hernaðarligum fre- kvensum. Men vil MRCC/ SAR hava samband við tað neyðstadda skipið, verður hetta altíð á sivilu altjóða neyðfrekvensunum 2182 kHz og rás 16 sum Lyngby Radio stýrir. Vit spurdu eisini Don Petersen, hví MRCC støðir og strandarradiostøðir altíð eru hvør sín stovnur í fram- komna heiminum? – Eg havi siglt uppá nær- um øll heimsins lond, men tað er bara í gamla Sovjet- tsamveldinum, í Kina og í Kili undir Pinochetstýr- inum, at herurin hevði tikið valdið á strandarradiostøð- unum. – Sum kunnugt er fremsta uppgávan hjá strandarradiostøðum at hava samskifti við skip sum koma í vanda. Men har- aftrat hava tær eisini alment samskifti t.d. telefonsam- røður millum skip og tele- fonfelagar á landi. – Í Vesturheiminum hev- ur verið hildið at tað kann vera sera óheppið, um her- urin, ella hálvhernaðarligir stovnar, hava valdið á einari sovornari støð. – Tí hava flest øll lond í veturheiminum hildið at best mundi vera at hava vatntætt skott millum MRCC-støð og strandar- radiostøð, sigur Don Pet- ersen. – Øll lond í framkomna heiminum halda at tað er óheppið, at hernaðarligar og hálvhernaðar- ligar støðir, sum MRCC, fáa valdu á sivilum radiostøðum, sum Tórshavnar Radio. Tí eru tær altíð atskildar, uttan í londum, sum hava hernaðarstýri og í kommunistiskum londum, sigur Don Petersen, serfrøðingur í radiosamskifti Skeivt at leggja MRCC støðina og Tórshavnar Radio saman KONSERT Tíðindaskriv frá konsertfelagnum Vestmennningar og havnarmenn kunnu vanta sær eina stóra uppliving viðrussiska klaversnillinginum Alexander Vaulin, sum fer at leika sær á ta- ngentunum í Vestmanna skúla hósdagin 1. febr. kl. 19:30 og í Norður- landahúsinum sunnu- dagin 4. febr. kl. 16:00. Á skránni eru stór norðurlendsk klaververk eftir kend tónaskald eins og danan Gade, norð- mannin Grieg og svian Stenhammer, umframt eitt verk av nýggjari dato eftir danan Ilja Bergh. Fólk kunnu vanta sær klaverspæl á sera høgum støði eftir henda russ- iska topp-pianist, sum av manglandi frælsi í síni kunstnerisku útfold- an tók sekkin og flutti til Danmarkar í 1989. Vau- lin er í Danmark vorðin ein virkin pianistur bæði sum solistur og undir- leikari. Hann er kendur fyri sítt virtuosa og følsama spæl, sum eisini hevur givið honum møguleikar at konserttera víða um í Europa. Hann hevur innspælt 5 fløgur fyri EMI og Classico og undirvísir m. a. á klaverperfek- tiónsskeiðum í Porto- gruaro og Celle-dei- Puccini í Italiu. Russiskur klaver- snillingur vitjar TÍÐINDASKRIV Hvat vænta politikarar av embætisfólki sínum, og hvussu víða eiga embætisfólk at fara, tá tey geva politikarunum ráð? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið settir verða á evnisdegi lýst verður við í hjáløgdu skeiðskrá hjá Løgmans- skrivstovuni fyri 2001. Útboðið í skeiðs- skránni er fjølbroytt, og fleiri nýggj evni eru á skránni. T.d. er eitt skeið um góðskuleiðslu, sum vit hava fingið Charlotte Qvist Frandsen, markn- aðarstjóra á skeiðsfyri- tøkuni hjá danska verkfrøðingafelagnum, DIEU, at standa fyri saman við Nýskipanar- deildini á Løgmans- skrivstovuni. Eitt annað skeið er um at luttaka í verkætlanum, sum verk- frøðingurin Mads Bars- lund, ið starvast á Ad- core Implement A/S stendur fyri. Bergur Godtfred, lærari á Handilsskúlanum skipar fyri einum skeiði um munadyggar upprits- hættir. Umframt nevnda evn- isdag um viðurskiftini millum politikarar og embætisfólk, verður lýst við einum evnisdegi fyri skrivarar, har fýra evnið verða viðgjørd: Sam- skifti og samstarv, at handfara strongd, al- nótin sum arbeiðsamboð og almenni starvs- fólkapolitikkurin. Undirvísararnir eru fyri ein stóran part før- oyskir, og í ár hava vit eitt skeið um fyrisiting- arlógina og lógina um alment innlit og eitt um lógartøkni við før- oyskum undirvísarum gjørt út frá føroyskum fortreytum. Men tað er eisini av týdningi at fáa kveiking uttaneftir í føroysku fyrisitinga, og tí er eisini onkur út- lendskur serfrøðingur millum skeiðsleiðarar- nar. Skeiðsskráin er send aðalstýrum og stovnum landsins, og er eisini at finna á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni http://www.fl.fo, sigur løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi. Um at ráðgeva politikarum Bergur Hanusson, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur TIT SPYRJA VIT SVARA HÚSARHALDS- OG FØÐSLU- FRØÐINGURIN Medistapylsa ikki burturkast Okkum dámar væl me- distapylsu. Men í práti ein dagin yvir kølidiskinum í Miklagarði við eina vin- konu, fekk eg líka sum annað at hugsa um. Hon segði, at medistapylsa verð- ur gjørd burtur úr kjøt- burturkasti. Tað sama við rørdum farsi og vanligum pylsum. Kann húsarhalds- frøðingurin svara mær um tað veruliga er so? Uppskriftirnar uppá me- distapylsu kunnu sjálvandi vera ymiskar. Eg setti om- anfyrinevnda spurning til slaktaran í Miklagarði og hjá MBM. Báðir vóru sera avgjørdir og avvístu pá- standinum um, at medista- pylsa verður gjørd úr kjøt- burturkasti. Í Miklagarði verður nýtt 2/3 svínakjøt og 1/3 neytakjøt, Hjá MBM verður bert svínakjøt nýtt. Tað er serliga kjøt frá bógvinum, sum verður nýtt til medistapylsu og rørt fars, sum faktiskt er sama deigg. Felags fyri medista- pylsu og rørt fars er, at feittinnihaldið er umleið 20-25 %. MÁLFRØÐINGURIN Mjólkarspann og mjólkarpakki Í orðasamansetingum skal onkuntíð eitt r ímillum, t.d. Mjólkarvirki. Eg havi stór- ar trupulleikar av hesum og veit rætt og slætt ikki, nær tað eigur at vera har og ikki. Kann málfrøðingurin greiða mær frá nær og hvar? Í sambandi við samansett orð plaga vit at tosa um stovnssamansetingar og hvørsfalssamansetingar. Í stovnssamansetingum hev- ur fyrra orðið onga ending, men í hvørsfalssamanset- ingum stendur fyrra orðið í hvørsfalli eintali ella fleirtali. Taka vit hvørki- kynsorðið keyp sum dømi, er keypmaður stovnssam- anseting, meðan keypsprís- ur er hvørsfalssamanset- ing. Orðið keyp endar við - s í hvørsfalli eintali, t.e. keyps, og tí fáa vit s millum keyp og prísur í keyps- prísur. Hvørsfall fleirtal endar altíð við -a, meðan hvørs- fall fleirtal hevur ymiskar endingar. Sterkt bend kvennkynsorð, t.d. bygd, og summi sterkt bend kallkyns- orð, t.d. vinur, enda við -ar í hvørsfalli eintali, t.e. ávikavist bygdar og vinar. Orðið mjólk er sterkt bent kvennkynsorð, og tað er bert eintalsorð; tað ber ikki til at tosa um fleiri mjólkir. Hvørsfalssamansetingar, har mjólk er fyrri liður, fáa sostatt altíð ar millum mjólk og seinna lið, t.d. mjólkarvirki, mjólkarpakki, mjólkarspann o.s.fr. Orsøkin til at tað mangan er torført at gera av, um vit skulu hava ar ella a í hvørsfalssamansetingum, er, at hesin munur ikki er í talumálinum, sbr. mjólkar- pakki, sum eigur at skrivast við r, men verður sagt, og eigur at sigast, við ongum r. Talan er sostatt um eina skriftmálsreglu burturav. Og tað er ikki altíð so lætt at gera av, um vit skulu velja eintal ella fleirtal. Eitt nú góðtekur Móðurmáls- orðabókin bæði staðarnavn (hvørsfall eintal) og staða- navn (hvørsfall fleirtal). Skuldu vit fylgt reglunum til fulnar, t.e. at vit brúktu hvørsfall eintal, tá ið inni- haldið er eintal, og hvørs- fall fleirtal, tá ið innihaldið er fleirtal, áttu vit at skriv- að staðarnavn, men staða- nøvn, men tað hevði verið í so tvørligt. Í tílíkum førum velja vit vanliga eintals- formin, tí vit fata hann sum grundform. Spyrjið serfrøðingarnar Hava tit spurningar til serfrøðingarnar, kunnu tit senda teir til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn ella á fax: 314720 og teldupostadressuna: spyr@sosialurin.fo Handilin í Dr. Jakob- sensgøtu verður um- bygdur, so tað verður rúmligari í handlin- um. Nú verður pláss hjá tveimum kundum við innkeypsvogni at møtast millum hillarnar UMBYGGING Stefan í Skorini Týsmorgunin 6. februar letur handilin hjá FK í Dr. Jakobsensgøtu uppaftur við nógvum góðum tilboðum. Tá verður umbyggingin lið- ug, og handilin verður meira kundavinarligur. Fremsta endamálið við umbyggingini er at fáa meira pláss til viðskiftafólk og starvsfólk í handlinum. Talan er um rættiliga stórar broytingar, sum verða framdar. Næstan alt innbúgvið verður skift. Bara eini 5-10% av gamla innbúgvinum verður brúkt umaftur, meðan restin er nýtt. Bo Møller, leiðari av handlinum, sigur, at henda umbyggingin er hart til- trongd, tí tørvur var á ein- um størri handli. Hann sig- ur, at umbyggingin nútíðar- ger handilin, og betri pláss verður hjá kundanum. Tal- an verður um eini 30 fer- metrar, sum verða lagdir afturat gólvplássinum. Bo sigur, at í meginpart- inum av handlinum ber tað ikki til, at tveir innkeyps- vognar møtast, tí pláss er ikki fyri tí. Eftir umbygg- ingina verður tað soleiðis, at vognar kunnu møtast í næstan øllum handlinum. Handilin verður við hesum nútíðargjørdur. Handilin varð bygdur í 1972, og hetta er størsta umbyggingin, sum er framd síðani tað. Í 1978 og 87 vórðu stórar umvælingar framdar, men hetta er tann størsta. Í løtuni arbeiða fimtan fólk í handlinum. Bo heldur, at henda um- byggingin er neyðug fyri at handilin skal yvirliva, og at tað er neyðugt at fylgja við tíðini. Hann sigur, at handilin nú fer at leggja seg meira eftir at hava heitan mat til svangar magar. Til hetta endamálið hevur handilin fingið serligar diskar til matin. Nú er handilin kúvendur, og kundin fer at ganga hin- vegin runt í handlinum, tá hann kemur inn. Keypssamtøkan fær meiri pláss Heldur trongt er í løtuni í FK handlinum í Dr. Jakobsensgøtu, men eftir umbyggingina verður heldur rúmligari Mynd: Jens Kr. Vang