Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 14. desember 2006 45 Jólasangir, meðan vit bíða Vit hava sett nøkrum av børnunum, ið syngja við á Jólafløguni »meðan vit bíða« stevnu. Fløgan, sum longu nú tykist vælumtók, inniheldur fimtan jólasangir. Spurd hvussu gongdin hevur verið svara øll, stuttligt, spennandi og læruríkt. - Vit byrjaðu at venja í august og hava vant bæði í barnagarðinum og heima. - Mær dámar sera væl at syngja leggur Bjørk afturat. - Serliga dámar mær væl sangin, J tað merkir Jólaaftan. Mia og Marin halda, at sangurin: Á Jólum er friður, er tann besti. Teitur, Rógvi, Bára og Gyðja halda at Sledurokk er tann koolasti. Tey høvdu fegin gjørt eina fløgu afturat, um tey vóru biðin, so glað hava tey verið fyri luttøkuna á hesu fløgu. Tey eru samd um, at úrvalið av sangum er gott. Glaðast eru tey fyri teir nýggjaru sangirnar. Rottujól, har Sverri Egholm hevur skriva orðini og Palli Hansen lagið, fær nógv góð orð við sær frá børninum. Ein samanrenning av Róa Patursson og John Lennon hevur eisini fanga børnini við undran í » Á Jólum er friður«. Okkara prát hevur nú fingið bein at ganga á, so nú verður alt vent upp og niður, Vit telja Jólini og so varð tað kavamaðurin, ið bránaði, ikki at gloyma tann pinkulítla vætturin, ið búði uppi á loftinum. Børnini hava eisini prýtt sanghefti við myndum. - Vit fingu øll møguleikan at syngja og tekna og harvið verða ein partur av fløguni sigur Mia - Tey sum ikki høvdu so góðan hug at syngja, fóru so at tekna ístaðin, tað var eisini stuttligt. Børnini halda tað vera hugaligt, at fólk eru fegin um nýggju fløguna. - Nógv siga hvussu væl vit duga at syngja og spyrja um vit kundu hugsað okkum at verði poppstjørnur. Mia og Bjørg eru ikki bangnar fyri at siga, at tað vilja tær fegnar. – Vit fara so í øllum førum at syngja, mest tí tað er hugnaligt. Nú venja vit til ein Jólaleik, ið vit skulu framføra í barnagarðinum, fyri foreldrum o.ø. Síðstu orðini fekk Teitur. Teitur sigur, at genturnar sungu so hart, at tað var trupult hjá hjá okkum at hoyra, hvat sungið varð. – Tær vildu altíð standa nærmast mikrofonini! Typiskt. PhotoCare klárar allar jólamyndirnar! 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Keyp jólamerkini 2006 Prísur:30,- kr - og fá ein bókling við 30 bakiuppskriftum Tel 42 22 70 Norðskáli STANLEY Gávur Leikur Búnýti Kvik Køkar Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn tel 27 77 11 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna skógvar bæði til børn og vaksin fáast í 18 ymiskum litum Verður keypt av netinum á ergo.fo, verður latið 10% í avsláttri! J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777 ergo@ergo.fo · www.ergo.fo