Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 242 - 14. desember 2006 Jólahugni í Smiðjuni í Lítluvík 14. – 19. desember verður søluframsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har tríggjar kreativar konur sýna fram list og listahandverk og ymiskt handaligt arbeiði. Eisini verða fyrstafloks vovnar vørur frá Føroya Blindastovni á framsýningini. Latið verður upp hósdagin, har opið er frá klokkan 15 til 21. Hinar dagarnar er framsýningin opin frá klokkan 10 til 21. Framsýnararnir eru Olivia Kristiansdóttir, Marjun Jóanesardóttir og Tove Askham umframt Vevstovan á Føroya Blindastovni. Vørurnar eru ymiskar og allar vælegnaðar til jólagávu. Talan er um handverk, sum er bundið, tøvt, seymað ella vovið umframt jóla- og hálsprýði og myndlist. So er ætlanin at keypa barna-anorakkar, hosur, sjal, kettuhúgvur, inniskógvar, kviltað teppið, hálsturriklæði ella okkurt heilt annað, so skuldu møguleikarnir verið góðir í Smiðjuni. Í sera hugnaligu smiðjuni, ber eisini til at keypa sær ein heitan munn – te, kaffi og alkoholfrítt gløgg við kleynum og sirupskøkum afturvið. Eisini verða brendar og saltaðar mandlur at fáa. N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687 Til tann professionella og til nýbyrjaran GPS Plottarar, ekkólodd o.a. Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo til stuttleika- & útrórarbátin. Tel. 35 21 82 Email info@vikmar.fo Skapið framtíðina saman við okkum... í desember 2006 www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Hús á Strondum til sølu Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Nógv hugnaligt jólaprýði!