mánadagur 18. desember 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 244 - 18. desember 2006
Átta næmingar á
make-up skeiði hjá
Lailu Hansen fingu
diplom sum make-up
artistar fríggjakvøldið
Móti
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tær átta kvinnurnar, sum
fingu handað diplom í
professionellari make-up,
hava tikið útbúgvingina
sum kvøldskúla seinastu
tríggjar mánaðirnar, har tær
hava gingið í skúla í trý til
fýra kvøld um vikuna.
Tað er Laila Hansen,
kosmetologur, ið er gift
við Hans Fróða Hansen,
stylinsti, sum hevur skipað
fyri skeiðinum, ið er fyrsta
av slíkum slagi í Føroyum.
Í sambandi við, at kvinnurnar
nú kunnu rópa seg make-
up artistar fáa tær hvør sítt
kuffert við øllum greiðum
í, sum ein professionellur
make-up artistur hevur brúk
fyri.
– Útbúgvingin hevur
kostað
teimum
25.000
krónur og nú kunnu tær
bjóða seg fram til at smyrja
fólki til eitt og hvørt høvi.
Til dømis til brúdleyp, kvøld
og dag, film, myndatøkur,
sjónleik, fantasy og annars
alla staðni, har tað er eitt
krav, at smyrslið er perfekt
og heldur sær, sigur Laila
Hansen, sum hevur staðið
fyri undirvísingini saman
við Elisabeth Johannesen.
Og Laila leggur afturaf, at
hon helst fer at bjóða eitt
tílíkt skeið úr aftur einaferð
fyrst í komandi ári.
– Vit eru ómetaliga væl
nøgdar við úrslitið og gleða
okkum til at bjóða okkum
fram ymsa staðni, siga
glaðu næmingarnir, sum nú
fara í býin at hátíðarhalda
nýggja tittulin.
Hava lært til
make-up artistar
SKODA OCTAVIA 1,6
Skrásetingarnr: FJ 392
Árgangur: 01.12.00
Km: 78.000
Seinast sýnaður: 20.08.04
Kr. 82.000,-
TOYOTA COROLLA 1,3 111-SERIA
Skrásetingarnr: TN 455
Árgangur: 12.05.99
Km: 95.000
Seinast sýnaður: 18.09.06
Kr. 65.000,-
TOYOTA AVENSIS 2,0 SOL BUS. SED.
Skrásetingarnr: FG 042
Árgangur: 27.04.04
Km: 64.000
Seinast sýnaður: 27.04.04
Kr. 225.000,-
TOYOTA AVENSIS 2,0 TD
Skrásetingarnr: SU 198
Árgangur: 26.08.98
Km: 160.000
Kr. 85.000,-
KIA CARENS 2,0
Skrásetingarnr: TE 148
Árgangur: 09.09.03
Km: 47.000
Seinast sýnaður: 09.09.03
Kr. 128.000,-
TOYOTA CAMRY 3,0 GL SEDAN AUT.
Skrásetingarnr: ER 235
Árgangur: 12.04.00
Km: 94.000
Seinast sýnaður: 09.11.05
Kr. 165.000,-
CITROEN XSARA 1,6 STW
Skrásetingarnr: AK 361
Árgangur: 01.01.02
Km: 32.000
Seinast sýnaður: 01.03.06
Kr. 108.000,-
MITSUBISHI CARISMA 1,8
Skrásetingarnr: BV 662
Árgangur: 08.08.96
Km: 172.000
Kr. 42.000,-
KIA CARNIVAL 2,9
Skrásetingarnr: VS 473
Árgangur: 06.09.01
Km: 102.000
Kr. 125.000,-
OPEL VECTRA 1,6
Skrásetingarnr: FM 129
Árgangur: 10.04.02
Km: 72.000
Seinast sýnaður: 29.05.06
Kr. 95.000,-
Tær seta eftirgjørdar eygnavippur á
Rannvá, Sólgerð, Randi, Elisabeth, Guðrið, Ásla, Harda, Elisabeth og Laila
Sera hugnaligt var í
miðbýnum leygardagin,
tá Jólaskipið legði at í
Vágsbotni. Aftaná bar til
hjá mongu fólkunum at
stíga inn á í Miðlahúsinum
til drekkamunn og klarinet
tónleik ella niðan í Jólabýin,
har mongu búðirnar lýstu
upp í myrkrinum. Seinni var
móttøka fyri Vígdis og Sáru
í ráðhúsinum.
rd.
Jólahugni í Havn