mánadagur 18. desember 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 244 - 18. desember 2006
tíðindi
Nú ber til hjá øllum
føroyskum børnum
at vitja heimasíðuna
hjá banrnablanum
Strok, sum er eitt
íkast til blaðið og
eitt alternativ til
útlendskar síður.
Heimasíðan er at
finna á www.strok.net
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Beinta Johannesen, blaðstjóri
á Strok sigur við Sosialin, at
nýggja heimasíðan er ætlað
sum eitt ískoyti til blaðið,
og at hon sostatt ikki er ein
endurgeving av blaðnum.
– Við Stroknetinum, sum
síðan eitur, ber til at koma
við feskum tíðindum til børn
og ung. Framleiðslutíðin av
blaðnum er so mikið long,
at lítið virði er í nýggj
heitunum, sigur Beinta
Johannesen. Og hon greiðir
víðari frá, at tey eisini hava
ein ’event-kalendara’ har til
tøk og annað fyri børn og
ung verða lýst.
– Kalendarin fer vónandi
at vera ’staðið’ fyri børn
og vaksin, sum skipa fyri
ella vitja tílík tiltøk, sigur
Beinta, sum eisini vísir á,
at heimasíðan ikki er heilt
liðug enn, men verður liðug
aftaná nýggjár.
Gløggi Blobb og Meyla
& Knøttur fara at hava sín
egna heim á Strokanetinum.
Blobb fer at siga frá ymiskum
forvitnisligum innan náttúru
vísind, og Meyla og Knøttur
fara at siga frá tí, sum tey
takast við, umframt Meyla
& Knøttur Spøl, og at Blobb
og Meyla hava ein spurnar
kassa.
Beinta sigur, at heimasíðan
sjálvandi eisini er ætlað sum
eitt mótspæl til útlendskar
síður til børn og ung.
– Endamálið við Strok er
jú at geva føroyskum børnum
gott tilfar á føroyskum, sig
ur hon, og avdúkar, at nú í
jólamánaðinum er ein jóla
kalendari, ið er skipaður
sum ein spurnarkapping,
við einum spurningi hvønn
dagin fram til jólaaftan.
– Har eru børn inni og
svara alt samdøgri og har
eru nógvir góðir vinningar
at vinna, lovar Beinta,
sum er blaðstjóri á sera
væl umtókta og nýliga nú
tímansgjørda barna- og
ungdómsblaðunum Strok,
sum Bókadeild Føroya Lær
arafelags gevur út.
Nýggj
føroysk
heimasíða
fyri børn