mánadagur 18. desember 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2006
5
KT-LEIÐARI
Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið
Starvið
Sum KT-leiðari stendur tú á odda fyri øllum KT-økinum hjá Statoil
Føroyar. Tú hevur evstu ábyrgd av KT-skipanum okkara og fert at
leiða krevjandi KT-verkætlanir, sum eru fyri framman.
Arbeiðsuppgávur
Sum KT-leiðari hevur tú fjølbroyttan dag. Nakrar av uppgávunum
eru at:
• Menna KT-økið, so at arbeiðsgongdir og skipanir á besta
hátt stuðla dagliga arbeiðinum hjá starvsfólki okkara.
• Leiða og skipa KT-verkætlanir.
• Menna, reka og viðlíkahalda KT-skipanir.
• Vera við í KT-toymum hjá Statoilsamtakinum.
• Samskipa raksturin av KT-kervinum við
aðrar partar av Statoilsamtakinum.
• Tryggja, at KT-kervið lýkur altjóða
krøv hjá Statoilsamtakinum.
Deildin
Tú fert at leiða KT-deildina, sum er partur av fíggjardeildini hjá
P/F Statoil Føroyar. Tú fært starvsfólkaábyrgd og verður partur av
leiðslutoyminum á fíggjardeildini.
Tínir førleikar
Tú dugir av øllum at leiða eitt arbeiði, hevur álit millum fólk,
virðir tey og fært tey við tær. Tú hevur ein eldhuga fyri krevjandi
avbjóðingum, snávar ikki í skeivari løtu og missir ikki málið úr
eygsjón. Tær dámar eisini væl at fara undir nýmótans manna-
gongdir og hevur treiskni og dugnaskap til at fullføra tær.
Tú hevur KT-útbúgving og arbeiðsroyndir til at greiða yrkisliga
partin av arbeiðinum. Hægri útbúgving er fyrimunur. Orðið er
eisini ein av styrkjum tínum, bæði skrivliga og munnliga, og
enskt dugir tú væl.
Vit bjóða tær
Eitt áhugavert og spennandi starv, sum gevur tær góðar
møguleikar
fyri
persónligari
og
yrkisligari
menning.
Statoilsamtakið raðfestir KT-økið sera frammarlaga, og arbeiðið
verður ofta skipað í samstarvi við toymi, ið virka tvørtur um
landamørk. Tær stendur eisini í boði at vera við á skeiðum
innanlands sum uttanlands, bæði hjá Statoilsamtakinum og
øðrum.
Lønin verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging
fylgir við starvinum.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Sverra Kallsberg,
fíggjarleiðara, tlf. 34 35 00.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal
vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2006. Stíla
umsóknina til:
P/f Statoil Føroyar
Postboks 3098
FO 110 Tórshavn
att.: Sverri Kallsberg
ella send teldubræv til: FRSK@Statoil.com
Umsókn tín verður viðgjørd í trúnaði.
Endamálið hjá Statoil Føroyar er at veita brúkarum í Føroyum
oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða umleið 150
fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins
og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum
okkara.
– fyri viðskiftafólk okkara
R e p r o z
KT-LEIÐARI
Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið