Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 18. desember 2006 5 KT-LEIÐARI Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið Starvið Sum KT-leiðari stendur tú á odda fyri øllum KT-økinum hjá Statoil Føroyar. Tú hevur evstu ábyrgd av KT-skipanum okkara og fert at leiða krevjandi KT-verkætlanir, sum eru fyri framman. Arbeiðsuppgávur Sum KT-leiðari hevur tú fjølbroyttan dag. Nakrar av uppgávunum eru at: • Menna KT-økið, so at arbeiðsgongdir og skipanir á besta hátt stuðla dagliga arbeiðinum hjá starvsfólki okkara. • Leiða og skipa KT-verkætlanir. • Menna, reka og viðlíkahalda KT-skipanir. • Vera við í KT-toymum hjá Statoilsamtakinum. • Samskipa raksturin av KT-kervinum við aðrar partar av Statoilsamtakinum. • Tryggja, at KT-kervið lýkur altjóða krøv hjá Statoilsamtakinum. Deildin Tú fert at leiða KT-deildina, sum er partur av fíggjardeildini hjá P/F Statoil Føroyar. Tú fært starvsfólkaábyrgd og verður partur av leiðslutoyminum á fíggjardeildini. Tínir førleikar Tú dugir av øllum at leiða eitt arbeiði, hevur álit millum fólk, virðir tey og fært tey við tær. Tú hevur ein eldhuga fyri krevjandi avbjóðingum, snávar ikki í skeivari løtu og missir ikki málið úr eygsjón. Tær dámar eisini væl at fara undir nýmótans manna- gongdir og hevur treiskni og dugnaskap til at fullføra tær. Tú hevur KT-útbúgving og arbeiðsroyndir til at greiða yrkisliga partin av arbeiðinum. Hægri útbúgving er fyrimunur. Orðið er eisini ein av styrkjum tínum, bæði skrivliga og munnliga, og enskt dugir tú væl. Vit bjóða tær Eitt áhugavert og spennandi starv, sum gevur tær góðar møguleikar fyri persónligari og yrkisligari menning. Statoilsamtakið raðfestir KT-økið sera frammarlaga, og arbeiðið verður ofta skipað í samstarvi við toymi, ið virka tvørtur um landamørk. Tær stendur eisini í boði at vera við á skeiðum innanlands sum uttanlands, bæði hjá Statoilsamtakinum og øðrum. Lønin verður ásett eftir royndum og útbúgving. Eftirlønartrygging fylgir við starvinum. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Sverra Kallsberg, fíggjarleiðara, tlf. 34 35 00. Umsóknir Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. desember 2006. Stíla umsóknina til: P/f Statoil Føroyar Postboks 3098 FO 110 Tórshavn att.: Sverri Kallsberg ella send teldubræv til: FRSK@Statoil.com Umsókn tín verður viðgjørd í trúnaði. Endamálið hjá Statoil Føroyar er at veita brúkarum í Føroyum oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða umleið 150 fólk. Vit stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og umhvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara. – fyri viðskiftafólk okkara R e p r o z KT-LEIÐARI Statoil Føroyar søkir eftir leiðara til KT-økið