Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 4 - 5. januar 2007 tíðindi Fríðborg fingið sjógv Eingin mansskaði hendi, tá rækjutrolarin Fríðborg fekk ein sjógv sunnan fyri Hvarvið í mikukvøldið. Fríðborg var á veg vestur á Grand Bank, tá skipið fekk ein sjógv nakað sunnan fyri Hvarvið. Nakrir rútar á brúnni fóru inn, og ein partur av útgerðini á brúnni fór, men tað eydnaðist manningini at seta plátur uppfyri. Tummas Justinussen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at hann veit ikki við vissu, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið, ella hvar skaðin skal umvælast. Hin rækjutrolarin hjá reiðarínum, Havborg, er á veg til Fríðborg. Fríðborg er fyrrverandi Napoléon. 17 mans eru við skipinum. Ejendomsvækst stendur seg væl Tað gongur væl hjá Ejendomsvækst A/S, sum Eik eigur ein part av. Børsen skrivar, at Ejendomsvækst er millum tey størstu á sínum øki í Danmark nú. Ejendomsvækst hevur keypt fastogn í Týsklandi og Svøríki fyri 1,7 mia kr., og ársumsetningurin av fastogn verður umleið 3,5 mia kr. Hetta ber í sær, at Ejendomsvækst helst fer at standa sum størsti útbjóðari av sonevndum íløguognum í Danmark, skrivar Børsen. Ejendomsvækst A/S er eitt felag, sum bjóðar íleggjarum á ymsan hátt at seta pening í fastogn í fleiri londum. Løgtingsins Umboðsmaður átal­ar Kunoyar kommunu fyri drúgva og jánkaliga við­ gerð. Ein kommuna kann ikki um­bera seg við vantandi arbeiðs­orku, og at hon tí ikki hevur stundir til at avgreiða eina umsókn um alment inn­ lit. Tað sigur Løgtingsins Um­boðsmaður, sum hevur átal­að Kunoyar kommunu fyri drúgva og jánkaliga við­ gerð, tá hon fekk eina um­sókn um innlit í fýra mál. Umsóknin var frá einum bygdaráðslimi, sum eisini bað um innlit sum borgari í komm­ ununi. Umsøkjarin fekk ikki svar fyrr enn meiri enn tríggjar mánaðir seinni, sjálvt um lógin sigur,at umsøkjarar eiga at fáa at vita innan 10 dagar, hví teir ikki hava fingið svar, og nær svarið kann væntast. Kunoyar kommuna umbar seg við millum annað vant­ andi arbeiðsorku, men ta frá­greiðingína góðtekur Um­boðsmaðurin ikki. Og komm­­unan kann heldur ikki um­bera seg við, at um­sókn­ in var ikki nóg greið, tí fyri­ sit­ingarlógin sigur, at ein komm­una eigur at hjálpa um­søkjarum, so kommunan greitt fær at vita, hvat tað er, sum umsøkjarin biður um. -árni Kunoyar kommuna fingið átalu Komandi vikuskiftið 13. og 14. januar fer Arctic Yggdrasil á pall í Norðurlandahúsinum og á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á konsertunum hjá Ygg­ drasil í fjør í Grønlandi spældi Yggdrasil fyri fyrstu ferð við Rasmus Lyberth sum solisti. Úrslitið av samstarvinum gjørdist somikið nøktandi, at Yggdrasil og Lyberth fara á pall aftur saman í janu­ar. Fyrst á Norður Bryggj­uni í Keypmannahavn 13. januar og síðan í Norður­landa­ húsinum 14. januar. Saman kalla teir seg Arctic Yggdrasil & Rasmus Lyberth. Teir fara at framføra suit­ina Grønland – Verden Åndehul / Nunarsuup Allua / Blástur heimsins, ið er nýskrivað av Kristian Blak og Rasmus Lyberth. Kristian Blak og Rasmus Lyberth hava áður arbeitt saman á verkætlanini Pini­ artut – the Hunters (2001). Nýggja verkið tekur støði í Arktis, og hugleiðingum hjá Rasmus Lyberth um grøn­ lendsku náttúruna og íshavið sum heimsins blástur. Blak & Lyberth sam­starv­ aðu lið um lið við at skapa tær 9 kompositiónirnar, sum virka sum eina ferð gjøgnum innlandsísin. Alt framført á grønlendskum av Lyberth. Artic Yggdrasil eru Rasmus Lyberth (sang og slagverk), Kristian Blak (klaver), Angelika Nielsen (fiól), Villu Veski (saksofon) og Mikael Blak (bass) nud Nú er høvi til at síggja eitt videobrot við Roger Hod­ gson har hann framførur heims­kenda lagið “Give A Little Bit”. Tað vóru troyttir festi­val­ gestir, sum hugaligir bíðaðu til langt út á náttinina fyri at uppliva Roger Hodgson, sum ótroyttiliga hevði roynt at lent í Føroyum í yvir eitt døgn. Eftir fleiri uppfyllingar í Íslandi og Noregi eydnaðist umsíðir hjá Atlantic Airways at lenda í Vágum og fáa Super­ stjørnuna express norður til Klaksvíkar við tyrlu, og fagn­aðurin var stórur, tá ið Mr. Supertramp, Roger Hodgson, trein á pallin. Tað vóru ongin tekin um troyttleika og onki knarr frá aldrandi harranum, bert positivar vibratiónir og ein professionell superstjørna, sum í lýsingini trøllabant fólk við síni eyðkendu rødd, góðu løgum og sínum ljósa lyndi. Ein ógloymandi løta á Vágsbøi! Videobrótið er at finna undir slóðini video á www. summarfestivalur.fo Fróði Steenberg Útnorður samstarv á konsertferð Nýtt videobrot við Roger Hodgson á Summarfestivalinum