fríggjadagur 5. januar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 4 - 5. januar 2007
tíðindi
Fríðborg fingið sjógv
Eingin mansskaði hendi, tá rækjutrolarin Fríðborg fekk ein sjógv sunnan
fyri Hvarvið í mikukvøldið.
Fríðborg var á veg vestur á Grand Bank, tá skipið fekk ein sjógv nakað
sunnan fyri Hvarvið. Nakrir rútar á brúnni fóru inn, og ein partur av útgerðini
á brúnni fór, men tað eydnaðist manningini at seta plátur uppfyri.
Tummas Justinussen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at hann veit ikki við
vissu, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið, ella hvar skaðin skal umvælast.
Hin rækjutrolarin hjá reiðarínum, Havborg, er á veg til Fríðborg.
Fríðborg er fyrrverandi Napoléon. 17 mans eru við skipinum.
Ejendomsvækst stendur seg væl
Tað gongur væl hjá Ejendomsvækst A/S, sum Eik eigur ein part
av. Børsen skrivar, at Ejendomsvækst er millum tey størstu á
sínum øki í Danmark nú.
Ejendomsvækst hevur keypt fastogn í Týsklandi og Svøríki
fyri 1,7 mia kr., og ársumsetningurin av fastogn verður umleið
3,5 mia kr. Hetta ber í sær, at Ejendomsvækst helst fer at standa
sum størsti útbjóðari av sonevndum íløguognum í Danmark,
skrivar Børsen.
Ejendomsvækst A/S er eitt felag, sum bjóðar íleggjarum á
ymsan hátt at seta pening í fastogn í fleiri londum.
Løgtingsins Umboðsmaður
átalar Kunoyar kommunu
fyri drúgva og jánkaliga við
gerð.
Ein kommuna kann ikki
umbera seg við vantandi
arbeiðsorku, og at hon tí ikki
hevur stundir til at avgreiða
eina umsókn um alment inn
lit. Tað sigur Løgtingsins
Umboðsmaður, sum hevur
átalað Kunoyar kommunu
fyri drúgva og jánkaliga við
gerð, tá hon fekk eina umsókn
um innlit í fýra mál.
Umsóknin var frá einum
bygdaráðslimi, sum eisini bað
um innlit sum borgari í komm
ununi. Umsøkjarin fekk ikki
svar fyrr enn meiri enn tríggjar
mánaðir seinni, sjálvt um
lógin sigur,at umsøkjarar eiga
at fáa at vita innan 10 dagar,
hví teir ikki hava fingið svar,
og nær svarið kann væntast.
Kunoyar kommuna umbar
seg við millum annað vant
andi arbeiðsorku, men ta
frágreiðingína
góðtekur
Umboðsmaðurin ikki. Og
kommunan kann heldur ikki
umbera seg við, at umsókn
in var ikki nóg greið, tí fyri
sitingarlógin sigur, at ein
kommuna eigur at hjálpa
umsøkjarum, so kommunan
greitt fær at vita, hvat tað er,
sum umsøkjarin biður um.
-árni
Kunoyar kommuna
fingið átalu
Komandi
vikuskiftið 13. og
14. januar fer Arctic
Yggdrasil á pall í
Norðurlandahúsinum
og á Norðurbryggjuni
í Keypmannahavn.
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á konsertunum hjá Ygg
drasil í fjør í Grønlandi
spældi Yggdrasil fyri fyrstu
ferð við Rasmus Lyberth
sum solisti.
Úrslitið av samstarvinum
gjørdist somikið nøktandi,
at Yggdrasil og Lyberth fara
á pall aftur saman í januar.
Fyrst á Norður Bryggjuni í
Keypmannahavn 13. januar
og síðan í Norðurlanda
húsinum 14. januar. Saman
kalla teir seg Arctic Yggdrasil
& Rasmus Lyberth.
Teir fara at framføra
suitina Grønland – Verden
Åndehul / Nunarsuup Allua
/ Blástur heimsins, ið er
nýskrivað av Kristian Blak
og Rasmus Lyberth.
Kristian Blak og Rasmus
Lyberth hava áður arbeitt
saman á verkætlanini Pini
artut – the Hunters (2001).
Nýggja verkið tekur støði í
Arktis, og hugleiðingum hjá
Rasmus Lyberth um grøn
lendsku náttúruna og íshavið
sum heimsins blástur.
Blak & Lyberth samstarv
aðu lið um lið við at skapa
tær 9 kompositiónirnar, sum
virka sum eina ferð gjøgnum
innlandsísin. Alt framført á
grønlendskum av Lyberth.
Artic Yggdrasil
eru
Rasmus Lyberth (sang og
slagverk), Kristian Blak
(klaver), Angelika Nielsen
(fiól), Villu Veski (saksofon)
og Mikael Blak (bass)
nud
Nú er høvi til at síggja eitt
videobrot við Roger Hod
gson har hann framførur
heimskenda lagið “Give A
Little Bit”.
Tað vóru troyttir festival
gestir, sum hugaligir bíðaðu
til langt út á náttinina fyri
at uppliva Roger Hodgson,
sum ótroyttiliga hevði roynt
at lent í Føroyum í yvir eitt
døgn. Eftir fleiri uppfyllingar
í Íslandi og Noregi eydnaðist
umsíðir hjá Atlantic Airways
at lenda í Vágum og fáa Super
stjørnuna express norður
til Klaksvíkar við tyrlu, og
fagnaðurin var stórur, tá
ið Mr. Supertramp, Roger
Hodgson, trein á pallin.
Tað vóru ongin tekin um
troyttleika og onki knarr
frá aldrandi harranum, bert
positivar vibratiónir og ein
professionell superstjørna,
sum í lýsingini trøllabant
fólk við síni eyðkendu rødd,
góðu løgum og sínum ljósa
lyndi. Ein ógloymandi løta
á Vágsbøi!
Videobrótið er at finna
undir slóðini video á www.
summarfestivalur.fo
Fróði Steenberg
Útnorður samstarv
á konsertferð
Nýtt videobrot við Roger Hodgson
á Summarfestivalinum