Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti  Spælir altíð í somu hos 26 ára gamli Christian Høgni Jac­obsen er ein av bestu fót­ bólts­spælarum í landinum. Hó­ ast unga aldurin hevur Christ­ ian Høgni roynt mangt og hvat á fótbóltsleið sínari. Hann hev­­ur spælt við fleiri donskum fel­øg­um, og hann hevur verið á lands­liðnum í nógv ár. Næsta ár skiftir hann tær gulu strípurnar hjá NSÍ út við tær reyðu hjá HB. Tað verð­ur sostatt fyrstu ferð, at hann fer at spæla fyri eitt ann­að føroyskt felag enn barndómsfelagið NSÍ. Skoraði í fyrsta dysti Christian Høgni byrjaði sum 7 ára at spæla fótbólt. Í ung­ dóms­ár­unum spældi hann við Silk­e­borg og Lyngby. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri NSÍ sum 17 ára gamal, og tann dysturin gekk væl. - Eg minnist, at tað var á Eyst­an­stevnu, og vit spældu móti B36. Eg skoraði í dyst­i­ num, sigur Christian Høgni. Christian Høgni hevur roynt utt­an­lands­ævintýrið í Dan­ mark. Har spældi hann fyri Es­bjerg og Vejle. Í Vejle gekk væl, áðrenn ein skaði spilti hon­um spælið. Skaði kom illa við - Tað gekk rættiliga væl í Vejle. Eg haldi, at eg skoraði átta mál í fimm dystum, áðr­enn eg fekk ein skaða í kross­bandið. Skaðin kundi ikki komið uppá eitt verri tíðs­punkt. Eg var akkurát í góð­um formi, og eg hevði eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Vejle. Teir vóru fíggjarliga trongd­ir, og tí kom ikki uppá tal at longja sáttmálan hjá mær, tí at eg var skaddur í eitt heilt ár, sigur Christian Høgni, sum tá var í tøttum sambandið við okk­urt Superligafelag. - Eg hevði fingið bjóða ein nýggj­an sáttmála frá Vejle stutt undan, at eg bleiv skadd­ ur, men eg valdi at bíða fyri at kanna nakrar møguleikar við onkr­um superligafelag. Men so gjørdist eg skaddur, og nú kann eg iðra meg um, at eg ikki skrivaði undir beinanvegin, sig­ur Christian Høgni. Ikki slept út­lands­ dreyminum Christian Høgni fekk lív í yrk­is­ leið­ina aftur, tá ið hann kom aft­ur til NSÍ at leika. Í ár hevur hann veruliga verið millum teir bestu, og serliga fyrru helvt var hann berandi kraftin hjá NSÍ. Hóast hann nú skiftir til HB, hevur hann ikki slept dreym­i­num um at royna seg utt­an­lands enn eina ferð. - Um rætta tilboðið kemur, rokni eg við, at eg taki av. Men tað er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um allatíðina, sig­ur hann. Beint undan kappingarenda í fjør gjørdi Christian Høgni greitt, at hann ætlaði sær utt­ an­lands aftur at spæla. Kortini er hann nú at finna í HB. Sos­ i­al­ur­in spyr hann, hvussu tað ber til. - Eg var sera nær við at skifta til Køge. Tað manglaði ein­­ans ein undirskrift. Men okk­ urt gekk galið frá teirra síðu. Ein skaði forðaði Christian Høgna í at fáa tað stóra gjøgnumbrotinum, tá ið hann spældi við Vejle. Hann hevur tó ikki slept útlandsdreyminum. - Eg skifti til HB orsakað av ítróttarligu avbjóðingini, sigur Christian Høgni, sum altíð spælir dyst í somu hosum innanfyri skinnararnar Fótbóltur Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Christian Høgni um politikk - Eg fylgi ikki so væl við í pol­i­tikki. Tað hevur ikki ord­ i­liga mín áhuga. Eg haldi bara, at Før­oy­ar mangan eru eftirbátur innan lóg­ gáv­u­økið. Christian Høgni um B68 - Eg havi onga meining um mótstøðuna, sum er millum feløgini. Summi av teimum eldru hava veruligt hatur til hvønn annan. Hetta skilji eg als ikki. Um eg skal vera heilt erligur, haldi eg, at feløgini áttu at