Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 4. januar 2007 5 Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 30 40 20, Faks 30 40 10, meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo sansir.fo Starvslýsing Arbeiðsuppgávur • Fyrireika tilfar til nevndina fyri Framtak • Samskifta við umsøkjarar, eftirkanna og meta um umsóknir og virði • Menna sáttmálar og avtalur • Samráðingar • Uppfylging av gjørdum íløgum • Fíggjarstýring • Samskifti við vinnu og íleggjarar • Vera nevndarlimur í feløgum, grunnurin eigur í Førleikar Umsøkjarin skal hava: • hóskandi útbúgving frá hægri læru- stovni • góð evni at greina, gott yvirlit og evni at raðfesta uppgávurnar • góðan málsligan førleika á føroyskum og enskum • edv-kunnleika, í minsta lagi á brúkara- støði • góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt Vit vænta, at tú ert framsíggin og opin fyri at fi nna loysnir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan løgfrøði og/ella búskap frá privata ella almenna arbeiðs- marknaðinum. Setanartreytir Starvið er fulltíðarstarv. Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir avtalu. Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í sein- asta lagi 15. januar 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gloriu Kalsø, forkvinnu, á telefon 315623 eftir kl. 17.00 ella Niels Dann West, stjóra, á telefon 315966 ella um teldupost ndw@framtak.fo. Umsóknin skal sendast til: Framtaksgrunnur Føroya Bøkjarabrekka 9 Postboks 3157 110 Tórshavn Ráðgevi Um Framtak Framtak skal eftir marknaðartreytum hava ein virknan leiklut sum kveikjari í føroyskum vinnulívi. Endamálið hjá Framtak er at virka fyri at menna og fjøltáttað føroyskt vinnulív samfelagnum at gagni. Framtak er vinnurekandi grunnur, sum eftir marknaðartreytum veitir framtakskapital við at seta partapening í og/ella veita ábyrgdarlán til nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum víðka um virksemið, skulu endurreisast og/ella ganga nýggjar leiðir. Gjøgnum sítt virksemi sum vágafúsur og tolin íleggjari hevur Framtak møguleika at menna vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar, og fíggjarligi vinningurin er frammi í tíðini. Framtak samstarvar við aðrar fíggjarligar íleggjarar at lyfta í felag, har váðin er stórur. Framtak bjóðar áhugaðum at søkja fjølbroytt og spennandi starv sum ráðgevi. Tú kemur í tøttum samstarvi við stjóran at arbeiða við vinnuligum menningarætlanum og verða við til at menna Framtak til ein virknan íleggjara í føroyskt vinnulív. Vetrarútsølan í SMS byrjar mánamorgunin 8. januar kl. 10 og heldur fram til leygardagin 20. januar. lýsingar