Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 4 Spælir altíð í somu hos 26 ára gamli Christian Høgni Jac­obsen er ein av bestu fót­ bóltsspælarum í landinum. Hó­ ast unga aldurin hevur Christ­ ian Høgni roynt mangt og hvat á fótbóltsleið sínari. Hann hevur spælt við fleiri donskum feløgum, og hann hevur verið á landsliðnum í nógv ár. Næsta ár skiftir hann tær gulu strípurnar hjá NSÍ út við tær reyðu hjá HB. Tað verður sostatt fyrstu ferð, at hann fer at spæla fyri eitt annað føroyskt felag enn barndómsfelagið NSÍ. Skoraði í fyrsta dysti Christian Høgni byrjaði sum 7 ára at spæla fótbólt. Í ung­ dómsárunum spældi hann við Silkeborg og Lyngby. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri NSÍ sum 17 ára gamal, og tann dysturin gekk væl. ­ Eg minnist, at tað var á Eystanstevnu, og vit spældu móti B36. Eg skoraði í dysti­ num, sigur Christian Høgni. Christian Høgni hevur roynt uttanlandsævintýrið í Dan­ mark. Har spældi hann fyri Esbjerg og Vejle. Í Vejle gekk væl, áðrenn ein skaði spilti honum spælið. Skaði kom illa við ­ Tað gekk rættiliga væl í Vejle. Eg haldi, at eg skoraði átta mál í fimm dystum, áðrenn eg fekk ein skaða í krossbandið. Skaðin kundi ikki komið uppá eitt verri tíðspunkt. Eg var akkurát í góðum formi, og eg hevði eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum við Vejle. Teir vóru fíggjarliga trongdir, og tí kom ikki uppá tal at longja sáttmálan hjá mær, tí at eg var skaddur í eitt heilt ár, sigur Christian Høgni, sum tá var í tøttum sambandið við okkurt Superligafelag. ­ Eg hevði fingið bjóða ein nýggjan sáttmála frá Vejle stutt undan, at eg bleiv skadd­ ur, men eg valdi at bíða fyri at kanna nakrar møguleikar við onkrum superligafelag. Men so gjørdist eg skaddur, og nú kann eg iðra meg um, at eg ikki skrivaði undir beinanvegin, sigur Christian Høgni. Ikki slept útlands­ dreyminum Christian Høgni fekk lív í yrkis­ leiðina aftur, tá ið hann kom aftur til NSÍ at leika. Í ár hevur hann veruliga verið millum teir bestu, og serliga fyrru helvt var hann berandi kraftin hjá NSÍ. Hóast hann nú skiftir til HB, hevur hann ikki slept dreyminum um at royna seg uttanlands enn eina ferð. ­ Um rætta tilboðið kemur, rokni eg við, at eg taki av. Men tað er ikki nakað, sum eg gangi og hugsi um allatíðina, sigur hann. Beint undan kappingarenda í fjør gjørdi Christian Høgni greitt, at hann ætlaði sær utt­ anlands aftur at spæla. Kortini er hann nú at finna í HB. Sos­ ialurin spyr hann, hvussu tað ber til. ­ Eg var sera nær við at skifta til Køge. Tað manglaði einans ein undirskrift. Men okk­ urt gekk galið frá teirra síðu. Ein skaði forðaði Christian Høgna í at fáa tað stóra gjøgnumbrotinum, tá ið hann spældi við Vejle. Hann hevur tó ikki slept útlandsdreyminum. - Eg skifti til HB orsakað av ítróttarligu avbjóðingini, sigur Christian Høgni, sum altíð spælir dyst í somu hosum innanfyri skinnararnar Fótbóltur Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Christian Høgni um politikk ­ Eg fylgi ikki so væl við í politikki. Tað hevur ikki ord­ iliga mín áhuga. Eg haldi bara, at Føroyar mangan eru eftirbátur innan lóg­ gávuøkið. Christian Høgni um B68 ­ Eg havi onga meining um mótstøðuna, sum er millum feløgini. Summi av teimum eldru hava veruligt hatur til hvønn annan. Hetta skilji eg als ikki. Um eg skal vera heilt erligur, haldi eg, at feløgini áttu at