Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 4 - 5. januar 2007 Eitt, sum eyðkennir fólkaræðisliga samfelagsskipan er, at henda skipan er umboðandi. Hetta merkir, at fólkið í landinum hevur valdið, men at fólkið útinnir sítt vald umvegis eitt fólkavalt ting ella parlament. Tað er t.d. í okkara føri løgtingið, sum er hægsta vald, og tað er løgtingið, sum hevur ábyrgdina av teimum lógum, sum skulu galda og, sum øll hava skyldu at akta. Hetta er meginreglan í flestu av heimsins fólkaræðiligu londum. Umframt parlamentið ella tingið er í flestu demo­kratium møguligt at leggja ávís mál út til fólkaatkvøðu. Fólkaatkvøðan er eitt gott amboð í ávísum førum, men hetta er eisini eitt amboð, sum skal nýtast við varsemi. Fólkatkvøða er vælhóskandi í ávísum førum. Møguleiki fyri hesum amboði er eisini í galdandi lóggávu. Eitt ávist tal av tingmonnum kann krevja eitthvørt lógaruppskot til fólkaatkvøðu. Hinvegin er tað ímóti vanligum meginreglum at koyra samtyktar og avgreiddar lógir til fólkaatkvøðu, uttan at hetta er avgjørt í sambandi við samtyktina. Eisini meta vit tað vera skeivt, hvørja ferð rumbul og ósemja er um ávís prinsipiell mál at koyra tey út til fólkaatkvøðu. Hetta hava vit heldur ikki tradition fyri. Tað er tí sera ivasamt at koma fram við uppskoti um at senda eina samtykta lóg út til fólkaatkvøðu fleiri vikur eftir, at hon er samtykt, sum tað varð róð framundir í kjalarvørrinum á 266b. Fólkaatkvøðan er eitt deomkratiskt amboð, ið skal takast í stórum álvara og ikki nýtast til politiskan vinning ella sum eitt smart agitatoriskt tiltak. Hetta merkir við øðrum orði, at ein longu undir viðgerðini eigur at boða frá, at ein fer at royna at fáa viðkomandi mál út til fólkaatkvøðu. Alt annað er at undirmáa demokratisku tilgongdirnar. Vit eiga at halda fast við hetta, at í einum umboðandi fólkaræði sum okkara er tað løgtingið sum fyrst og fremst hevur ábyrgdina. Hetta merkir, at lóggávuvaldið verður útint gjøgnum løgtingið. Eru vit borgarar misnøgdir við avgerðir løgtingsins, so kunnu vit skifta tingmenn og flokkar út til eitt komandi val. Hetta er kjarnan í vesturlendska fólkaræðinum, og hesa skipan eiga vit at verja og fjálga um. So kunnu vit nýta fólkaatkvøðuna til ávís mál, sum vit framman­ undan hava avgjørt skulu váttast við hesum amboði. Sosialurin Løgtingið ábyrgdina Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Nei, - ikki var hetta jóla­ heilsan, vit fingu frá Løg­ting­ inum í ár. Ávís­ir tingmenn endaðu tingsetanina við at gera seg upp vegna Vár­ harra. Harafturat órógvaðu teir jólafriðin við hóttan um enn eina kanning við­ víkjandi grein 266b. Frá at henda grein hevur verið nevnd »kynslig orientering« er hon vorðin til »kynsliga fokusering«, glíðibreytin kallað. Spurningurin er, um sam­ kyndum skal vera loyvt at ganga í skrásett parlag, um tey skulu fáa loyvið at ættleiða børn, fáa kirkjuliga vígslu ella ísáðing? Ikki eitt orð verður nevnt um kær­ leika, sálarfrið, ella gleðina fyri lívið, okkum er tillutað. Vert er at leggja til merkis, at í hesum bólki eru tað bara mannfólk, eins og í Gamla Testamenti eru tað mann­ fólkini, ið hava orðið, við fáum undantøkum. Sum kvina lesa vit møguliga Bíbliuna á annan hátt enn menn, tí havi eg hug at spyrja, hvussu væl hesir menn hava lisið Gamla Testamenti? Har stendur so ómetaliga nógv vakurt, men so sanniliga eisini nógv, sum í dag hevði verið dømt sum brotsverk. Skulu samkynd hava loyv­ ið at skráseta seg í parlag? Ja, hví ikki? Tey fara neyvan at skráseta seg bara fyri at verða skrásett, uttan iva verð­ ur tað fyri at verja hvønn annan. Hvønn skaða skuldu vit fingið av tí. Vit, sum fingu bæði í posa og sekk. Viðvíkjandi parlagi kunnu vit fyrst spyrja: Hvaðani fekk Káin konu? Ábraham tók sær Sáru til konu, tey vóru hálvsystkin, høvdu sama pápa, men ikki somu mammu. Fyrsta Mósebók 20. kap. 12. vers. Amram tók sær Jokabed faðirsystur sína til konu, og hon føddi honum Áron og Móses, so­statt var mamma Áron og Móses abbasystur teirra. Onnur Mósebók 6. kap. 20. v. Og hvat skulu vit siga um Dávid, ið sendi boð eftir grannakonuni, Batsebu, væl­ vitandi at maður hennara var burturstaddur, legðist hjá henni og gjørdi hana við barn. Síðani sendi hann bræv til herovastan Joab. Í brævinum skrivaði hann soleiðis »Fái Uria fram, har í orrustan er sum harðast, og fari síðani frá honum, at hann verður við undirlutan og doyr«. Seinna Sámuelsbók 11. kap. Og hetta hendi Dávidi til vildar. Tiltikin er síðani Uriaspostur. David og Batseba fingu sonin Sálomon, ið ivaleyst hevur arvað konufólkaáhugan frá pápa sínum. Sálomon hevði sjey hundrað tignarkonur og tríhundrað hjákonur. Fyrra Kongabók 11. kap. 3. vers. Sum vit her lunnu lesa, ber als ikki til at nýta Gamla Testamentið sum reglugerð fyri siðalæru á okkara døgum. Hetta mátti tó gingið upp fyri okkara æraðu tinglimum. Leita vit fram til Nýggja Testamentið og fara at lesa, hvat ið Paulus heldur um parlag ella hjúnalag, verða vit ikki stórt klókari«. Men tað ynski eg, at allar menniskjur vóru, eins og eg eri sjálvur, men hvør hevur sína egnu náðigávu frá Guði, ein so, og annar so. Men við hinar ógiftu og við einkjurnar sigi eg, at tað er gott fyri tey, um tey verða verandi eins og eg eri. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd. Fyrra Korintbræv 7. kap. v. 7-8-9. Hví vildi Paulus sjálvur ikki í hjúnalag? Og tá ið hann ikki hevði livað í hjúnalagi, hvussu kundi hann tá vita nakað um, hvat ið tað inniber? Eitt hjúnalag er annað enn bara girnd. Fyrst og fremst má kjarnan vera kærleiki, síðani má verj­ast um kjarnuna, sum í ávís­um førum kann vera strævið, um ikki báðir partar eru á einum máli. Nei, tá dámar mær betur orðafellið hjá Viderø presti: »Lívið er margfalt«. Girndin er hóast alt bert kryddaríið. Næsti spurningur er, um samkynd kunnu ættleiða børn. Her gangi eg út frá, at tað eru mannfólkini, teir hugsa um. Hetta er ein heldur fremmandur spurningur enn, tí eg kenni einki dømi um hetta í Føroyum, men at konufólk kunnu ættleiða børn, ivist eg onga løtu í. Óteljandi eru tær kvinnur í Føroyum, ið hava uppalt egnu børn síni og annans við. Um samkynd skulu fáa lovi at giftast í kirkju í Føroy­ um, er ilt at døma um. Sum støðan er í dag kann hetta ikki lata seg gera. Prestur hevur loyvið at nokta, at end­ur­gifta fólk, um tey hava havt hjúnaðarskilnað. Presturin tekur sjálvur støðu til, um hann vil endurgifta ella ei. Hetta kemst av, at í brúðarritualinum verður spurt, um tey vátta at vera saman, til deyðin ger skilnað teirra millum. Sum vígsluritualið er orðað, skilji eg væl, at prestar bera seg undan at endurgifta fólk eftir sama rituali. Mær vitandi er vígsluritualið mannaverk og fleiri ferðir broytt. Eitt hugskot kundi kanska verið at broytt ritualið enn einaferð og strika orðini: til deyðin ger skilnað tykkara millum? Fyri tey, ið finna eydnuna í einum góðum og tryggum hjúnalagi, er ikki neyðugt at svørja, hvørki eina ella aðra eið, men hjá teimum, ið ikki funnu eyðnuna, kann lyftið við verandi orðaljóði gerast ein vanlagna. Tá ið kirkjuliga vígsluritualið í Dnmark skuldi broytast 1912, vendi Ingeborg Appel, kona Jacob Appel, ið tá var ministari, sær til P. Madsen biskup. Sostatt var tað Ingeborg Appel, ið orðaði henda setning í nýggja ritualið: Nu står der: »Bærer hverandres byrder« som et nøgleord i ritualet forenet med ordene fra Kol. 3., som slutter således«. Og over alt dette skal I iføre jer kærligheden, som er det fuldkomne bånd«. Det er noget andet end ordene fra ritualet fra 1897 »I hustruer, underordner Jer med Jeres mænd«. Í bíbliuni havi eg enn einki funnið, hvørki um hvar ella hvussu ein vígsla fór fram ella hvørji orð, ið vóru nýtt, bert líknilsi um Jesus, tá ið hann gjørdi vatn til vín í brúdleypinum í Kána. Tá ið tað kemur til ísáðing, má tað vera konufólkini, talan er um. Mær vitandi eru vit ikki komin so langt enn, at menn eru farnir at ganga við børnum. Í nógv ár hava kvinnur, ið giftar vóru við lívssørum manni, fingið ísáðing, eins og tær hava fingið loyvi at ættleiða børn, til stóra gleði bæði fyri hjún og børn. Tá ið tosað verður um samkynda kvinnu, verður sagt, at hon ikki hevur girndarhug til mannfólk. Sostatt skuldi tað eftir Paulusar ráðum ikki verið neyðugt hjá samkyndari kvinnu at gift seg. Harfyri kann hon saktans ynskja sær eitt barn og eisini vera før fyri at elska og uppala barn sítt á rættan hátt. Tað, sum undrar meg stórliga, er, at nakrir menn vilja gera seg til harrar yvir annan mans lagnu í hesi javnstøðu tíðum. Hvar er Guð í øllum hesum tosi? Hví eiga hesir menn ikki sjálvir eini 10-12 børn í teirra hjúnalagi. Hevur Guð hildið hondina yvir teimum? Ella hava teir hóast alt tikið Guð av ræði? Nýársynskið mítt skal vera, at vit aftur fáa veruliga tign í Løgtingið, og at vit, hvør á sín hátt, vilja gera okkara til, at einhvør føroyingur skal kenna seg líka virðismiklan í Føroyum. Friður og jørð og í menniskjum góður tokki Nicolina Jensen Beder