Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 9 Hvar ert tú staddur? Eg búgvi uppi í norðursvøríki. Eg búgvi í einum býi sum eitur Ö­vik. Eg flutti til Svøríkis, tá ið eg slapp inn á ein skúla, har ið eg fáist við at skriva og framleiða tónleik. Skúlin eitur “Musikmakarna”. Hetta er ein skúli, sum hevur beinleiðis samstarv við feløg, sum eru knýtt at tónleikaídn­ aðinum, og hesi feløg koma javnan á skúlan, og seta fram fyrispurningar til okkum næmingar, um at gera løg til ymiskar norðurlendskar lista­ menn. So royna vit eftir førimuni at framleiða tónleik til listafólk­ ini. Nær flutti tú til Svøríki? Eg flutti síðst í august í fjør. Hetta er at meta sum ein handverkaraútbúgving, og hon tekur tvey ár. Tað sum eg vil hava burturúr er, at finna mítt egna ljóð. Eg havi nógvar sangir, sum eg haldi eru ordi­ liga góðir, men eg havi ikki enn funnið tann heilt rætta sangin, sum eg hevði kunna brúkt til at marknaðarført meg við. Hví flutti tú til Svøríki? Eg havi havt samstarv við eitt svenskt felag sum eitur “Air Chrysalis”. Hetta er eitt felag, sum umboðar fleiri stór nøvn – m.a. James Blunt. Umvegis Air Chrysalis fekk eg samband við skúlan. Hetta samstarv riggaði væl, og eg fekk hug at koma til Svøríkið at læra meir. Mær dámar tað stak væl. Svøríki er eitt serstakliga vakurt land, og her er rættiliga nógv ymiskt at síggja. Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið? Ja, nú gongur tað væl við málinum. Haldi at føroyingar hava lætt við at læra onnur mál. At byrja við, stungu nógv donsk orð seg uppí setningar­ nar, men nú haldi eg, at tað gongur heilt væl. Eg skuldi upp í eini skrivligari roynd fyrr í vet­ ur, og hetta gekk bara væl. So eg kann ikki vera annað enn nøgdur við tað. Hvussu er mentanin í Svøríki? – Líkist hon tí Føroysku? Ja, eg haldi avgjørt at svenska mentanin minnir um tí føroysku. Sum heild haldi eg, at sviar eru fitt og gestablíð fólk. Tá ið tú arbeiðir saman við svium, haldi eg at tú merkir, at hetta er fólk, sum er sera professionelt. Tað er sera stuttligt hjá mær at upplivað, at sviar hava heilt aðra siðvenju innan tónleik og tónleikaídnaðin enn føroyingar. Her í Svøríki er tað so, at tónleikur og tónleikaídnaðurin verður tikin í álvara sum ein vinnuvegur. Í Føroyum eru vit nústani farin at skilja tónleik sum annað enn bara fjas; so hetta er eitt frískt lot. Hóast eg ikki kann siga nak­ að um alt fólkið, so haldi eg, at sviar eru blíðir, friðarligir og nærlagdir. Hvussu er maturin í Svøríki? Eg haldi at maturin minnir um tann føroyska. Tú kanst keypa allan vanligan mat í mat­ vøruhandlunum. Hvussu er veðrið í Svøríki? Veðrið er meiri støðugt enn í Føroyum. Tað er heitari um summari og kaldari um veturin. Men í ár hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Her uppi í Ö­vik plagar at liggja um 25 kuldastig um veturin, men í ár hevur hitin ligið um frostmarkið. Hevur tú ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya? Eg veit ikki enn. Eg havi ikki lagt alt lívið til rættis enn. Henda útbúgving tekur mær tvey ár, og síðan ætli eg at fylgja vindinum í eina tíð. Men sum flestu føroyingar, so havi eg eisini ætlanir um at flyta heim aftur. útisetin Navn: Brandur Helgason Enni Foreldur: Ninnie & Helgi Enni Føddur: 15.04.1984 Føðistaður: Tvøroyri Besti matur: Føroyskur: Skerpikjøt Útlendskur: Allan góðan fisk Útbúgving: Musikmakarna í Øvik, Norrland, Svøríki Motto: Fylg hjartanum Fakta Lagt til rættis: Rókur Jákupsson Jacobsen Útisetin hesaferð: Brandur Helgason Enni