Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 4 - 5. januar 2007 - Landsstýrið skal fyri alt í verðini ikki senda ein drúgvan bókling um Visjón 2015 út í hvørt heim, tí tað fangar ikki, siga teir báðir serfrøðingarnir innan marknaðarføring, Eiler Fagraklett og Jóannes Jensen Visjón 2015 Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Marknaðarføringarnir eru báðir bilsnir av úrslitinum av veljarakanningini hjá Fynd. - Eftir at hava hoyrt so nógvar atfinningarsamar við­merkingar frá fólki um Visjón 2015, eri eg eitt sindur ovfarin av, at heili 12 prosent meta, at vit verða fremsta tjóð í 2015, og at 31 prosent kenna seg sum ein part av visjónini, sigur Jóhannes Jen­sen, sum sjálvur er lim­ ur av visjónsbólkinum um globalisering. Jóhannes er partaeigari og stjóri fyri Hotel Føroyar og Hotel Tórshavn og er útbúgvin MBA, Master of Business Administration frá lærdum háskúla í Onglandi Eiler Fagraklett, sum er DBA í marknaðarføring og starvast sum journalistur á Vinnuvitan, har hann skrivar um marknaðarføring í føroyska vinnulívinum, spyr um tað veruliga eru so nógv fólk, sum kenna seg sum ein part av visjóns­ ætlanini. - Hetta hevði eg ikki rokn­að við. Eg veit nóg illa sjálvur, hvat visjónin snýr seg um, annað enn, at tað hava verið nakrir fyri­lestrar og framløgur í onkrum bólkum. Eg havi heldur ikki varhugan av, at fólk sum heild hava innlit í, hvat visjón 2015 ítøkiliga snýr seg um, sigur Eiler Fagraklett. Greiðan boðskap Vit spyrja teir, hvat skal til, áðrenn fleiri fólk fáa eina kenslu av at vera ein partur av Visjón 2015? Jóhannes sigur, at tað er fínt, at landsstýrið nú ætlar at senda úrslitið av arbeiðinum hjá visjónsbólkunum út til fólk. - Men tað má fyri alt í verðini ikki vera ein bók­ lingur uppá 200 síður, sum bara nøkur fá fara at lesa. Nú skal boðskapurin kókast niður, so eisini hin vanligi føroyingurin skilur hann. Í hesum sambandi vildi eg mett, at tað er væl rokkið, um helmingurin av fólkinum kennir seg sum ein part av Visjón 2015, sigur hann. Hesum er Eiler Fagraklett samdur í. - Fólk tíma ikki at lesa bóklingar. Tí eigur lands­ stýrið at skipa fyri eini einfaldari lýsingaherferð í sjón­varpinum, har boð­ skapurin verður skorin so langt inn á bein, sum til ber. Ein bóklingur fær ikki fleiri fólk at kenna seg sum ein part av ætlanini. Hetta sóu vit eisini, tá uppskotið um stjórnarskipan Føroya var sent út í øll hús. Rokni ikki við, at fólk kenna seg sum ein part av stjórnar­skipanar­ uppskotinum, sigur Eiler Fagraklett. Hann metir tað hava stóran týdning, at tey, sum standa aftanfyri hugskotið, nú fáa hetta rættiliga abstrakta hugtakið niður á jørðina, og á einum greiðum og skilligum máli gera tað meira ítøkiligt og átuligt hjá fólki. Gerið tað ítøkiligt Teir báðir eru samdir um, at tað hevur týdning, at vit seta okkum politisk mál og miða ímóti onkrum. - Tá ein persónur stillar seg upp og boðar frá, at vit skulu vera heimsins besta land, so biður viðkomandi um bank, sigur hann, og skoytir uppí, at føroyingar hava sum heild ilt við at góðtaka tað, sum er nýtt og akademiskt. - Eg haldi tað vera ný­hugs­andi og rætt at polit­ iska skipanin hevur ítøki­ ligar visjónir at arbeiða við. So hóast tað ikki er so vælumtókt, so er tað rætt, og ongin ivi um, at visjón 2015 fer at verða grundarlag undir nógvum kjakið í nógv ár fram, sigur Jóannes Jensen, sum eisini vísir á, at endamálið er sjálv tilgongdin: at seta sær nøkur mál. - Føroyskur politikkur er alt ov lítið miðvísur og illa lagdur til rættis. Vit mangla at finna fleiri semjur um, hvat vit vilja, og hvørja leið vit eiga at ganga, sig­ur hann. Spurdur, um hann er samdur við teimum sum siga, at visjónin er ov topp­ stýrd, sigur hann, seg ikki vera samdur við teimum. - Landsstýrið hevur júst roynt at fáa fólk frá øllum tættum í samfelagnum við í visjónsbólkarnar, sigur Jó­annes Jensen, sum tó held­ur, at tað hevði verið gott, um landsstýrið skjótt kundi vísa á nøkur ítøkilig og positiv úrslit av visjón 2015. - Málið má vera, at Før­ oyar verða heimsins besta land hjá føroyingum at búgva í. Soleiðis fyribyrgja vit, at so nógv fólk flyta av landinum, sigur Jóannes Jensen. Markanaðarføringar: Kókið boðskapin niður tíðindi Tá ein persónur stillar seg upp og boðar frá, at vit skulu vera heimsins besta land, so biður viðkomandi um bank, sigur hann Jóhannes Jensen. Fólk tíma ikki at lesa bóklingar. Tí eigur landsstýrið at skipa fyri eini einfaldari lýsingaherferð í sjónvarpinum, har boðskapurin verður skorin so langt inn á bein, sum til ber, sigur Eiler Fagraklett.