fríggjadagur 5. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 4 - 5. januar 2007
- Landsstýrið skal
fyri alt í verðini ikki
senda ein drúgvan
bókling um Visjón
2015 út í hvørt
heim, tí tað fangar
ikki, siga teir báðir
serfrøðingarnir innan
marknaðarføring,
Eiler Fagraklett og
Jóannes Jensen
Visjón 2015
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Marknaðarføringarnir eru
báðir bilsnir av úrslitinum
av veljarakanningini hjá
Fynd.
- Eftir at hava hoyrt so
nógvar atfinningarsamar
viðmerkingar
frá
fólki
um Visjón 2015, eri eg
eitt sindur ovfarin av, at
heili 12 prosent meta,
at vit verða fremsta tjóð
í 2015, og at 31 prosent
kenna seg sum ein part av
visjónini, sigur Jóhannes
Jensen, sum sjálvur er lim
ur av visjónsbólkinum um
globalisering. Jóhannes er
partaeigari og stjóri fyri
Hotel Føroyar og Hotel
Tórshavn og er útbúgvin
MBA, Master of Business
Administration frá lærdum
háskúla í Onglandi
Eiler Fagraklett, sum er
DBA í marknaðarføring og
starvast sum journalistur
á Vinnuvitan, har hann
skrivar um marknaðarføring
í føroyska vinnulívinum,
spyr um tað veruliga eru
so nógv fólk, sum kenna
seg sum ein part av visjóns
ætlanini.
- Hetta hevði eg ikki
roknað við. Eg veit nóg
illa sjálvur, hvat visjónin
snýr seg um, annað enn,
at tað hava verið nakrir
fyrilestrar og framløgur í
onkrum bólkum. Eg havi
heldur ikki varhugan av, at
fólk sum heild hava innlit
í, hvat visjón 2015 ítøkiliga
snýr seg um, sigur Eiler
Fagraklett.
Greiðan boðskap
Vit spyrja teir, hvat skal til,
áðrenn fleiri fólk fáa eina
kenslu av at vera ein partur
av Visjón 2015?
Jóhannes sigur, at tað er
fínt, at landsstýrið nú ætlar at
senda úrslitið av arbeiðinum
hjá visjónsbólkunum út til
fólk.
- Men tað má fyri alt í
verðini ikki vera ein bók
lingur uppá 200 síður,
sum bara nøkur fá fara at
lesa. Nú skal boðskapurin
kókast niður, so eisini hin
vanligi føroyingurin skilur
hann. Í hesum sambandi
vildi eg mett, at tað er væl
rokkið, um helmingurin av
fólkinum kennir seg sum
ein part av Visjón 2015,
sigur hann.
Hesum er Eiler Fagraklett
samdur í.
- Fólk tíma ikki at lesa
bóklingar. Tí eigur lands
stýrið at skipa fyri eini
einfaldari lýsingaherferð
í sjónvarpinum, har boð
skapurin verður skorin so
langt inn á bein, sum til ber.
Ein bóklingur fær ikki fleiri
fólk at kenna seg sum ein
part av ætlanini. Hetta sóu
vit eisini, tá uppskotið um
stjórnarskipan Føroya var
sent út í øll hús. Rokni ikki
við, at fólk kenna seg sum
ein part av stjórnarskipanar
uppskotinum, sigur Eiler
Fagraklett. Hann metir tað
hava stóran týdning, at
tey, sum standa aftanfyri
hugskotið, nú fáa hetta
rættiliga abstrakta hugtakið
niður á jørðina, og á einum
greiðum og skilligum máli
gera tað meira ítøkiligt og
átuligt hjá fólki.
Gerið tað ítøkiligt
Teir báðir eru samdir um,
at tað hevur týdning, at vit
seta okkum politisk mál og
miða ímóti onkrum.
- Tá ein persónur stillar
seg upp og boðar frá, at vit
skulu vera heimsins besta
land, so biður viðkomandi
um bank, sigur hann, og
skoytir uppí, at føroyingar
hava sum heild ilt við at
góðtaka tað, sum er nýtt og
akademiskt.
- Eg haldi tað vera
nýhugsandi og rætt at polit
iska skipanin hevur ítøki
ligar visjónir at arbeiða
við. So hóast tað ikki er
so vælumtókt, so er tað
rætt, og ongin ivi um, at
visjón 2015 fer at verða
grundarlag undir nógvum
kjakið í nógv ár fram, sigur
Jóannes Jensen, sum eisini
vísir á, at endamálið er
sjálv tilgongdin: at seta sær
nøkur mál.
- Føroyskur politikkur er
alt ov lítið miðvísur og illa
lagdur til rættis. Vit mangla
at finna fleiri semjur um,
hvat vit vilja, og hvørja
leið vit eiga at ganga, sigur
hann. Spurdur, um hann er
samdur við teimum sum
siga, at visjónin er ov topp
stýrd, sigur hann, seg ikki
vera samdur við teimum.
- Landsstýrið hevur júst
roynt at fáa fólk frá øllum
tættum í samfelagnum við
í visjónsbólkarnar, sigur
Jóannes Jensen, sum tó
heldur, at tað hevði verið
gott, um landsstýrið skjótt
kundi vísa á nøkur ítøkilig
og positiv úrslit av visjón
2015.
- Málið má vera, at Før
oyar verða heimsins besta
land hjá føroyingum at
búgva í. Soleiðis fyribyrgja
vit, at so nógv fólk flyta
av landinum, sigur Jóannes
Jensen.
Markanaðarføringar:
Kókið
boðskapin
niður
tíðindi
Tá ein persónur stillar seg upp og boðar frá, at vit skulu vera heimsins besta land, so biður
viðkomandi um bank, sigur hann Jóhannes Jensen.
Fólk tíma ikki at lesa bóklingar. Tí eigur landsstýrið at skipa fyri eini einfaldari lýsingaherferð
í sjónvarpinum, har boðskapurin verður skorin so langt inn á bein, sum til ber, sigur Eiler
Fagraklett.