Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Tilnevningar til ársins Vit almanna­ kunngera í dag nøvnini á teimum bólkum, ið eru í uppskoti til planetir á Planet Awards Planet Awards Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo 27. januar verður Planet Awards hildið á Hotel Føroy­ um. Planet.fo og Sosialurin heiðra hetta kvøldið føroyskum tónleiki. Seinastu vikurnar hevur ein serliga útvald dómsnevnd ar­beitt við at tilnevna tey nøvnini, ið skulu býta tær 30 tilnevningarnar í millum sín. Hvør situr í dómsnevndini verður almanna­ kunngjørt á Planet Awards tiltakinum, hetta er ikki tí, at nakað er at dylja um dóms­nevndina, men bert fyri at geva henni arbeiðsfrið. Nú er dóms­nevndin komin til sína niðurstøðu um hvørs avrik í 2006 eru nóg góð til at verða innstillaður. Á hesum síðum er yvirlit yvir tær seks vanligu planetirnar og yvir hvørji nøvn eru í kappingini um at ogna sær eina av eyðkendu Igulkers heiðurslønunum. Tú kanst vera við til at avgera vinnaran Limirnir í dómsnevndini atkvøða hvør í sínum lagi millum tey fimm nøvnini, ið eru tilnevnd til hvørja planet, og teirra samlaðu atkvøður telja helmingin av endaliga úrslitinum. Hin helmingin av úrsliti­ num skal almenningurin gera av. Fólk fáa møguleikan at atkvøða umvegis sms, og síðani verða atkvøðurnar hjá fólki og dómsnevndini taldar saman til eitt endaligt úrslit, sum verður alman­ nakunngjørt á Planet Awards á Hotel Føroyum. Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr, og tú hevur loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði hjá Føroya Tele og hjá Kallli kunnu luttaka. Tey, ið eru við í atkvøðu­ greiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri góðar vinningar. Dømið um hvussu atkvøtt verður: Ynskir tú til dømis at atkvøða fyri Thor Simonsen sum besta nýggja, sendir tú eini sms boð til 1930 við tekstinum: pla nb 5. Ella um tú ynskir at atkvøða fyri Stay Under The Stars sum bestu fløgu sendir tú eini sms boð til 1930 við tekstinum: pla bu 5. Besta útgáva Gestir – Burtur frá Toftunum pla bu 1 Fyrsta útgávan hjá Prix Føroyar vinnarunum Gestum hevur fingið góð ummæli úti sum heima, inniligi tónleikurin vinnur við tíðini og bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar. Makrel - Transcend pla bu 2 Transcend tó tráðin upp eftir Wonderland, og vísir eina enn vakrari og bleytari síðu av tí einaferð so harða rokkbólkinum. Við Transcend er Makrel vorðin ein bólkur við munandi breiðari lurtaraskarða. The Dreams – Tazy pla bu 3 Tazy er føroyski sangskatturin punkaður av Føroya bestu popp punkarum, longu nú er tvey løg vorðin hitt, og nýtulkingarnar hjá The Dreams tykjast at hava rakt føroysku fólkasálina beint í hjarta. Teitur – Stay Under The Stars pla bu 4 Stay Under The Stars hjá Teiti er eitt meistaraverk, hetta tykjast ummælarar kring heimin samdir um. Fløgan vísir ein minnið poleraðan Teit enn á fyrru fløguni, og hetta klæðir unga havnarmanninum. Týr – Ragnarok pla bu 5 Ragnarok er fyrsta nýútgávan hjá Týr á útlendska tungmálmsplátufelagnum Napalm Records. Á fløguni tók Týr víkingamálmin enn eitt fet út í heim, fjepparaskarðin hjá Týr er alsamt vaksandi. Besti føroyski (bólkur/einstaklingur) 200 pla bf 1 Framførslan hjá 200 á Roskilde Festivalinum í fjør fekk betur ummæli enn flest øll stóru útlendsku nøvnini á festivalinum. Bólkurin hevur í fjør givið Graceland út, og hevur spælt bæði úti og heima. Deja Vu pla bf 2 Deja Vu vann føroysku GBOB finaluna og slapp til London at kappast í heimsfinaluni. Ávegis vann Deja Vu m.a. á Marius, ið vann GBOB í fyrraárið. Deja Vu hevur í fjør verið millum virknastu konsertbólkar í landinum. Høgni Lisberg pla bf 3 Høgni Lisberg hevur í fjør spælt bæði úti og heima. Á bæði G! og Summarfestivalinum gjørdist Høgni millum jaligastu upplivingarnar. Ungi leirvíkingurin hevur fingið útgávuavtalur í fleiri ymiskum londum, og gongur eini spennandi tíð ímóti. Teitur pla bf 4 Teitur hevur spælt nógvar konsertir kring Evropa og í USA, hann er enn Føroya størsta navn uttanlands og alt fleiri fólk tykjast at varnast Teit. Týr pla bf 5 Við útgávusáttmála og útlendskum bookingfelag byrjaði árið hjá Týr sera væl, og sum tíðin fráleið gjørdist árið uppaftur betur. 2006 endaði við nýggjari fløgu og tveimum stórum konsertferðum kring Evropa.