fríggjadagur 5. januar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Tilnevningar til ársins
Vit almanna
kunngera í dag
nøvnini á teimum
bólkum, ið eru
í uppskoti til
planetir á Planet
Awards
Planet Awards
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
27. januar verður Planet
Awards hildið á Hotel Føroy
um. Planet.fo og Sosialurin
heiðra hetta kvøldið føroyskum
tónleiki. Seinastu vikurnar
hevur ein serliga útvald
dómsnevnd arbeitt við at
tilnevna tey nøvnini, ið skulu
býta tær 30 tilnevningarnar
í millum sín. Hvør situr í
dómsnevndini verður almanna
kunngjørt á Planet Awards
tiltakinum, hetta er ikki
tí, at nakað er at dylja um
dómsnevndina, men bert fyri
at geva henni arbeiðsfrið. Nú
er dómsnevndin komin til sína
niðurstøðu um hvørs avrik í
2006 eru nóg góð til at verða
innstillaður. Á hesum síðum er
yvirlit yvir tær seks vanligu
planetirnar og yvir hvørji
nøvn eru í kappingini um at
ogna sær eina av eyðkendu
Igulkers heiðurslønunum.
Tú kanst vera við
til at avgera
vinnaran
Limirnir í dómsnevndini
atkvøða hvør í sínum lagi
millum tey fimm nøvnini,
ið eru tilnevnd til hvørja
planet, og teirra samlaðu
atkvøður telja helmingin av
endaliga úrslitinum.
Hin helmingin av úrsliti
num skal almenningurin gera
av. Fólk fáa møguleikan at
atkvøða umvegis sms, og
síðani verða atkvøðurnar hjá
fólki og dómsnevndini taldar
saman til eitt endaligt
úrslit, sum verður alman
nakunngjørt á Planet Awards á
Hotel Føroyum.
Fyri at atkvøða send eini
sms boð til 1930, við koduni,
ið stendur aftan fyri tað
navnið, ið tú vilt atkvøða
fyri. Hvørt sms kostar 5 kr,
og tú hevur loyvi at atkvøða
einaferð fyri hvørja planet.
Øll føroysk fartelefonhald
bæði hjá Føroya Tele og hjá
Kallli kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðu
greiðsluni taka samstundis lut
í lutakasti um fleiri góðar
vinningar.
Dømið um hvussu
atkvøtt verður:
Ynskir tú til dømis at
atkvøða fyri Thor Simonsen
sum besta nýggja, sendir tú
eini sms boð til 1930 við
tekstinum: pla nb 5. Ella
um tú ynskir at atkvøða
fyri Stay Under The Stars
sum bestu fløgu sendir tú
eini sms boð til 1930 við
tekstinum: pla bu 5.
Besta útgáva
Gestir – Burtur frá Toftunum
pla bu 1
Fyrsta útgávan hjá Prix Føroyar vinnarunum Gestum hevur
fingið góð ummæli úti sum heima, inniligi tónleikurin
vinnur við tíðini og bólkurin vinnur sær alt fleiri fjepparar.
Makrel - Transcend
pla bu 2
Transcend tó tráðin upp eftir Wonderland, og vísir eina
enn vakrari og bleytari síðu av tí einaferð so harða
rokkbólkinum. Við Transcend er Makrel vorðin ein bólkur
við munandi breiðari lurtaraskarða.
The Dreams – Tazy
pla bu 3
Tazy er føroyski sangskatturin punkaður av Føroya bestu
popp punkarum, longu nú er tvey løg vorðin hitt, og
nýtulkingarnar hjá The Dreams tykjast at hava rakt føroysku
fólkasálina beint í hjarta.
Teitur – Stay Under The Stars
pla bu 4
Stay Under The Stars hjá Teiti er eitt meistaraverk, hetta
tykjast ummælarar kring heimin samdir um. Fløgan vísir ein
minnið poleraðan Teit enn á fyrru fløguni, og hetta klæðir
unga havnarmanninum.
Týr – Ragnarok
pla bu 5
Ragnarok er fyrsta nýútgávan hjá Týr á útlendska
tungmálmsplátufelagnum Napalm Records. Á fløguni tók Týr
víkingamálmin enn eitt fet út í heim, fjepparaskarðin hjá Týr
er alsamt vaksandi.
Besti føroyski
(bólkur/einstaklingur)
200 pla bf 1
Framførslan hjá 200 á Roskilde Festivalinum
í fjør fekk betur ummæli enn flest øll stóru
útlendsku nøvnini á festivalinum. Bólkurin
hevur í fjør givið Graceland út, og hevur
spælt bæði úti og heima.
Deja Vu
pla bf 2
Deja Vu vann føroysku GBOB finaluna og
slapp til London at kappast í heimsfinaluni.
Ávegis vann Deja Vu m.a. á Marius, ið vann
GBOB í fyrraárið. Deja Vu hevur í fjør verið
millum virknastu konsertbólkar í landinum.
Høgni Lisberg
pla bf 3
Høgni Lisberg hevur í fjør spælt bæði úti og
heima. Á bæði G! og Summarfestivalinum
gjørdist Høgni millum jaligastu
upplivingarnar. Ungi leirvíkingurin hevur
fingið útgávuavtalur í fleiri ymiskum londum,
og gongur eini spennandi tíð ímóti.
Teitur
pla bf 4
Teitur hevur spælt nógvar konsertir kring
Evropa og í USA, hann er enn Føroya størsta
navn uttanlands og alt fleiri fólk tykjast at
varnast Teit.
Týr
pla bf 5
Við útgávusáttmála og útlendskum
bookingfelag byrjaði árið hjá Týr sera væl, og
sum tíðin fráleið gjørdist árið uppaftur betur.
2006 endaði við nýggjari fløgu og tveimum
stórum konsertferðum kring Evropa.