fríggjadagur 5. januar 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Planet
Awards
verður
stuðlað
av Føroya
Tele, Føroya
Banka,
Tryggingar
felag Føroya,
Atlantic
Airways,
Føroya
Bjór, Hotel
Føroyum og
Sosialinum.
s planetir
Besti sangari
Hans Marius Ziska
pla bs 1
Oddamaðurin í Marius vísti á fyrstu fløguni
hjá bólkinum, at hann ikki einans er ein góður
sangskrivari, men eisini ein góður sangari. Røddin
er egin og riggar væl í heildini.
Kári Sverrison
pla bs 2
Kári Sverrison gav fyrst í árinum fløguna Risastova
út saman við Yggdrail, eyðkenda røddin er enn
hansara heilt egna, og hansara máti at brúka hana
er framúrskarandi.
Ólavur Jákupsson
pla bs 3
Røddin hjá Ólavi Jákupssyni er eitt av
eyðkennunum hjá Gestum, og hevur vunnið pláss
í hjørtunum hjá ummælarum uttanlands, Ólavur er
heilt egin.
Rókur Jákupsson
pla bs 4
Á sjálvnevndu EP’ini og á konsertum sum
einstaklingur og saman við bólkum sínum hevur
Rókur víst seg sum ein av okkara allar bestu
sangarum.
Teitur
pla bs 5
Teitur er Føroya fremsti singer/songwriter. Umframt
góðu løgini eigur Teitur eisini eina sera góða rødd.
Í fjør ljóðaði røddin hjá Teiti kring alt Evropa ikki
minst heima á klettunum og í USA og Kanada.
Besta songkvinna
Eivør
pla bk 1
Eivør gjørdist ársins songkvinna í Føroyum í á Planet
Awards í fjør. Hon hevur ferðast kring heimin og
sungið fyri útseldum húsum í Íslandi og Danmark. Hon
vann heiðurin besta songkvinna og besti vísusangari
á DMA Folk, og Útvarpi valdi hana herfyri til ársins
tónleikanavn.
Guðrið Hansen
pla bk 2
Guðrið fekk í Isadora and The Rebels sítt
gjøgnumbrot í fjør. Bólkurin er spennandi, men
størsta styrkin er uttan iva stóra røddin og
útstrálingin hjá Guðrið. Guðrið luttók eisini á fløgum
og konsertum saman við øðrum tónleikarum í ár,
m.a. hjá Flemming.
Lena pla bk 3
Lena fekst í stóran mun við komandi fløgu sína í fjør,
men á AME Reykjavík, FO Invasion, Asfalt og øðrum
konsertum bæði hesumegin og hinumegin hav vann
hon alsamt meira fram, serliga orsakað av frálíku
røddini.
Maria Guttesen
pla bk 4
Maria Guttesen valdi í at standa á egnum beinum.
Hon fór burturúr bólkinum Divided Minds og gav
sína aðrum solofløgu út; ein konsertfløga, ið vitnar
um stóru røddina, ið longu bergtók føroyingar á
bandinum hjá Hjørdis og Gentunum.
Jensina Olsen
pla bk 5
Kórsongkvinnan úr mpiri og mamman hjá Grísaflísa
Pætur kom sum snarljós á alljósum degi inn í
singer/songwriter kappingina í Hafnia Lounge. Á
veg móti sigrinum basti dugnaliga songkvinnan
nøkrum av okkara bestu innan fyri stílin.
Besti útlendski
(bólkur/einstaklingur)
Beth Hart
pla ub 1
Framførslan hjá Beth Hart á G! fór somikið langt útum
pallkantin, at songkvinnan stakk tarnar í Gøtuvík. Rokk-
Mama Hart vann hjørtu á Gøtusandi hetta kvøldið.
Johnny Deluxe
pla ub 2
Johnny Deluxe vóru 9 tímar ávegis til Summarfestivalin,
men tá bólkurin trein á pallin kókaði Vágsbøur frá fyrstu
stund til seinasti strongur var sligin og seinasta trumman
var bukað.
Nephew
pla ub 3
Kvarti føroyingurin Simon Kvamm legði skemtið á hillina í
fjør og gjørdist fulltíðar tónleikari. Úrslitið fløgan Interkom
Kom Ind hevur gingið sigursgongd bæði í Danmark og
Føroyum. Lagið Igen & Igen & var best umtókta útlendska
lag á 15 teimum bestu, og í summar stendur Nephew aftur á
palli á G!
Red Hot Chili Peppers
pla ub 4
Tvífløgan Stadium Arcadium setti Red Hot Chili Peppers
aftur á tónlistarliga heimskortið. Serliga lagið Dani
California hevur hittað um allan heim. Los Angeles bólkurin
hevur gjørt um seg síðan miðskeiðis í 80’unum og er enn á
toppinum.
Wolfmother
pla ub 5
Wolfmother er nýggjur australskur bólkur, ið fekk
gjøgnumbrot í fjør við síni fyrstu, og sjálvnevndu útgávu.
Talan eru um rokktónleik við tíðiligum ávirkanum frá
sjeytiára rokktónleiki, har nøvn sum Black Sabbath og Led
Zeppelin teljast millum fyrimyndirnar.
Besti nýggi
(bólkur/einstaklingur)
Boys In A Band
pla nb 1
Boys In Band var eitt heilt óskrivað blað, tá bólkurin
meldaði seg til GBOB í heyst. Í finaluni megnaði
bólkurin at syfta GBOB vinnaranum í fyrra árið Marius.
Budam
pla nb 2
Búi Dam lánti eina smáttu í Andalusisku fjøllunum at
skriva tónleikin til Budam. Á konsertum hevur bólkurin
spælt sín serliga søgutónleik og hvørja ferð sita
áskoðarnir bergtiknir.
Isadora and The Rebels
pla nb 3
Isadora and The Rebels var millum bestu upplivingarnar
á Summarfestivalinum í fjør, tað er serliga sterka
oddakvinnan Guðrið Hansen, ið bergtekur. Bólkurin
brýtur í føroyskum høpi upp úr nýggjum.
The Story Ends
pla nb 4
Hóast the Story Ends hevur nøkur ár á baki, fekk
bólkurin sítt gjøgnumbrot í fjør. Eftir framførsluna á G!
í fyrra árið vaks bólkurin alsamt í virðing og í ár kom
fyrsta fløgan út.
Thor Simonsen
pla nb 5
Fyrsta fløgan hjá Thor Simonsen varð gjørd á hansara
teldu í sovikamarinum. Hann kallar tað hip hop, men
tankarnir kunnu ferðast til nøvn sum Beck Hansen og
hansara heilt serliga stíl. Heilt víst eitt av teimum mest
spennandi nýggju nøvnunum í fjør.