Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Planet Awards verður stuðlað av Føroya Tele, Føroya Banka, Tryggingar­ felag Føroya, Atlantic Airways, Føroya Bjór, Hotel Føroyum og Sosialinum. s planetir Besti sangari Hans Marius Ziska pla bs 1 Oddamaðurin í Marius vísti á fyrstu fløguni hjá bólkinum, at hann ikki einans er ein góður sangskrivari, men eisini ein góður sangari. Røddin er egin og riggar væl í heildini. Kári Sverrison pla bs 2 Kári Sverrison gav fyrst í árinum fløguna Risastova út saman við Yggdrail, eyðkenda røddin er enn hansara heilt egna, og hansara máti at brúka hana er framúrskarandi. Ólavur Jákupsson pla bs 3 Røddin hjá Ólavi Jákupssyni er eitt av eyðkennunum hjá Gestum, og hevur vunnið pláss í hjørtunum hjá ummælarum uttanlands, Ólavur er heilt egin. Rókur Jákupsson pla bs 4 Á sjálvnevndu EP’ini og á konsertum sum einstaklingur og saman við bólkum sínum hevur Rókur víst seg sum ein av okkara allar bestu sangarum. Teitur pla bs 5 Teitur er Føroya fremsti singer/songwriter. Umframt góðu løgini eigur Teitur eisini eina sera góða rødd. Í fjør ljóðaði røddin hjá Teiti kring alt Evropa ikki minst heima á klettunum og í USA og Kanada. Besta songkvinna Eivør pla bk 1 Eivør gjørdist ársins songkvinna í Føroyum í á Planet Awards í fjør. Hon hevur ferðast kring heimin og sungið fyri útseldum húsum í Íslandi og Danmark. Hon vann heiðurin besta songkvinna og besti vísusangari á DMA Folk, og Útvarpi valdi hana herfyri til ársins tónleikanavn. Guðrið Hansen pla bk 2 Guðrið fekk í Isadora and The Rebels sítt gjøgnumbrot í fjør. Bólkurin er spennandi, men størsta styrkin er uttan iva stóra røddin og útstrálingin hjá Guðrið. Guðrið luttók eisini á fløgum og konsertum saman við øðrum tónleikarum í ár, m.a. hjá Flemming. Lena pla bk 3 Lena fekst í stóran mun við komandi fløgu sína í fjør, men á AME Reykjavík, FO Invasion, Asfalt og øðrum konsertum bæði hesumegin og hinumegin hav vann hon alsamt meira fram, serliga orsakað av frálíku røddini. Maria Guttesen pla bk 4 Maria Guttesen valdi í at standa á egnum beinum. Hon fór burturúr bólkinum Divided Minds og gav sína aðrum solofløgu út; ein konsertfløga, ið vitnar um stóru røddina, ið longu bergtók føroyingar á bandinum hjá Hjørdis og Gentunum. Jensina Olsen pla bk 5 Kórsongkvinnan úr mpiri og mamman hjá Grísaflísa Pætur kom sum snarljós á alljósum degi inn í singer/songwriter kappingina í Hafnia Lounge. Á veg móti sigrinum basti dugnaliga songkvinnan nøkrum av okkara bestu innan fyri stílin. Besti útlendski (bólkur/einstaklingur) Beth Hart pla ub 1 Framførslan hjá Beth Hart á G! fór somikið langt útum pallkantin, at songkvinnan stakk tarnar í Gøtuvík. Rokk- Mama Hart vann hjørtu á Gøtusandi hetta kvøldið. Johnny Deluxe pla ub 2 Johnny Deluxe vóru 9 tímar ávegis til Summarfestivalin, men tá bólkurin trein á pallin kókaði Vágsbøur frá fyrstu stund til seinasti strongur var sligin og seinasta trumman var bukað. Nephew pla ub 3 Kvarti føroyingurin Simon Kvamm legði skemtið á hillina í fjør og gjørdist fulltíðar tónleikari. Úrslitið fløgan Interkom Kom Ind hevur gingið sigursgongd bæði í Danmark og Føroyum. Lagið Igen & Igen & var best umtókta útlendska lag á 15 teimum bestu, og í summar stendur Nephew aftur á palli á G! Red Hot Chili Peppers pla ub 4 Tvífløgan Stadium Arcadium setti Red Hot Chili Peppers aftur á tónlistarliga heimskortið. Serliga lagið Dani California hevur hittað um allan heim. Los Angeles bólkurin hevur gjørt um seg síðan miðskeiðis í 80’unum og er enn á toppinum. Wolfmother pla ub 5 Wolfmother er nýggjur australskur bólkur, ið fekk gjøgnumbrot í fjør við síni fyrstu, og sjálvnevndu útgávu. Talan eru um rokktónleik við tíðiligum ávirkanum frá sjeytiára rokktónleiki, har nøvn sum Black Sabbath og Led Zeppelin teljast millum fyrimyndirnar. Besti nýggi (bólkur/einstaklingur) Boys In A Band pla nb 1 Boys In Band var eitt heilt óskrivað blað, tá bólkurin meldaði seg til GBOB í heyst. Í finaluni megnaði bólkurin at syfta GBOB vinnaranum í fyrra árið Marius. Budam pla nb 2 Búi Dam lánti eina smáttu í Andalusisku fjøllunum at skriva tónleikin til Budam. Á konsertum hevur bólkurin spælt sín serliga søgutónleik og hvørja ferð sita áskoðarnir bergtiknir. Isadora and The Rebels pla nb 3 Isadora and The Rebels var millum bestu upplivingarnar á Summarfestivalinum í fjør, tað er serliga sterka oddakvinnan Guðrið Hansen, ið bergtekur. Bólkurin brýtur í føroyskum høpi upp úr nýggjum. The Story Ends pla nb 4 Hóast the Story Ends hevur nøkur ár á baki, fekk bólkurin sítt gjøgnumbrot í fjør. Eftir framførsluna á G! í fyrra árið vaks bólkurin alsamt í virðing og í ár kom fyrsta fløgan út. Thor Simonsen pla nb 5 Fyrsta fløgan hjá Thor Simonsen varð gjørd á hansara teldu í sovikamarinum. Hann kallar tað hip hop, men tankarnir kunnu ferðast til nøvn sum Beck Hansen og hansara heilt serliga stíl. Heilt víst eitt av teimum mest spennandi nýggju nøvnunum í fjør.