fríggjadagur 5. januar 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 3 - 4. januar 2007
Pedagogur til barnagarðin
við Kráir í Hvalvík
Søkt verður eftir pedagogi til barnagarðin at
byrja 01. februar 2007 ella eftir nærri avtalu.
Starvið at søkja er
1 pedagogur til barnagarðin 30 t/v. ella eftir
nærri avtalu.
Barnagarðurin er skipaður við 3 barnagarðs
stovum, 1 vøggustovu og frítíðarskúla.
Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinar
ligum umhvørvi heilt oman til tað vælkendu
stóru ánna.
Vit ynskja
• At tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag fyri børnunum.
• At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí
einstaka barninum og teim vaksnu.
• At tú hevur hug til at skapa og seta dám
á okkara barnagarð.
• At tú hevur góð samstarvsevni og kann
arbeiða sjálvsstøðugt.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið.
Um eingin Pedagogur søkir, verða hjálparfólk
sett í tíðaravmarkað starv.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Nancy Poulsen, leiðara, á tlf. 772021 ella
422717.
Umsøknir við avritum av prógvi verða at senda til:
Barnagarðin við Kráir
FO-430 Hvalvík.
mail: nosi@post.olivant.fo
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 24.01.07
Hógv Handilsvirki
Oman á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður
Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo
Lærlingur
Vit søknast eftir einum røskum lærlingi at
byrja sum skjótast.
Ein við SIT ella líknandi kann hava fyrimun.
Nærri fæst at vita við at ringja til okkara ella
støkka inn á gólvi.
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum
verkætlanum og anleggsarbeiðum, og tí søkja vit eftir einum
nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og ráðgevandi
vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í
verki.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við
vegarbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirlit
og byggiroknskapi, sum kommunan stendur fyri.
Vit ynskja
at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur
góðar arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting, ið saman-
lagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at
hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft
Officepakkan og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort.
Persónligir eginleikar
Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið
og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt
kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at
málbera teg í skrift og talu.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála
við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing,
ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 302010.
Umsókn
saman við viðmælum, avrit av prógvum o.t. og upplýsing um
royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007.
Merkið umsóknina „Starv á teknisku deild“.
Tórshavnar kommuna
Starvsfólk til teknisku deild [endurlýsing]
Á Teknisku deild arbeiða 12 fólk. Deildin heldur til í posthús-
bygninginum saman við Byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið
hjá teknisku fyrisitingini er millum annað at viðgera byggimál og
útstykkingarloyvi umframt at standa fyri planlegging, projektering
og viðlíkahaldi av øllum kommunalu vegunum og tekniskum
veitingum, ið komunan hevur ábyrgd av. Harumframt hevur
Tekniska deild sum høvuðsuppgávu umsiting av heilsu- og
umhvørvismálum.
Eykapolitistur
Eitt starv sum eykapolitistur hjá politinum á
Tvøroyri er leyst at søkja.
Tænastutíðin er 6 tímar um vikuna – vanliga um
kvøldið. Samsýningin er í løtuni 3.173,14 kr. um
mánaðin.
Umsóknarblað fæst á politistøðini á Tvøroyri.
Umsókn verður at senda til Føroya Landfúta,
postboks 3018, FO-100 Tórshavn innan 14. januar
2007.
Føroya Landfúti, Tórshavn hin 3. januar 2007
Karen Marie Olesen
1. fl. 2007/2008
Næmingar verða skrivaðir í 1. fl. mánadagin
8. januar kl. 13 í sangstovuni.
Havið dóps- ella navnaseðil við!
Fuglafjarðar skúli
Tlf. 444087
lýsingar
-har
tað hendir