Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 3 - 4. januar 2007 Pedagogur til barnagarðin við Kráir í Hvalvík Søkt verður eftir pedagogi til barnagarðin at byrja 01. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Starvið at søkja er 1 pedagogur til barnagarðin 30 t/v. ella eftir nærri avtalu. Barnagarðurin er skipaður við 3 barnagarðs­ stovum, 1 vøggustovu og frítíðarskúla. Barnagarðurin liggur í hugnaligum, barnavinar­ ligum umhvørvi heilt oman til tað vælkendu stóru ánna. Vit ynskja • At tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri børnunum. • At tú hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum og teim vaksnu. • At tú hevur hug til at skapa og seta dám á okkara barnagarð. • At tú hevur góð samstarvsevni og kann arbeiða sjálvsstøðugt. Setunarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs­ gevarafelagið. Um eingin Pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Nancy Poulsen, leiðara, á tlf. 772021 ella 422717. Umsøknir við avritum av prógvi verða at senda til: Barnagarðin við Kráir FO-430 Hvalvík. mail: nosi@post.olivant.fo Umsóknarfreistin er í seinasta lagi tann 24.01.07 Hógv Handilsvirki Oman á Sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Lærlingur Vit søknast eftir einum røskum lærlingi at byrja sum skjótast. Ein við SIT ella líknandi kann hava fyrimun. Nærri fæst at vita við at ringja til okkara ella støkka inn á gólvi. Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum verkætlanum og anleggsarbeiðum, og tí søkja vit eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og ráðgevandi vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í verki. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við vegarbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirlit og byggiroknskapi, sum kommunan stendur fyri. Vit ynskja at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur góðar arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting, ið saman- lagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft Officepakkan og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort. Persónligir eginleikar Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at málbera teg í skrift og talu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum, avrit av prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007. Merkið umsóknina „Starv á teknisku deild“. Tórshavnar kommuna Starvsfólk til teknisku deild [endurlýsing] Á Teknisku deild arbeiða 12 fólk. Deildin heldur til í posthús- bygninginum saman við Byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið hjá teknisku fyrisitingini er millum annað at viðgera byggimál og útstykkingarloyvi umframt at standa fyri planlegging, projektering og viðlíkahaldi av øllum kommunalu vegunum og tekniskum veitingum, ið komunan hevur ábyrgd av. Harumframt hevur Tekniska deild sum høvuðsuppgávu umsiting av heilsu- og umhvørvismálum. Eykapolitistur Eitt starv sum eykapolitistur hjá politinum á Tvøroyri er leyst at søkja. Tænastutíðin er 6 tímar um vikuna – vanliga um kvøldið. Samsýningin er í løtuni 3.173,14 kr. um mánaðin. Umsóknarblað fæst á politistøðini á Tvøroyri. Umsókn verður at senda til Føroya Landfúta, postboks 3018, FO-100 Tórshavn innan 14. januar 2007. Føroya Landfúti, Tórshavn hin 3. januar 2007 Karen Marie Olesen 1. fl. 2007/2008 Næmingar verða skrivaðir í 1. fl. mánadagin 8. januar kl. 13 í sangstovuni. Havið dóps- ella navnaseðil við! Fuglafjarðar skúli Tlf. 444087 lýsingar -har tað hendir