Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 59

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 11 mugu menna seg, skulu tílík tiltøk gerast kommersielt væl eydnaði. Eitt tiltak við einum stórum íslendskum, donskum og grønlendskum navni umframt tveimum av fremstu føroysku rokkbólkunum, átti at selt meira enn 300 atgongumerki, og veruleikin er tann, at fólk flest visti slettis ikki um tiltakið. Mær er sagt, at orsøkin til, at eitt danskt navn var á skránni, var fyri at fáa nakað av dønum á konsertina, men tað tyktist ikki, sum um nakar var komin at lurta eftir Who Made Who, hetta sást týðiligt á áskoðarunum í byrjanini av framførsluni hjá danska bólkinum. Tað var t.d. ikki nevnt eitt orð um henda stóra útnorður rokkfestival á tónleikaheimasíðum sum t.d. tí hjá Gaffa.dk og tað tók neyvan nakran á bóli. Nógv av teimum tiltøkum, ið vit hava skrivað um á Norður Bryggjuni hava verið heldur illa vitjað. Ja, ofta merkisvert illa vitja, tá tú hugsar um, hvussu nógv fólk somu listarfólk klára at savna aðrastaðni. Tað eru møguliga ikki kommersiel áhugamál handan tiltøk sum hesi á Norðuratlants Bryggjuni, og tað er ikki víst, at tílík áhugamál eru ynskilig fyri Norðuratlants Bryggjuna, tí hetta kann gerast rættiliga avmarkandi fyri listarliga virðið. Men tá tað er sagt, kann tað neyvan vera ynskiligt, at annað enn manglandi áhugi skal avmarka áskoðaratalið. Tað má vera ein grundleggjandi fyritreyt, at málbólkurin veit um tiltøkini. gjuna til mentanardepil nleikafestivalin í Hal D Mynd: Símun Jóanessarson Meira hjálp til Afrika Reyði Krossur Føroya arbeiðir saman við Dansk Røde Kors og Altjóða Reyða Krossi um at vera beinleiðis við í hjálpararbeiði í økinum nærhendis Sudan í Afrika har tað fyribils hevur valdað friður í nøkur ár.  Ætlanin er at vera við í einum psykososialum tiltaki í landslutunum Western Bahr el Ghazal, Wau og Jur River counties har tað nú verða gjørdar tørvskanningar. Reyi Krossur boðar nú frá einum møguleika fyri føroyingar, sum hava hug at gerast sendifólk fyri felagsskapin. Hesir kunnu verða sendir út til økið at skipa fyri. - Hetta kann gerast byrjanin til at sendifólk úr Føroyum kunnu verða skrásettir og seinni eisini sendir út til hjálpararbeiði, sigur Reyði Krossur. Í løtuni kunnu føroyingar ikki senda fólk út at skipa fyri, hava eftirlit, gera tørvsmetingar og annað. Men hetta er kortini roynt, tá kríggið var í Jugoslavia á sinni. Tá var ein føroyingur leiðari av konvoy-koyringini fyri Reyða Kross. Fyrireikingarnar eru komnar so mikið ávegis, at Føroya Landsstýri hevur játtað 115.000 kr. til verkætlanina, og í aðru viku verður fyrilestur um, hvussu ein kann gerast sendifólk hjá Reyða Krossi. Hugsandi er, at eitt slíkt sendifólk er økonomur, hava holla logistiska útbúgving/royndir, sjúkrarøktarfrøðingur, pedagokur, lækni ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Haraftrat mugu umsøkjararnir hava arbeiðs- og lívsroyndir.