fríggjadagur 5. januar 2007síða 60
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
12
Vit eru eingin dis
Brøðurnir Peter og Jan Otto Holm, ið eru
ættaðir úr Fuglafirði, hava gingið hond
í hond, líka síðani teir skrivaðu høvuðs
uppgávu saman á Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn. Í dag starvast teir báðir
hjá Kaupthing Bank – annar stjóri og hin
íløgustjóri – sum júst er vorðin vinnulívs
banki í Føroyum
Teir eru fryntligir á at líta,
báðir tveir, brøðurnir Jan Otto
Holm og Peter Holm, og tað er
ikki sørt, at tað er rørandi, so
væl teir hava sitið um sátt við
hvønn annan líka síðani tey
heilt ungu lestrarárini í Keyp
mannahavn. Tað var nevniliga
eisini í hesum árum, at teir
báðir traðkaðu sínar vinnuligu
barnaskógvar við síðuna av
lesnaðinum. Meðan teir báðir
lósu somu lærugrein á Handils
háskúlanum í Keypmannahavn,
og vóru saman um at skriva
høvuðsuppgávu, so komu báðir
eisini at arbeiða innan somu
greinar í danska peningastovn
inum Bikuben Bank (seinni
kallaður BG-Bank).
Men nú standa aðrar av
bjóðingar fyri framman hjá
38 ára gamla Peter og 36 ára
gamla Jan Otto, sum í dag eru
ávikavist stjóri og íløgustjóri
í Kaupthing Bank. Bankin
hevur nevniliga tikið enn eitt
stig longur fram á leiðini
til at gerast ein veruligur
peningastovnur í Føroyum.
Tó avmarkar Kaupthing seg
framvegis til vinnukundar, tað
veri seg innlán og útlán, og ikki
privatar kundar. Men er talan
um íløgur, so vendir bankin
sær bæði til vinnukundar og
privatar persónar.
Vit hittu brøðurnar Holm í
stásiligu hølunum hjá Kaup
thing í Bókbindaragøtu í Havn
til eitt prát, nú bankin hevur
lagt seg enn meiri út í kapping
ina við hinar føroysku peninga
stovnarnar.
Bankamarknaðurin
er broyttur
Peter: fer føroyska vinnulívið
at fáa fyrimunir av øktu kapp
ingini millum føroysku lánveit
ararnar?
- Bankamarknaðurin er
broyttur nógv seinastu tíðina
til fyrimuns fyri kundarnar.
Eg hugsi ikki, at tað ber til at
afturvísa, at samanhangur
er ímillum hesa broyting, og
tað at vit komu á marknaðin í
2000, heldur Peter Holm fyri.
So tilboðini til vinnulívið eru
vorðin betur, síðani tit komu á
marknaðin?
- Tú sært í øllum førum nakr
ar meiri dynamiskar bankar. Eg
skal ikki siga, at vit hava ær
una av øllum, men at vit hava
viðvirkað til tað, ivist eg onga
løtu í, leggur hann afturat.
Hann torir tó ikki at spáa um,
hvussu tingini fara at menna
seg í framtíðini.
Eru útlit fyri, at vinnan fer at
fáa bíligari lán?
- Ætlanin er ikki, at vit
skulu fara at kappast um prís.
Kappingin um at læna pengar
í Føroyum hevur verið, og er
framvegis, rættiliga hørð. Bara
at kappast um prís heldur ikki í
Samrøða
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
38 ára gamal, lærdi fyrst í Sjóvinnubankanum, og tá hann
varð liðugur í 1989 fór hann at lesa datalogi og búskap á
Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Eftir 3 ár fór hann und
ir cand. merc. innan finansiering og roknskap, har hann kom
at skriva høvuðsuppgávu saman við Jan Otto.
Meðan Peter las, arbeiddi hann í Bikuben Børs, fyrst sum
edv-maður og síðani sum lánsbrævagreinari. Í 1995 flutti
hann aftur til Føroyar og fór at starvast í Føroya Banka, til
hann í 2000 gjørdist stjóri í Kaupthing, sum júst tá byrjaði
virðisbrævameklara-virksemi í Føroyum.
Tá Jan Otto kom til Føroya í seinnu helvt av 90-unum gjørd
ist hann fíggjarleiðari hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hann
byrjaði eisini hjá Kaupthing í 2000, har hann nú er íløgustjóri.
Fakta um Petur
Brøðurnir Peter og Jan Otto
Holm eru hálvir fuglfirðingar og
hálvir danir og uppvaksnir í Gøtu.
Lívsleiðir teirra hava verið líkar,
og hava teir báðir cand. merc.
prógv frá Handilsháskúlanum í
Keypmannahavn, har teir faktiskt
skrivaðu høvuðsuppgávu saman.
Mynd: Jens Kristian Vang