fríggjadagur 5. januar 2007síða 66
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
18
Ein nýggj byrjan
Um hetta sigur Seamus Heany:
Tey skrivaðu teknini eru sum
skaldskapurin, ein skilnaður
við tað vanliga lívið, men ikki
ein ábyrgdarleys flýggjan
undan tí ... (Skaldskapurin)
sigur ikki við ta ákærandi
mannamúgvuna ella ta hjálp
arleysu kvinnuna: “Nú kemur
ein loysn.” Í staðin fyri – í
gloppinum millum tað sum fer
at henda og tað vit kundu
hugsað okkum átti at hent
– fangar skaldskapurin okkara
tanka eina løtu, ikki sum
hugspjaðing, men sum rein
hugsavnan, ein brennidepil,
har okkara megi til hugsavnan
verður savnað aftur á okkum
sjálv.
Mandela og Gorbatsjov
Nú ljóðar hetta kanska eitt
sindur torskilt. Men sum eg
skilji Heany, vísir hann á, at
skaldskapur umboðar frælsi,
eitt frælsi, sum peikar út um
ta endurtøku, sum er skyld
við deyða, og sum søga og
politikkur oftast umboða, har
hevnd elur hevnd, sum aftur
elur hevnd. Sviin Olof Palme,
russarin Mikhail Gorbatsjov,
ísraelarin Yitzhak Rabin eru
dømir um, at politikarar, sum
velja hesa frælsiskós, ofta
fáa ótakk afturfyri, ella eina
uppaftur verri lagnu, Nelson
Mandela í Suðurafrika er
hinvegin eitt dømi um, at tað
øvugta er møguligt.
Annars heftir ein seg í frá
søgnini í Jóhannesar evangeli
um serliga við, at Jesus í hesi
tvístøðu boyggir seg niður og
skrivar á jørðina ella í sandin,
sum vil hann skapa eitt nýtt
univers, sveimandi uttan fyri
søguna, blómandi frælst á
øðrum markum.
Horats eina ferð enn
Ein hending frá seinna heims
bardaga tykist mær væl at
lýsa hesa skaldskaparins megi
til at skapa eitt rúm uttan fyri
søgunnar deyðalíku endurtøku.
Vit eru stødd á oynni Kreta, har
bretskir hermenn og grikskir
geriljahermenn hava tikið ein
týskan herovasta til fanga. Í
hølunum á teimum er eitt týskt
herlið. Ein morgunin vakna teir
úti í natúrini og síggja sólina
rísa yvir kambinum á fjallinum
Ida. Nú eiga vit at minnast til,
at tað er kríggj, at týskarar og
bretar eru deyðsfíggindar. Men
í tí tann týski fangin sær tann
glitrandi fjallatindin, mutlar
hann fyri seg sjálvan á latíni:
Vides ut alta stet nive candida
Soracte ...
Skaldskaparins skái
Hesi orð eru byrjanin á eini
kendari odu (háfloygdari
yrking) eftir skaldið Horats,
sum eg nevndi fyrst í hesum
fyrilestri. Orðini merkja: Tú
sært Soracte standa hvítt
og djúpt í kava ... Men tann
eingilski majorurin, sum
fortelur søguna, dugdi eisini
latín, dugdi yrkingina uttanat
og helt fram:
... nec iam sustineant onus
silvae laborantes, geluque
flumina constiterint acuto ...
(teir ovbyrjaðu skógirnir
orka nóg illa at bera sína byrðu, og
áirnar eru bundnar av hvøssum gleri.)
Og bretin helt fram og endur
gav øll seks ørindini í yrkingini.
Tann týski fangin brendi síni
bláu eygu ímóti honum, eina
góða løtu var tøgn, og so
segði hann bara: “Ach so,
Herr Major!” Og so fortelur
majorurin:
Hetta var ógvuliga løgið.
Eina góða løtu var tað, sum
kríggið var hildið uppat at
vera til. Vit høvdu báðir mong
ár frammanundan drukkið úr
sama brunni.
Leikum fagurt
So mikið um skaldskap øðr
umegin og hinumegin søgu,
politikk, kríggj og samfelag.
Til seinast fari eg at venda
aftur til Dead Poets´ Society
og okkara góða vin John
Keating. Filmurin hevur ein
enda, sum er bæði syrgiligur
og upplyftandi. Kanska kann
ein siga, at ein John Keating
við fullum seglum er ein í so
sterkur drykkur fyri ein skúla.
Hinvegin er tann skúlin illa
farin, sum ikki onkuntíð hoyrir
málið í hesum sjarmerandi og
sprækna uppreistrarmanni.
Hansara yndisreglu carpe
diem síggja vit intertekstuelt
varieraða mangastaðni í
fyrilestur
Kafka, Albert Ehrenstein, Otto Pick
og Lise Weltsch 7. september í 1913