fríggjadagur 5. januar 2007síða 67
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti 19
heimsins skaldskapi. Týskarar
siga:
Freut euch des Lebens,
weil noch das Lämpchen glüht,
pflücke die Blume,
eh´ sie verblüht.
Á føroyskum hava vit
niðurlagið:
Leikum fagurt á foldum,
eingin treður dansin undir moldum.
Líknilsið um duravørðin
Ein av heimsins kendastu rit
høvundum, Franz Kafka, nemur
við sama evni í síni gitnu
og ógvuliga fleirtýddu søgu
Framman fyri lógini. Søgan er
henda:
Framman fyri lógini stendur
ein duravørður. Til henda dura
vørð kemur ein maður av bygd
og biður um at fáa atgongd
til lógina. Men duravørðurin
sigur seg ikki kunna lova
honum inn nú. Maðurin hugsar
seg um og spyr so, um hann
kanska seinni fer at kunna
sleppa inn. “Tað er møguligt,”
sigur duravørðurin, “men ikki
nú kortini”. Av tí at portrið
til lógina sum altíð stendur
opið, og duravørðurin stígur
til viks, bukkar maðurin seg
fyri gjøgnum portrið at síggja
inn í tað sum er innanfyri. Tá
ið duravørðurin varnast tað,
lær hann og sigur: “Um tað
lokkar teg so nógv, so royn
hóast mítt forboð at fara inn.
Men minst til: Eg eri máttmikil.
Og eg eri bara tann lægsti
duravørðurin. Men frá høll til
høll standa aðrir duravaktarar,
hvør máttmiklari enn annar.
Bara ásjónina hjá tí triðja
eri sjálvt eg ikki mentur at
skoða”. Slíkum trupulleikum
hevur maðurin av bygd ikki
roknað við; lógin eigur tó at
vera øllum atkomulig og altíð,
hugsar hann, men tá hann
nú hyggur meira gjølla at tí
loðskinsklædda duravørðinum,
at hansara stóru spísku
nøs, at tí síða, tunna, svarta
tatarskegginum, ger hann
av tó heldur at bíða, til hann
fær loyvi til at sleppa inn.
Duravørðurin gevur honum
ein krakk og letur hann seta
seg niður á skák øðrumegin
dyrnar. Har situr hann í dagar
og ár. Hann roynir fleiri
ferðir at sleppa inn og møðir
duravørðin við sínum bønum.
Duravørðurin áleggur honum
ofta smá forhoyr, tráspyr hann
um sín heimstað, og spyr
um mangt annað, men tað
eru líkasælir spurningar av tí
slagnum, mætir harrar seta,
og hvørja ferð sigur hann seg
til seinast ikki kunna lova
honum inn enn. Maðurin, sum
hevur gjørt seg út til ferðina
við mongum, brúkar alt, eisini
ógvuliga virðismikil ting, til at
mutra duravørðin. Hesin tekur
ímóti øllum, gaman í, men
sigur samstundis: “Eg taki bara
ímóti tí, so tú ikki skalt halda,
at tú hevur latið nakra roynd
vera óroynda”. Tey mongu árini
eygleiðir maðurin duravørðin
at kalla uttan steðg. Hann
gloymir hinar duravørðirnar, og
hesin eini tykist honum at vera
einasti meinbogi fyri at fáa
atgongd til lógina. Hann biður
ilt yvir ta ólukkuligu tilvildina,
tey fyrstu árini uttan fyrilit og
harðmælt, seinni, tá ið hann
verður gamal, murrar hann
bara fram fyri seg. Hann fer at
ganga í barndømi, og av tí at
hann eftir at hava rannsakað
duravaktaran í mong ár eisini
hevur varnast loppurnar í
hansara skinnkraga, biður
hann eisini loppurnar hjálpa
sær og fáa duravørðin at
broyta hugsan. Til endans
viknar sjón hansara, og hann
veit ikki, um tað veruliga
myrknar rundan um seg,
ella um tað bara eru eyguni,
ið villeiða seg. Men kortini
tekkir hann enn í myrkrinum
ein ljóma, sum ósløkkiligur
glampar út gjøgnum lógarinnar
dyr. Nú livir hann ikki leingi
aftrat. Áðrenn hann doyr,
savnast í hansara høvdi allar
royndirnar frá allari hesi tíðini
saman til ein spurning, sum
hann higartil ikki enn hevur
sett duravørðinum. Hann
veittrar til hansara, av tí at
hann ikki longur er mentur
at rætta sítt kropnandi likam
upp. Duravørðurin noyðist
at bukka seg djúpt niður til
hansara, tí støddarmunurin
er, manninum til ófyrimunar,
ógvuliga nógv broyttur. “Hvat
er tað nú aftur, tú vilt hava at
vita?” spyr duravørðurin, “tú
ert ómettiligur”. “Øll tráa jú
eftir lógini,” sigur maðurin,
“hvussu ber tað tá til, at eingin
uttan eg í hesi mongu ár hevur
biðið um at fáa atgongd?”
Duravørðurin skilur, at maðurin
nú er endanum nær, og fyri
kortini at røkka hansara
farandi hoyrn geylar hann til
hansara: “Her kundi eingin
annar sleppa inn, tí henda
inngongd var bara ætlað tær.
Eg fari nú og lati hana aftur.”
Hentið rósuna
Vit lata Kafka fáa tað sein
asta orðið. Eftir er bara at
siga: takk fyri, at tit hava
lurtað. Vælkomin fram at
brunninum hjá Horats og inn
í skaldskaparins ekkóaulu.
Verið ikki bangin fyri lívsins
duravørði. Farið inn og ognið
tykkum dýrdina innanfyri. Góð
takið tykkara móðurmerkir. Og
hentið rósuna.
Viðmerking: Hesin fyrilestur
varð hildin á Føroya Studenta
skúla tann 17. august og tann
1. desember í fjør.
fyrilestur
Seamus
Heany