fríggjadagur 5. januar 2007síða 68
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
20
átrúnaður
Sálmur 8:
Hvat er tá
menniskjað?
Bíbliulestur úr Gamla
Testamenti eftir týðing
Victor Danielsens
1 Til songmeistaran. Eftir
gittit. Sálmur. Eftir Dávid.
2 HARRI, Harri okkara,
hvussu dýrt er ikki navn Títt
um alla jørðina, Tú, sum
hevur breitt út dýrd Tína yvir
himmalin!
3 Av munni smábarna
og bróstabarna hevur Tú
grundfest Tær vernd, fyri
teirra skuld, sum eru óvinir
Tínir, fyri at teppa fíggindan
og hin hevnisama.
4 Táið eg síggi himmal Tín
– verk fingra Tína – mánan
og stjørnurnar, ið Tú hevur
gjørt,
5 hvat er tá menniskjað,
at Tær kemur tað í hug,
menniskjabarnið, at Tú tekur
Tær av tí!
6 Tú gjørdi tað lítið lægri
enn Gud, við heiður og dýrd
krýndi Tú tað;
7 Tú setti tað at ráða yvir
handaverkum Tínum, alt
legði Tú tí undir føtur,
8 smáfæ og neyt, øll somul,
ja, tey villu dýrini á markini,
9 fuglarnar undir himli og
fiskin í havinum, alt tað, ið
ferðast vegir havsins.
10 – HARRI, Harri okkara,
hvussu dýrt er ikki navn Títt
um alla jørðina!
orðið
Leggja dent á bíbliuundirvísingina
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Samkoman Oasan í Hoy
vík fer í ár at broyta
møtistrukturin nakað.
Endamálið er at leggja
størri dent á bíbliuundirvís
ingina
Oasan: - Guds orð er tað týdn
ingarmesta av øllum í einari
samkomu. Vit fáa ongatíð nóg
mikið av tí, verður sagt úr sam
komuni. Byrjað varð í heyst við
skipaðari bíbliuundirvísing, av
teirri einfaldu orsøk at tørvur
var á slíkari. Sum skilst hava
fólk verið sera fegin um hetta,
bæði tey sum lýddu á og tey
sum stóðu fyri hesi undirvís
ingini.
Bíbliutímarnir vóru tá ann
aðhvørt mikukvøld, men nú er
ætlanin at skipa hetta á ein
øðrvísi hátt og ein annan dag,
skilst á lagnum. Byrjað verður
longu komandi sunnudag og
aftur komandi sunnudag kl. 11,
tá undirvíst verður í einum ávís
um evni. Tveir teir næstu sunn
udagarnar verða so kvøldmøti
kl. 18.
Ætlanin er at halda fram við
hesum á sama hátt, soleiðis
at ein hevur bíbliuundirvísing
tveir teir fyrstu sunnudagarnar
í mánaðinum og kvøldmøtir
hinar báðar sunnudagarnar.
Komandi tveir sunnudagarnar
verður tað Valdemar Simonsen
sum fer at undirvísa. Evnið er
“At hava kærleika til sann
leikan í Guds orði”.
Ikki er vanligt at hava
fartelefonina tendraða
undir eini gudstænastu.
Men tað gjørdu skótarnir í
Leirvík herfyri tilvitað.
Kirkjan: Í farna mánaði kundi
kirkjufólkið í Leirvík hátíðar
halda 100 ára dagin fyri vígsl
uni av kirkjuni í bygdini.
Her varð nógv gjørt burtur
úr henda dagin, við gudstæn
astum av ymiskum slagi og
við einum hópi av innsløgum,
fyri at gera dagin so
hátíðarkendan sum gjørligt.
Millum tey mongu tiltøkini í
hesum sambandi var ein guds
tænasta sjálvan vígsludagin,
sum skótarnir skipaðu fyri.
Henda gudstænastan
byrjaði í roynd og veru
uttandura við eini løtu á
Toftanesi, har útgrevsturin í
bygdini liggur.
Hesin útgrevsturin ber boð
um kristna búseting, tí ein á
staðnum hevur funnið m.a.
fleiri krossar, sum helst stava
úr Írlandi.
Farið varð síðani í kirkjuna
til gudstænastu, sum var held
ur øðrvísi enn tær vanligu.
Kirkjubønin var nevniliga ein
hópur av bønum við sms-
teksti.
Skótarnir vórðu nevniliga
bidnir um at taka fartelefonina
við, og síðani senda eitt sms
við eini stuttari børn til eitt
ávíst telefonnummar.
Teir fingu síðani høvi at
senda eitt sms við eini stuttari
bøn, sum seinni varð víst á
veggin við stórskíggja. Sagt
verður, at hetta var ein still og
góð løta.
Eftir gudstænastuna vóru
fólk boðin niðan í skótahúsið
til ein góðan bita.
Høvuðsstýrið hjá Heima
missiónini hevur samtykt
fíggjarætlanina fyri 2007.
Hon javnvigar við 8,704
mió. krónum
Heimamissiónin: - Hetta
er ein øking uppá 85.000 kr.
sammett við fíggjarætlanina
fyri 2006, upplýsir Jørmund
Foldbo, fíggjarleiðari hjá Heim
amissiónini.
Av samlaða umsetninginum
hjá hesi missiónsrørsluni,
sum hevur høvuðssætið sítt
í Nesvík, eru 3,7 mió kr. í gáv
um, meðan restin, 4,9 mió. kr.
eru inntøkur av sølu.
Millum tær fyritøkurnar
sum útvega fígging til Heim
amissiónina er útleigan av
leguhúsinum í Nesvík, mál
gagnið Trúboðin og Heima
missiónsforlagið, sum stendur
fyri sølu av bókum, fløgum og
øðrum.
Heimamissiónin hevur
annars omanfyri 20 lønt
starvsfólk, umframt fleiri
frítíðarstarvsfólk. Aðalskrivari
er Vagn Foldbo.
SMS-bønir í Leirvík
Skótabønir
Rættiliga nógvir skótar nýttu
høvið at skriva eina sms-bøn
við hesa gudstænastuna.
Vit prenta her nakrar teirra.
Ein fullfíggjaður listi er
annars prentaður í kristiliga
ungmannablaðnum KRUNG:
Takk fyri at eg havi klæðir
Takk at tú doyði fyri okkara syndir
Ver hjá teimum sum einki eiga
Takk fyri at beiggi bleiv frískur. Eg
elski teg
Takk fyri at tú frelsti meg
Gud! Grøð meg frá tí trongd eg havi
til tað ónda
Takk at tú hjálpir teimum sjúku
Rita navn títt mær í hjarta
Fíggjarætlan uppá slakar 9 milliónir