hósdagur 1. februar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Strandferðslan ætlar
sær ikki at broyta
reglar umborð á
Strandafaraskipinum,
eftir at stórur
byngjubilur koppaði
umborð á Dúgvuni
TRYGD
Eyðun Klakstein
Strandferðslan hevur ongar
ætlanir um ikki at broyta
reglur og mannagongdir
umborð á Strandfaraskip-
unum
eftir
álvarsliga
óhappið umborð á Dúgvuni
í síðstu viku.
– Ferðafólk hava ikki
loyvi at verða á bildekkin-
um, meðan skipini sigla, og
tí eiga tey ikki at koma í
nánd av slíkum óhappum,
sum tá byngjubilurin kopp-
aði, sigur Magnus Magn-
ussen, sum er tekniskur
leiðari á Strandferðsluni.
Heldur tú, at hetta verður
hildið umborð á øllum
skipunum?
– Vit siga í hvussu so er
við manningarnar, at hesar
reglur skulu haldast.
Ikki fyrstu ferð
Tað var í illveðri í síðstu
viku, at ein byngjubilur
– fullur av fóðri – koppaði
umborð á Dúgvuni. Bilurin
vigaði millum 20 og 30
tons, og tí hevði talan verið
um vanlukkuligt óhapp, um
fólk var í vegin.
Eingin bilur stóð undir
liðini á byngjubilinum, og
tí var tað bara bilurin sjálv-
ur, sum fekk skaða.
Í ringum veðri verða
stóru bilarnir umborð á
Dúgvuni festir við ketum,
men hesaferð helt eitt festi
á bilinum ikki, tá Dúgvan
legði seg nógv.
Í fjør datt ein kassi av
fiski úr einum bili umborð
á Dúgvuni, og tá fekk bilur
– sum tíbetur ikki varð
mannaður – stóran skaða av
óhappinum.
Álit
Tekniski leiðarin á Strand-
ferðsluni heldur, at tað er
umráðandi, at bilar, sum
flyta fisk ella fóður við
Strandfaraskipinum,
eru
forsvarliga lastaðir.
– Men tað ber ikki til hjá
manningini at kanna hvønn
einstakan bil, sum kemur
umborð á skipini, og tí er
tað eisini ein spurningur
um álit millum manningina
og bilførarnar, sigur Magn-
us Magnussen.
Skiparin á Dúgvuni hev-
ur skrivað eina frágreiðing
um óhappið, og Strand-
ferðslan ætlar sær at taka
hana upp og læra av óhapp-
inum, so tað hendir ikki
aftur. Men í fyrstu syftu er
ikki talan um at broyta
reglur ella mannagongdir
umborð á skipunum.
Fólk skulu ikki
verða á biladekkinum
Í síðstu viku koppaði stórur
og tungur byngjubilur
umborð á Dúgvuni, og
slíkum óhappum eiga
ferðafólk ikki at koma í nánd
av, tí tey hava ikki loyvi at
verða á biladekkinum, tá
siglt verður
Vera Larsen hevur nú
yviritikið salongina
hjá Sólrun Olsen,
sum tó heldur fram
við yrkinum á nýggju
salongini
HÁR
Eyðun Klakstein
Í dag letur Vera Klipt upp í
Klaksvík, og hóast talan er
um nýggj høli og nýtt navn,
hevur nýggja salongin sam-
stundis tilknýti til Salong
Sólrun, sum nú er aftur-
latin.
Vera Larsen, sum hevur
starvast hjá Salon Sólrun,
hevur yvirtikið salongina
frá Sólrun Olsen, og í hesm
sambandi er salongin flutt í
nýggj høli á Vágsheygs-
gøtu.
Sólrun Olsen gevst tó á
ongan hátt í fakinum, tí hon
skal arbeiða á nýggju sal-
ongini, samstundis sum fel-
agið Salong Sólrun hevur
umboð upp á vørur frá
Schwarzkopf, og hesari
heilsølu skal Sólrun halda
fram við.
Móttøka í dag
Sólrun Olsen fór í læru
sum frisør í 1960, og hon
hevur arbeitt uttan íhald øll
árini síðani.
Vera Larsen, sum yvir-
tekur salongina, fór í læru í
1986 og hevur starvast hjá
Salong Sólrun.
Vera Klipt, sum nýggja
salongin kallast, letur upp í
dag, og í hesum sambandi
er
móttøka
í
nýggju
hølunum. Tey ætla sær ikki
at klippa í dag, men ístaðin
geva fólki tíðir.
Nýggj salong í Klaksvík
Vera Klipt letur upp í dag, og talan er um rúmliga salong
Familjudagar í Nesvík
Í februar mánaði verða
tvær familjulegur í húsun-
um hjá Heimamissiónini í
Nesvík.
Fyrra
legan
verður
vikuskiftið 16. til 18.
februar, og tann seinna frá
23. til 25. februar.
Hugskotið við hesum
legum er, at foreldur og
børn kunnu bruka nakrar
dagar saman á legu, har
mangt og hvat er á
skránni.
Tað ber til at melda seg
til legurnar á tlf. 455286
áðrenn 10. februar.
24. februar verða so-
nevndir
hjúnadagur
í
Tofta Missiónshúsi.
Tað eru føroyska deild-
in av AGAPE og Lands-
familjunevndin
hjá
Heimamissiónini,
sum
skipa fyri hesum degi.
Danski familjuviðgerð-
in Steen Palmquist verður
gestarøðari, og hann fer
millum annað at lýsa
evnið »Maður og kona í
Bíbliuni«.
Øll hjún kunnu luttaka
á degnum, og tilmelding-
arfreistin er sett til hálvan
februar. Tilmelding kann
gerast
á
456785
og
448175.
Hava hjúnadag á Toftum
Nr. 22 - 1. februar 2001
3
2
Nr. 22 - 1. februar 2001
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Atlantsflog – privatiserast
ella á útlendksar hendur?
Stórtíðindi vóur at frætta mikumorgunin, tá
sagt varð, at Atlantic Airways skal privatiser-
ast partvíst. Almennu Føroyar hava fingið at
vita, at ein nevnd skal virðismeta allar vinnu-
ligu ognir landsins. Orsøkin er hon, at hesar
skulu møguliga seljast privatum, heilt ella
partvíst.
Men einki er frætt um, at henda nevnd er
farin til verka, tíansheldur er liðug við arbeiði
sítt. Tí kom tað heldur dátt vit, at tað fyrsta,
sum skal seljast - ella partvíst privatiserast - er
føroyska flogfelagið, sum hevur tryggjað, at
vit hóast alt hava lutfalsliga bíligar flogseðlar í
dag.
Vit eru greið yvir, at flogfeløg leggja saman
ella gera aliansur. Í hesi gongd hevur tað víst
seg, at altjóða kappingin hevur havt við sær, at
tey smáu flogfeløgini klára seg ikki, uttan at
tey hava onkra góða nisju at dúva uppá.
So er spurningurin, um nisjan her í Norður-
atlantshavi er ein nóg góð og stór nisja hjá Atl-
antic Airways, ella um føroyska flogfelagið er
ov seint á sjóarfallinum at fáa sær ein sam-
starvsfelaga ella medognara.
Atlantic Airways kappast ímóti Mærsk Air,
sum veksur í vavi, og sum hevur gjørt sam-
starvsavtalu við risan innan flogferðslu á okk-
ara leiðum, SAS. Tí liggur næst fyri at spyrja,
hví Atlantic ikki hevur gjørt eina avtalu við t.
d. SAS ella okkurt líknandi flogfelag á okkara
leiðum?
Nú verður sagt, at partabrøv kanska skulu
bjóðast út til nýtekning, m.a. fyri at fáa eitt
flogfelag upp í. Harafturat skal kapitalgrund-
arlagið styrkjast .
Tað er óivað neyðugt at styrkja kapitalgrund-
arlagi, men so er spurningurin, hví skulu vit
hava útlendingar upp í føroyska flogfelagið,
samstundis sum landsstýrið legði dent á, at vit
skulu hava eina føroyska loysn, tá tað snýr seg
um bjargingar- og veitingartyrluna? Til hesa
tænastuna fingu hvørki útlendingar ella Flog-
felag Føroya høvi at bjóða!!!
Flestu føroyingar eru samdir um, at vit eiga
at varðveita meirilutan í okkara føroyska flog-
felag, og tí er at vóna, at hetta tiltakið ikki er
tikið, tí tað sendur so illa til fíggjarliga hjá før-
oyska flogfelagnum, at neyðugt er við eini inn-
spræning, t.d. frá útlendskum flogfelag.
DAGSINS MEINING
Spyrjið serfrøðingarnar
Bergur
Hanusson,
djóralækni
Heri Joensen,
prestur
Heri Krage-
steen, sálar-
frøðingur
Ingi Højgaard,
løgfrøðingur
Jens Andre-
assen, lækni
Jóhanna á
Tjaldrafløtti,
føðslu/húsar-
haldsfrøðingur
Jón Klein
Olsen,
politistur
Jón Krage-
steen. Ferðslu-
trygd
Julianna Næs,
pedagogur
Sjúrður
Johannesen,
sosialráðgevi
Turid Thom-
sen, lestrarveg-
leiðari
Marius
Staksberg,
málfrøðingur
Adressan:
Sosialurin,
box 76,
110 Tórshavn,
Fax 314720
ella teldupost:
spyr@sosialurin.fo
– og merkið, hvørj-
um tit seta spurn-
ingum.
Svarini verða prentað í blaðnum mikudag
Kristian á Dul fimti
Stjórin hjá fyritøkuni P/F
Maria Poulsen, Kristian á
Dul er vorðin fimti ár og er
sostatt rættuliga komin í
vaksnamannaliðið.
Sum
stjóri á hesi kendu og á-
lítandi rør og sanitetsfyri-
tøku, so hevur hann við
rættuliga nógv fólk at gera í
gerandisdegnum.
Hann
tingast við spent ungfólk,
sum júst fara at setast í
búgv. Hann tingast um
kranarnir, hvussu teir skulu
síggja út, so ella so út og
um baðikarið skal vera
grønt, gult, reytt ella okkurt
heilt annað. Og hann hevur
eisini við tey meira til-
komnu at gera, tey sum
bygdu fyri eini 25-30 árum
síðan. Teirra ørindi eru ofta
av eitt sindur meira keðilig-
um slag. Sentralhitarørini
eru nú tærd og vatnrørini
eru heil innan, so tað bert
drippar úr krananum. Og
tunga uppsparingin, sum
stendur og nørist í peninga-
stovnunum, og sum er
vorðin sjálvt innihaldið í
lívinum
hjá
mongum,
minkar í stórum, nú rørar-
beiðið skal gerast av nýggj-
um.
Kristian er ein álvarsam-
ur og dámligur maður og
hann hevur verið í fyritøk-
uni síðan einaferð seinast í
sekstiárunum. Dagliga er
hann umgyrdur av rørleggj-
arum og blikksmiðjum,
sjálvur er hann skrivstovu-
maðurin, sum nú er stjóri á
hesi familjufyritøku, ið
hann er annað ættarliðið av.
Privat, so sæst hann í
fjørðinum av og á og í
grindadrápi er hann fúsur
og hjálpsamur. Kristian er
giftur Poulu Kristiansen úr
Leirvík. Tey eiga trý børn.
Jústinus
NØVN Í VIKUNI
Sosialurin
V
Til
Danmark dag,
Danmark nátt
Danmark dag mob
Danmark nátt mobi
Telegjøld og sparing
GACB
Føroya Tele
Føroya Tele
Sparing
Sparing
$=7.85 kr
fastnet
farnet GSM
fastnet
farnet
1,40515
1,99
4,39
0,58485
2,98485
1,40515
1,65
3,05
0,24485
1,64485
3,0458
3,99
6,39
0,9442
3,3442
3,0458
3,65
5,05
0,6042
2,0042
g úr Føroyum (kr/min), galdandi frá 17-01-01
Telefar lækkar prísin á uttanlandssamrøðum
Tíðindaskriv
Telefar
Fyri fyrstu ferð síðani 1994
lækka felst øll uttanlands
telegjøld hjá telefonfeløg-
um í Føroyum, ið nýta tele-
sambandið GACB (Global
Access CallBack).
Hetta er eisini galdandi
til Danmarkar, har tele-
gjaldið lækkar dag sum nátt
niður í u. l. 1,40 kr um min-
uttin og 3 kr á fartelefon.
Við GACB eru eingi eyk-
agjøld, so sum uppringing-
argjald upp á 40 oyru,
hvørja ferð, vit fáa sam-
band, sigur Telefar í tíðind-
askrivi.
Avroknað verður yvir
FR-Visa í dollarum, og
heldur dollarin fram at
falla, sum nú, er væl hugs-
andi, at hundraðtals GACB
felagir í Føroyum í summar
ringja á fastneti til Dan-
markar fyri okkurt um eina
krónu um minuttin.