hósdagur 1. februar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kommunur, sum ikki
játtaðu at pengar úr
Kommunala
Veðhaldsgrunninum
varð brúktur til at
sanera tær ringast
staddu kommunur-
nar fyri, hava á fundi
samtykt at krevja
peningin aftur. Nú er
nevnd sett at arbeiða
viðari við málinum
KOMMUNU-
SANERING
Áki Bertholdsen
Tær kommunurnar, sum
ikki játtaðu, at Kommunali
Veðhaldsgrunnurin kundi
brúka pening at sanera tær
ringast staddu kommunur-
nar fyri, fara nú at krevja
peningin aftur.
Beinanvegin tað varð
greitt, at pengar vórðu
brúktir
úr
Kommunala
Veðhaldsgrunninum, til at
sanera kommunuskuld hjá
nøkrum kommunum fyri,
vóru tað summar komm-
unur, sum gjørdu vart við,
at tær fóru at krevja sín
part av pengunum aftur.
Um neyðugt fóru tær at
leggja sak ímóti grunnin-
um.
Tá ið peningurin skuldi
gjaldast úr grunninum til at
sanera nakrar kommunur,
skuldu allar kommunur
senda
grunninum
eina
váttan uppá, at tær góðtóku,
at pengarnir blivu brúktir til
endamálið.
Men tað vóru fleiri
kommunur, sum ikki sendu
váttanina inn aftur. Vit hava
fingið upplýst, at tað vóru
heilar 35 kommunur, sum
ikki játtaðu grunninum at
brúka pengar til at sanera
kommjnuskuld við.
– Sostatt hava tær ikki
givið tilsøgn um, at peng-
arnir í Kommunala Veð-
haldsgrunninum
kunnu
brúkast til at sanera skuld
hjá summum kommunum
við, sigur Eivind Jacobsen,
bygdaráðsformaður
á
Strondum.
Hann var ein av teimum,
sum beinanvegin gjørdi
greitt, at tað varð ikki
góðtikið, at pengar hjá
Sjóvar Kommunu blivu
brúktir til at sanera skuld
hjá øðrum komunum við.
Hann gjørdi samstundis
greitt, at teir fóru at krevja
at fáa tað aftur, sum Sjóvar
Kommuna átti í grunnin-
um.
Síðani hevur tað verið
roynt at fáa allar kommun-
urnar, sum ikki vildu góð-
taka saneringina, at gera
eitt felags krav krav ímóti
grunninum.
Fyribils vórðu kommun-
ur, sum ikki vildu góðtaka
saneringina, kallaðar sam-
an til fundar í Havn sein-
asta hósdag at viðgerða
støðuna.
Eivind Jacobsen sigur, at
umboð fyri níggju komm-
unur møttu upp. Men nú
fáa hinar kommunurnar,
sum ikki játtaðu grunninum
at brúka pengar til saner-
ingina, eina frágreiðing um
tað, sum fór fram á fund-
inum.
Eivind Jacobsen sigur, at
fundurin valdi eina trý-
mannanevnd at arbeiða
víðar i við málinum.
Umframt hann sjálvan,
eru Annfinn Brekkstein av
Velbastað og Sofus Jo-
hannesen við Gjógv, í
nevndini.
Ólógligt
Eivind Jacobsen sigur, at
avtalan er nú, at hendan
trýmannanevndin skal nú
tosa við landsstýrið og
stýrið fyri Kommunala
Veðhaldsgrunnin um støð-
una .
– Samstundis fara vit at
krevja peningin aftur.
Hann sigur, at førir hetta
ikki til eina loysn á málin-
um, ivast hann ikki í, at
farið verður víðari við mál-
inum, og at málið verður
lagt fyri rættin. Hetta var tó
ikki umrøtt so nógv á
fundinum. Men í øllum
førum er hann púravísur í,
at Sjóvar Kommuna fer at
royna málið í rættinum.
Aðrar kommunur, eitt nú
Hósvíkar Kommuna, hava
eisini boðað frá, at tær fara
at taka neyðug stig fyri at
fáa pengarnar aftur.
Eivind Jacobsen sigur, at
talan er um einar 30-35
milliónir, sum tær komm-
unurnar eiga í grunninum,
sum ikki vildu játta, at
pengar blivu brúktir til
sanering.
– Á fundinum hósdagin
fingu vit eisini eina lóg-
frøðiligafrágreiðing.
Og
niðurstøðan hjá honum var
tann sama, sum hinar
løgfrøðiligar niðurstøður,
ið eru gjørdar í hesum máli.
Og tað er at tað var ognar-
tøka, tá ið Kommunali Veð-
haldsgrunnurin
brúkti
pengar
hjá
summum
kommunum at sanera skuld
hjá øðrum kommunum við,
uttan at tær kommunur,
sum áttu peningin, høvdu
givið tilsøgn til tað.
Eivind Jacobsen leggur
afturat, at á fundinum sein-
asta hósdag, vóru tað fleiri
kommunur, sum greiddu
frá, at tær høvdu spurt seg
fyri lógfrøðingi, men at
allir komu til sama úrslit.
Tað er nú greitt, at
allir sáttmálarnir hjá
Føroya Arbeiðara-
felag verða sagdir
upp. Ingeborg
Vinther væntar at
samráðingarnar
verða strævnar
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
Tað er nú greitt, at Føroya
Arbeiðarafelag fer at siga
allar sáttmálarnar upp í ár.
Tað hevur felagið gjørt
av, og Ingeborg Vinther,
forkvinna, sigur, at upp-
sagnirnar verða sendar
Føroya Arbeiðsgevarafelag
í hesi vikuni.
Seinasta freist at siga
sáttmálarnir er 28. februar.
Sáttmálarnir, sum nú
verða sagdir upp, eru bæði
høvuðssáttmálin við Før-
oya
Arbeiðsevarafelag,
umftramt allir sersáttmál-
arnir.
Strævnar samráðingar
Ingeborg Vinther væntar, at
samráðingrnar
hesuferð
fara at vera strævnar.
– Men tað eru vit til reið-
ar til, leggur hon afturat.
Enn hevur felagið ikki
gjørt krøvini upp.
Men hon sigur, at tað er
onki at ivast í, at talan
verður um nógv ymisk
krøv á fleiri økjum.
Eitt nú ivast hon ikki í, at
tey fara at krevja lønar-
hækking. Men umframt tað
fara tey at krevja at ar-
beiðsgevararnir betala til
eina eftirlønirskipan, um-
framt at talan eisini verður
um onnur krøv.
Enn er tað ikki gjørt av,
hvussu
samráðingarnar
verða skipaðar.
Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur lagt upp til, at
samráðingarnar skulu byrja
tíðliga í ár.
Men Ingeborg Vinther
ger púra greitt, at tey fara
ikki til samráðingarborðið,
fyrrenn hini feløgini eisini
gera tað.
– Vit fara ikki at sam-
ráðast einasamøll, leggur
hon dent á. Vit fara heldur
ikki at leggja krøvini fram
enn, sigur hon. Tað veldst
alt um, hvussu hini feløgini
fyrihalda seg.
hendan komandi tíðin
skal sostatt brúkast at gera
krøvini upp og til at leggja
taktikkin fyri samráðing-
unum.
Eitt nú skulu feløgini
tosa um møguleikan fyri at
samráðast í felag.
Einaferð í næstum skal
fundur verða ímillum Før-
oya Arbeiðarafelag, Havn-
ar Arbeiðskvinnufelag og
tey bæði feløgini í Klaks-
vík, fyri at vita, um møgu-
leiki er fyri, at feløgini
skulu samráðast í felag ella
um, hvussu tey skulu fyri-
halda sær.
Fara nú at krevja pengarnar aftur
–Vit fara nú at krevja
peningin aftur, sum
Kommunali Veðhalds-
grunnurin ognartók frá
okkum, sigur Eivind
Jacobsen, bygdaráðsformaður
í Sjóvar Kommunu. Níggju
kommunur hava havt fund
um málið, men nú verða
fleiri aðrar kunnaðar um
støðuna.
Ingeborg væntar
strævnar samráðingar
Føroya Arbeiðarafelag hevur
gjørt av at siga allar
sáttmálarnar upp. Ingeborg
Vinther væntar strævnar
samráðingar og hendan
komandi tíðin skal brúkast at
leggja taktikkin til reiðar í
Nr. 38 - 23. februar 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 38 - 23. februar 2001
gult cyan magenta svart
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Sambært løgmanni skal dagurin í dag avgerandi
fyri, hvat víðari hendir í spurninginum um ríkis-
rættarligu støðu Føroya. Í dag skulu vit fáa at vita,
um føroyingar skulu til eina fólkaatkvøðu 26.
mai, eins og áður er boðað frá, ella um fólka-
atkvøðan í staðin verður 14. september ella avlýst.
Vit skulu á hesum stað ikki taka avgerðina fyri
løgmann. Men nógv bendir á, at hann fer at avlýsa
fólkaatkvøðuna. Bakland løgmans í Fólkaflokk-
inum vágar sær ikki út til eina fólkaatkvøðu um
eitt uppskot, sum frammanundan er dømt til at
falla. Flokkurin heldur vandan við at tapa fólka-
atkvøðuna vera størri enn vinningin við at vinna
hana
Fólkaflokkurin viðgjørdi týskvøldið lógar-
uppskotið hjá Høgna Hoydal um fólkaatkvøðuna.
Niðurstøðan av hesum fundi var, at løgmaður
skuldi gera av, um fólkaatkvøðan verður hildin
26. mei, ella at hon verður avlýst. Fólkaflokkurin
vil ikki, at fólkaatkvøðan skal verða útsett.
Sjálvstýrisflokkurin hevur eisini viðgjørt lógar-
uppskotið um fólkaatkvøðuna. Hann heldur tað
vera best at útseta hana til 14. september. Hann
metir landsstýrið til ta tíð hava størri møguleika
fyri at sannføra veljaran um, at tað er rætt at
atkvøða ja.
Tjóðveldisflokkurin stendur fast við sítt. Hann vil
hava fólkaatkvøðu 26. mei, eins og áður boðað
frá.
Stóri spurniguri í dag verður tí helst, um Tjóð-
veldisflokkurin enn einaferð gongur við til at
melda út eitt nýtt útspæl frá landsstýrinum, fyri at
varðveita sín sess í landsstýrinum og framhald-
andi royna at skapa eina fólkaøsing móti Dan-
mark, soleiðis at tað eydnast at fáa fólkið við uppá
fullkomnu loysn teirra - sum er fullkomin loysing.
Løgmaður hevur enn einaferð fríggjað til Javn-
aðarflokkin. Spurningurin er so, um hann enn
einaferð ger hetta fyri at leggja trýst á Tjóð-
veldisflokkin. Er tað so, og landsstýrið aftur nú
kemur við nýggjum útspæli, er politiski glæntri-
leikurin um fullveldi fullkomin. Útmelding eftir
útmelding í trý ár uttan nakað ítøkiligt úrslit at
vísa á.
Skal løgmaður betra um úrslit sítt til næstu
veljarakanning og til komandi val, eru ráð okkara
til hansara at skriva út nýval ella skipa nýggja
samgongu.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
NØVN Í VIKUNI
Ruðuleikin fullkomin
Minningarorð um
Dianu Lundsbjerg,
Fuglafjørður
Aftur ein sangari hevur lagt
frá sær. Jólini vóru ikki
farin frá gørðinum, tá ið
Diana andaðist 4. januar í
ár áttatitvey ára gomul. So
er øskukalt hjá Jacob og
Dianu Lundsbjerg. Snøgg
vóru tey, tá ið tey fóru av
Høvdanum heim í bygdina
og snøgg vóru tey, tá ið tey
ár um ár , viku eftir viku og
kvøld um kvøld komu til
venjingar í sangkórinum.
Hann sum fram úr góður
basssangari, góður har-
monikuleikari og hon sum
ein yndislig sopran. Tá var
himmalin á Guðs grønu
jørð, og ljómur rann av
sangaragleði á grønum
vølli í ár so mong. Tey vóru
millum tey fyrstu, sum
myndaðu kórið, og trúføst
vóru tey móti Fuglafjarðar
sangkóri allar sínar dagar.
Jacob og Diana vóru í
familju. Tey vóru av tí
musikalska
Kleinaslag-
num. Fýra systkin komu av
Strondum og búsettust í
Fuglafirðir. Tey høvdu øll
Klein til eftirnavn. Tríggjar
gentur og ein drongur.
Magnus (abbi Dianu) gift-
ist við Nicolinu, Gamli
Símun giftist við Suffíu,
Kathrina
(Stranda
Ka-
thrina) giftist við Pól Vest-
uri í Húsi og Elin giftist
við Hans Klein. Hans var
abbi til Jacob Lundsbjerg,
sostatt vóru Diana og Jacob
trímenningar. Elin var fastir
til faðir, sostatt vóru vit
báðir Jacob og greinskriv-
arin trímenningar.
Faðir Dianu, Johannus í
Lon var tvær ferðir giftur.
Báðar konurnar vóru av
Syðradali á Kalsoynni.
Fyrra æt Margretha og
seinna æt Súsanna Maria.
Brøðurnir báðir, Jógvan og
Johannus í Lon vóru so
fyrimyndarliga musikalsk-
ir. Altíð vóru teir í góðum
hýri, og ikki taki eg munnin
ov fullan, tá ið eg sigi, at
teir sungu sum unglingar á
ellisárum, tí væl minnist
meg teir syngja í kirkjuni
og á møti við klingandi,
reinari rødd langt upp í
árini.
Í okkara huga búðu
fólkini á Høvdanum í eini
aðrari verð. Hetta var so
langt av leið, hildu vit á
Bakkanum. Børnini, sum
búðu um hesar leiðir,
høvdu so langt at ganga.
Um kvøldarnar, tá ið leitað
var upp hús, hvurvu tey
burtur í myrkrinum, tá ið
komið varð um Kirkjurygg.
Tey vóru eins og einbýlis-
búgvar. Faðir plagdi at tosa
um, at hann og pápin,
Thomas
Johan
plagdu
sunnudagar, at fara norður
á Høvda at vitja Elina, og
var tá bert ein rás at ganga
eftir. Mangan minnist meg
bæði Jakku og Dianu taka
til orðanna, um hvussu gott
var at búgva her. Tað var so
liviligt. Bert eitt hanagleiv
oman á Ringin fyri at fáa
pottin á reiggj. Neystið hjá
Gamla
Lundsbjerg
var
eisini skamt ífrá, so tað var
annar hugni og onnur kor,
sum tey høvdu, áðrenn
Sildaverksmiðjan
kom.
Eingin metir einbýlið við
tað, tað er vert. Soleiðis
hevur tað altíð verið.
Fólk eldast væl í dag.
Fert tú á pensjonistaveitslu,
so skalt tú síggja, menn
sum eru fattir í herunum,
kvinnur so mjúkar sum
fitjur á selum, og anga av
alskins luktilsi, og tað er
ikki av tí bíligasta slagnum.
Um Dianu vil eg siga, at
hon sanniliga kom undir
henda bólk av pensjonist-
um, og tað er gott, at svá er.
Hesi fólk, sum í dag eru
komin til ellisár, hava slitið
í tí, og hugsi eg, at tað er
gott hjá teimum, at síggja,
at tað sum tey stríddust
fyri, at fáa ein størri javna í
samfelagið, hevur partvíst
eydnast, hóast langt er á
mál.
Diana var ein av teimum
eldru vinkonunum millum
Kirkjurygg og Enni, og
saknað verður hon. Dagliga
gekk hon tað langu leið
heim í bygdina smáørindi,
og onkuntið fekk hon eitt
”lift” frá einum basssang-
ara, sum er farin upp um
miðjan aldur, og tá gekk
prátið upp á tað besta.
Hugsaði ikki um, at Diana
var farin upp um tey áttati,
men so var. Eingin skal um
sín dag ganga, og so er hjá
okkum øllum. Diana og
Jacob syngja nú við í einum
fragari kóri, og tað er
teimum væl unt.
Frits Johannesen
Kristian Magnussen
45 ár
Í gjár fylti Kristian Magnu-
ssen, løgtingsmaður, 45 ár.
Kristian Magnussen varð
fyrstu ferð valdur á ting fyri
Verkamannafylkingina
í
1994. Til valið 1998 stillaði
hann upp fyri Javnaðar-
flokkin í Suðurstreymi, og
varð valdur á ting við 705
atkvøðum.
Kristian er sonur Miu og
Eliesar Magnussen í Vági.
Hann er giftur við Bjørg
Róin, dóttir Lill og Jógvan
Róin. Hann hevur skriv-
stovuútbúgving og útbúgv-
ing sum sosialrágevi, og
starvast hann hálv tíð sum
sosialráðgevi hjá Tórshavn-
ar býráð.
Av politiskum álitisstørv-
um hjá Kristiani kann
nevnast, at hann var for-
maður í løgtingsins al-
manna- og heilsunevnd
1994-95. Formaður For-
maður í løgtingsins trivn-
aðarnevnd juli 1995 -
oktober 1996. Landsstýris-
maður
í
almanna-
og
heilsumálum frá oktober
1996 til mars 1998.