Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

GISTINGARHÚS Jan Müller Eigararnir á Hotel Hafnia í miðbýnum í Tórshavn hava í umbúnað at brúka part av hølunum í gøtuhæddini, sum í dag verður leigað út til handil, til eina hugnaliga “salong”, ið viðskiftafólk kunnu brúka. Tað hevur leingi verið trongligt á hesum so kenda og vælumtókta gistingar- húsinum í hjartanum í høvuðsstaðnum, at eigarar- nir nú ætla at bøta um umstøðurnar. Eitt er at fáa fleiri songjarpláss, men tað er ikki bara sum at siga tað, tí trongligt er í miðbýnum sum er. Men á Hafnia hava tey eyguni eftir møguligum hølum í grannalagnum. Um nakað spyrst burtur úr vita tey ikki, men tey liggja so framvið. Men eisini á øðrum økj- um verður so roynt at betra um umstøðurnar hjá teim- um, sum gista og sum vitja matstovuna. Arbeitt verður við eini ætlan at innrætta hølini, har parfumuhandil er í dag, til “Salong Hafnia”. Í fyrstu syftu verður inngongd frá resep- tiónini. Johan Restorff, stjóri sig- ur, at gongur eftir ætlan, so fáa kundar teirra í ár møgu- leika at hittast í “Salong Hafnia”, áðrenn farið verð- ur til borðs í matstovuni ella veitsluhølunum ella tá liðugt er at eta so at seta seg í hugnaligu salongina. Eis- ini eru ætlanir um seinna- partar at hava okkurt lætt til matna. Enn eru tó óloystir spurningar, men væntandi verður rokkið á mál, so gestir fáa umstøður til hugna og samveru saman við vinum og viðskiftafólki sigur Johan Restorff, sum heldur, at verður tiltakið væleydnað, so eigur eisini at bera til hjá øðrum, sum koma framvið, at støkka inn á gólvið at fáa sær okkurt leskandi og okkurt til matna. Salong gott navn Vit spurdu Johan Restorff, hví teir hava valt at kalla nýggja staðið fyri “Salong” Hafnia. Til tað sigur hann, at orð salong er nógv brúkt. – Mong minnast aftur á tíðina, tá ein ferðaðist við Tjaldinum. Kahytturnar vóru ikki stórar og matsal- urin var bert opin ávísar tíðir á degnum, og ferðin vardi í tvey samdøgur. Hvar skuldu ferðafólkini umborð halda til tá tey ikki sótu í kahýttuni? Jú í “Salongini”, tí har var hugnaligt og gott at sita, og fekst eitthvørt at leska seg við, frá sodavatni og kaffi til annan løg, fyri tey, sum høvdu hug til tað. Har varð ikki sett mark ímillum ferðafólkini, men øll trivust væl í sama høli. Sama er galdandi fyri tey, sum í dag ferðast við Norrønu og øðrum ferða- mannaskipum millum lond. Tí heldur Johan at tað er náttúrligt á nýmótans ho- tellum og gistingarhúsum at ein lounge, café ella hvat ein kallar hetta, er til kund- arnar, gestirnar. Stjórin á Hafnia sigur víðari, at gestir javnan spyrja um møguleikan og umstøður fyri at sita fyri seg sjálvan og práta við vitjandi frá býnum, ófor- melt. Um tey hava eina lounge! Sum er ber ikki til at veita hesa tænastu, sum gestir annars náttúrliga vænta av hotellinum. Tað er út frá hesum sannroyndum, at Hafnia nú fer undir nýggju tænastuna í hølum í gøtuhæddini á Hotel Hafnia og sum í dag hýsa einum handli. Salong Hafnia nýggj býarmynd Hóskvøldið 1. februar kl. 19:30 verður stovnandi að- alfundur av ættargransk- ingarfelag, sum serliga fer at arbeiða við ættargransk- ing við teldu, í ÍSF-hús- inum í Havn. Endamál felagsins verð- ur millum annað: • at skipa fyri fyrilestrum, fundum og øðrum upplýs- andi tiltøkum • at virka fyri at ættar- granskingarkeldur verða teldutøkar, • at samarbeiða við aðrar ættargranskingarfelagsskap ir heima og úti, • at kunna um kunningar- tøkni innan ættargransking og • at hava altjóða samstarv við aðrar felagsskapir við sama endamáli Fyri nøkrum árum síðani bleiv ein roynd gjørd at stovna eitt ættargransking- arfelag, men ikki hevur verið nógv at hoyrt til tað, og tí eru nú stig tikin til at stovna eitt líknandi felag Hetta felagið, sum nú verður stovnað, fer at leggja stóran dent á at fáa ættargranskingartilfar teldutøkt. Her verður ser- liga hugsað um at leggja kirkjubøkur, ættartalvur og annað tilfar av áhuga, at- komuligt á internetinum. Høvuðsstigtakari er: Göran Wennerstrøm gw@post.olivant.fo Tlf: 31 46 48 Mob: 21 46 48 Stovna ættargranskingarfelag Nr. 22 - 1. februar 2001 5 4 Nr. 22 - 1. februar 2001 Akranesgøta 5 · Tlf. 319889-11 · Boks 3043 · 110 Tórshavn · www.wenzel.fo Verkstaðurin bjóðar kaffi, køkur og sodavatn frá 5.-10. feb. frá kl. 8.00-16.00 leygardagin 10. feb. frá kl. 10-16. Kom inn á gólvið og fá eitt bilprát við okkum Bilurin verður kannaður ókeypis. Tilboð verða givin um umvælingar skulu gerast lata vit ÷25% av eykalutunum. Ring og avtala eina tíð. Service 2000 Frá 6.-10. feb. fæst oljuskift til persónbilar fyri kr. 50,- (bæði olja og arbeiði). Sosialurin - 311820 For Ford v d vísir s sir sín nýggja verksta ggja verkstað For Ford v d vísir sín nýggja verksta ggja verkstað Fyri viðskiftafólkið sínum – Tað er avgerandi neyðugt, at Brimil fæst í sigling aftur nú, sigur fiskimaálstýrið SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen – Nú stendur nógv uppá spæl og tað er avgerandi neyðugt, at Fiskiveiðieftir- litið nú fæst at virka aftur, sum tað eigur Hesi boðini hevur Fíggj- armálastýrið fingið frá Fiskimálastýrinum nú upp- skot er lagt fyri tingið um at seta eina nevnd at áseta lønina hjá teimum, sum skulu manna nýggja vaktar- skipið, Brimil, eins og tað stendur at lesa aðrastaðni í blaðnum. Í einum brævi, sum Fiskimálastýrið hevur sent Fíggjar málastýrinum verður støðan gjørd upp Orsøkin til, at málið er endað í Løgtinginum, er, at Karsten Hansen heldur ikki, at tað ber til at fáa semju við vanligum sam- ráðingum. Og Fiskimálastýrið sigur, at nú Brimil hevur ligið í meiri enn tríggjar mánaðir, hevur hetta darvað virk- seminum hjá Fiskiveiði- eftirlitinum rættiliga nógv. Samstundis hevur tað elvt til eykaútreiðslur við tað, at tað hevur verið neyðugt at leiga tyrlu til eftirlitið. Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at á hávetri eru ikki so nógvir bátar og so nógv skip undir Føroyum, sum um várið Nú hevur Skipara- og Navigatørfelag eisini sett blokadu í verk móti virk- seminum hjá Tjaldrinum, so at virksemið hjá tí hevur eisini verið skert. – Tí er tað heilt avger- andi, at tænastan fæst at virka nú. Øll eftirlitstæn- astan og sjóbjargingin stendur upp á spæl, nú vár- tíðin nærkast, og virksemið er vaksandi, samstundis sum nógv útlendsk skip nú eru byrjað at fiska aftur undir Føroyum, eftir teim- um fiskivinnusáttmálum, sum eru gjørdir fyri 2001, sigur Fiskimálastýrið. – Haraftrat kemur til- búgvingin á sjónum, sum er ógvuliga skerd, nú Brimil liggur. Skuldi ein oljuvan- lukka hent, hevði hetta havt álvarsamar avleiðingar fyri alt landið, nú tilbúgvingin er á so lágum støði sum nú. Tí er altavgerandi, at Fiski- veiðieftirlitið fæst at virka so væl sum gjørligt aftur nú. – Tí verður ikki mett ráðiligt, at henda støða heldur fram, sigur Fiski- málastýrið. Landsstýrismaðuri n í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri tingið um lønina hjá mann- ingina á Brimli. Tekur tingið undir við uppskotinum, kemur Brimil heim fyrsta dagin SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Nú er málið um Brimil endað í tinginum. Tað hendi seinnapart- in týsdagin, tá ið Karst- en Hansen, landsstýris- maður í fíggjarmálum, legði uppskot fyri tingið um at fáa ein enda á trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli. Uppskotið, sum er lagt fram, fevnir um alla manningina, hóast tað bara eru maskinmenn- inir og yvirmenninir á brúnni, sum hava lagt arbeiðið niður. Karsten Hansen sigur, at orsøkin til, at upp- skotið eisini fevnir um teir av manningini, sum eru limir í Starvsmanna- felagnum, er, at tað er rættast at lønarásetingar fyri manningina verða viðgjørdar í eini heild. Tekur Løgtingið undir við uppskotinum hjá Karsten Hansen, kemur Brimil til landið fyrsta dagin. Uppskotið sigur nevni- liga, at beinan-vegin, lóg- in er samtykt og komin í gildi, skal arbeiðið um- borð á Brimli takast upp- aftur. Nevnd skal áseta lønina Eftir uppskotinum skal Karsten Hansen skipa fyri, at ein nevnd verður sett at gera av, hvørja løn manningin á Brimli skal hava. Nevndin verður mannað við seks limum. Av teimum velur Fíggj- armálastýrið tríggjar limir, og tey trý mann- ingarfeløgini, Starvs- mannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, velja hvør sín lim. Hevur onkur av pørt- unum ikki útnevnt sínar limir í nevndina í sein- asta lagi sjey dagar eftir, at landsstýrismaðurin hevur biðið hann um tað, verður sorinskrivar- in biðin um at útnevnda nevndarlimin. Til nevndin hevur tik- ið avgerð, verður Brimil bólkaður sum Tjaldrið. Tá nevndin er komin til eitt úrslit, hevur mann- ingin krav upp á hesa løn frá tí degi, hon byrj- ar tænastuna umborð og lønin verður tískil dag- førd eftir tí. Nevndin fær freist til 1. mai at koma til eitt úrslit Men eydnast tað ikki nevndini at semjast, skal hon útnevna ein ástøðu- mann, sum tekur enda- ligu avgerðina. Kann nevndin heldur ikki semjast um ein ástøðu- mann, verður hann til- nevndur av sorinskrivar- anum. Uppskotið kemur til viðgerðar fyrsta dagin. Karsten Hansen sigur, at nú ein nevnd verður sett, fáa partarnir sostatt ein møguleika afturat at finna eina loysn sjálvir. Men tað er ikki vist, at allar súðir eru syftar, fyra tað, um Løgtingið samtykkir uppskotið frá Karsten Hansen.Tí, sum tað sæst á grein aðra- staðni í blaðnum, sigur Starvsmannafelagið, at dregur løgtingið viður- skiftini hjá manningini, sum eru limir í Starvs- mannafelagnum uppí eina møguliga samtykt um Brimil, noyðist fe- lagið at seta tiltøk í verk. –Hetta skal steðgast. og vísir Løgtingið ikki málið um Brimil frá sær, fara vit at seta tiltøk í verk, sigur Gunnleivur Dalsgarð FAKFELAGS- ÁGANGUR Áki Bertholdsen – Hetta er sera, sera álvarsamt. Hevði Karsten Hansen ikki aðrar loysnir enn hetta, átti hann at lagt frá sær. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum, er rættiliga skelkaður av, at Karsten Hansen hevur drigið Starvsmannafelagið uppí, nú hann hevur lagt uppskot fyri tingið um at fáa ein enda á ómsemjuni um løn- ini hjá teimum, sum skulu sigla við nýggja vaktarskip- inum, Brimli. Uppskotið, sum Karsten Hansen hevur lagt fyri tingið, fevnir nevniliga eis- ini um lønina hjá teimum av manningini á Brimli, sum eru limir í Starvs- mannafelagnum, og tað eru teir flestu. – Vit hava ongantíð torað at hugsað so langt, at hetta kundi koma fyri, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann leggur dent á, at veruligar samráðingar hava ongantíð verið ímillum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um løn- ina hjá dekkarunum, kokk- inum, o.ø. av manningini, sum eru limir í Starvs- mannafelagnum. – Tað, sum Karsten Han- sen nú ger, er rætt og slætt at taka sáttmálarættin frá okkum. Og sáttmálasam- ráðingarrætturin er tað mest grundleggjandi hjá fakfeløguum, so hetta er rættiliga álvarsamt. – Hevur Karsten Hansen onki annað val, eftir at hava samráðst í fýra mánaðir, er tað dømi um fullkomiligt hjálparloysi, bæði hjá landsstýrismanninum og teimum ráðgevarum, hann hevur afturat sær. Og tí átti Landsstýrismaðurin at lagt frá sær. Og fór hann ikki sjálvir, átti restin av politisku skipanini at tikið neyðugu stigini og skift hann út, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Vit hava áður sæð, hvussu lítið skal til, áðrenn landsstýrismenn fara frá. Tað eru ikki nógvar vikur síðani, at ein Landsstýris- maður lá á vippuni, tí hann hevði sagt ov nógv í eini knappari vending. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum heldur eis- ini, at hetta eigur at fáa av- leiðingar fyri teir ráð- gevarar, fíggjarmálaráð- harrin hevur í hesum málið, tí teir hava eisini so dyggi- liga víst sína ómegd. – Ein grundgeving fyri at Fíggjarmálastýrið ikki vil góðtaka ov stórar lønar- hækkingar, er, at tað fer at leggja støðið til tær vanligu samráðingarnar, sum vera í vár. – Hesi bæði málini hava púra onki við hvørt annað at gera, so tað er onki hald í hesi grundgevingini. Men tað er heldur ikki óhugs- andi, at tað eru aðrir po- litikarar í samgonguni, sum brúka Karsten Hansen til syndabukk fyri at halda lønunum niðri, sigur for- maðurin í Starvsmanna- felagnum. Seta tiltøk í verk Gunnleivur Dalsgarð sigur, at limirnir hjá Starvs- mannafelagnum eru til arbeiðis umborð á Brimli og at felagið er mitt í sam- ráðingum Fíggjarmála- stýrið um lønina – Tí er onki sum helst grundarlag leggja sáttmála- viðurskiftini hjá okkara limum fyri løgtingið. Tvørturímóti er hetta eitt tað allargrovastu álopð á fakfelagsrørsluna, eg nakrantíð havi upplivað. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hansara einasta vón er nú, at Løgtingið vís- ir málið frá sær. Hann sigur, at Starvs- mannafelagið hevur hand- að hvørum einstøkum løg- tingslimi bræv, har felagið ger støðuna greiða. – Vit gera eisini løgtings- limum varugar við, at hetta málið hevur so grundleggj- andi týdning fyri okkum, at vísir Løgtingið ikki upp- skotið frá sær, sleppa vit ikki undan at seta tiltøk í verk - og tað fara vit at gera. Hvørji tiltøk, talan kann verða um, veit hann ikki rættiliga. – Men tað kann vera ym- iskt. Verður samráðingar- rætturin tikin frá okkum, dugi eg t.d. ikki at síggja meningina í at, at okkara fólk fer umborð á Brimil. – Talan kann eisini verða um onnur tiltøk. Í øllum førum er tað greitt, at hetta skal steðgast og vit fara at gera, tað sum krevst, fyri at steðga tí, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann sigur eisini, at hetta er tann ringast hugs- andi upptaktin til tær van- ligu samráðingarnar, sum verða nú í vár. – Tað, sum hetta vísir okkum, er, at Fíggjarmála- stýrið er til reiðar at fara í tingið við samráðingunum, uttan at hava samráðst yvir- høvur. Nú kemur Brimil fyrsta dagin – Tað er langtfrá vist, at allar súður eru syftar fyri tað um ósemjan um lønina hjá manningini á Brimli er løgd fyri Løgtingið, tí fakfeløg lova ilt og boða frá, atr tey fara at seta tiltøk Tað stendur nógv upp á spæl Formaðurin í Starvsmannafelagnum: Karsten Hansen skuldi lagt frá sær – Hetta er tað grovasta eg nakrantíð havi verið úti fyri í allari mínari tíð á arbeiðs- marknaðinum, sigur Gunn- leivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum