hósdagur 1. februar 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jørgen Niclasen
mælir løgtinginum til
at samtykja eitt
uppskot, sum
heimilar landsstýris-
manninum at halda
fram við at gjalda
bátum, virkjum og
uppboðssølum stuð-
ul, tá tey flyta fisk til
virkingar í øðrum
oyggjum.
FLUTNINGSSTUÐUL
Magnus Dam
Skipanin við at lata útróðr-
arbátum og virkjum stuðul,
tá tey flyta fisk til millum
firðir og sund eigur at halda
fram í ár. Tað mælir lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, Jørgen Niclasen, til
í einum uppskotið, sum
hann hevur lagt fyri løg-
tingið.
Lógin,
sum
heimilar
landsstýrismanninum
at
gjalda flutningsstuðul, fór
úr gildi á nýggjárinum, og
Jørgen Niclasen skjýtur
upp,
at
lógarheimildin
verður longd eitt ár afturat.
Skipanin við flutnings-
stuðli kostaði í fjør millum
tríggjar
og
hálvafjórðu
millión krónur, og lands-
stýrismaðurin roknar við, at
kostnaðurin í ár verður um-
leið tríggjar milliónir krón-
ur. Orsøkin er, at stuðulsu-
pphæddirnar vórðu lækk-
aðar við kunngerð i mai í
fjør.
Tað eru serliga uppboðs-
sølurnar og landingarmið-
støðirnar, sum fáa ágóðan
av skipanini við flutnings-
stuðli. Tær fingu í fjør nak-
að omanfyri tvær milliónir
krónur í stuðuli fyri at flyta
fiskin frá uppboðssøluni
ella landingarmiðstøðini til
virkingar í øðrum oyggjum.
Útróðarmenninir høvdu
fram til november í fjør
fingið 70.000 krónur í
flutningsstuðli. Útróðrar-
bátar fáa upp til 10 oyri/kilo
í stuðli, tá ið fiskurin verð-
ur fluttur frá økjum, har
eingin uppboðssøla er, til
nærmastu
uppboðssølu.
Uppboðssølurnar og land-
ingarmiðstøðirnar fáa sam-
bært lógini millum 15
oyru/kilo og 25 oyru/kilo í
stuðli, alt eftir hvussu lang
flutningleiðin er.
Uppskotið hjá Jørgen
Niclasen kom til fyrstu við-
gerð í løgtinginum í gjár.
Flutningsstuðulin
heldur fram
Skipanin við
flutningsstuðuli, sum fór úr
gildi á nýggjárinum, eigur at
halda fram í eitt ár afturat,
heldur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður. Bátár og
uppboðssølur fáa millum 10
og 25 oyru/kilo í stuðuli
Vilja nú hava greið boð
Føroya Arbeiðara-
felag hevur biðið ein
politikara frá hvørj-
um flokki koma á á
aðalfundin hjá fel-
agnum at greiða frá,
hvat fer at henda við
eftirlønarspurning-
inum
EFTIRLØN
Áki Bertholdsen
Føroya Arbeiðarafelag vil
nú hava greið boð frá
politikarunum um, hvat fer
at henda við málinum um ta
nýggju eftirlønarskipanina,
sum er fráboðað.
Føroya Arbeiðarafelag
hevur ársaðalfund 9. 10.
mars. Og í tí sambandinum
hevur felagið biðið ein po-
litikara úr hvørjum flokki
um at koma á fundin at
greiða frá um ætlaðu eftir-
lønarskipanina.
Ingeborg Vinther sigur, at
tveir tímar eru settir av til
fundin við politikararnar.
Á fundinum er ætlanin at
fáa at vita frá teimum, hvat
fer at henda við málinum
um eina framtíðar eftirløn-
arskipan og, hvat flokkarnir
vilja og standa fyri í máli-
num.
Hon sigur, at støðan við-
víkjandi eftirlønini er heilt
ótolandi, tí ongin veit,
hvussu tey skulu fyrhalda
sær.
– Landsstýrið hevur nú í
langa tíð gjørt greitt, at tað
fer at gera eina
framtíðar eftirløn-
arætlan.
– Men tað spyrst
onki burturúr og tí
vita
vit
ikki,
hvussu vit skulu
fyrihalda okkum.
Ingeborg Vinth-
er sigur, Føroya
Arbeiðarafelag
hevur sjálvt sína
hugsan um eina
framtíðar eftirløn-
arskipan
M.a. vilja tey
hava at vita, hví
samhaldsfasti ikki
verður styrktur, so
at hann kann veita eina
veruliga eftirløn, heldur
enn at gera eina nýggja
skipan afturat. Tey vilja
eisini hava at vita, hví lógin
ikki verður broytt, so at
Føroya Arbeiðarafelag fær
gjørt eina samhaldsfasta
skipan fyri limir sínar.
Ingeborg vil hava
greið boð frá
politikarunum um
eftirlønina
Nr. 38 - 23. februar 2001
5
gult cyan magenta svart
4
Nr. 38 - 23. februar 2001
gult cyan magenta svart
PS úr Klaksvík er ein
av teimum 9 bólkun-
um, sum í kvøld fara
at kappast í triðja
innleiðandi umfar-
inum í Prix Føroyum
PRIX FØROYAR
Eyðun Klakstein
Fólk kunnu vænta øðrvísi
undirhald frá bólkinum PS,
tá innleiðandi umfarið í
Prix Føroyum verður í
Klaksvík í kvøld.
– Tað ber illa til at skelk-
að fólk longur, tí alt er
roynt áður. Men vit ætla at
spæla villan tónleik við
nøkrum sermerktum tekst-
um, sigur Jógvan á Høvd-
anum, yngri, sum er front-
figurur í bólkinum.
PS spælir harðan rock-
tónleik, og helst fer onkur
av yrkingunum at arga ávís
fólk.
Gulli er við
Umframt PS verða tveir
aðrir lokalir bólkar við í
Prix Føroyar kappingini í
KÍ-høllini.
Gulli Johansen, sum eis-
ini var við fyri tveimum
árum síðani, fer hesaferð at
spæla
undir
navninum
Human Caos. Gulli fæst
mest við harðan rocktón-
leik, og hesaferð verða eis-
ini modernaðir tónar í tón-
leikinum.
Harafturat verður bólkur-
in IRIS úr Klaksvík eisini
við.
Drúgvar royndir
Skal tosast um nakran fav-
oritt at vinna kappingina í
Klaksvík, má All that Rain
nevnast.
Hetta er bólkur, sum er
mannaður við limum úr
bólkinum Kjølar, sum áður
hevur staðið seg sera væl í
Prix Føroyum. All that Rain
eru væl samanspældir, og
teir hava drúgvar royndir á
palli.
Bólkurin Tám er eisini
mannaður við royndum
tónleikarum, og Sólvá Ford
er sangari í bólkinum. Day-
break úr Havn er mannaður
við dugnaligum tónleikar-
um, og hesin bólkurin kann
fara at gera rættiliga vart
við seg í árins kapping.
Bólkarnir Krit og Líla
Rúm úr Havn og Hokus
Pokus úr Nólsoy verða eis-
ini við í kappingini í kvøld.
Ongar glasfløskur
Prix Føroyar kappingin
verður hildin í KÍ-høllini,
og dyrnar verða latnar upp í
kvøld klokkan 20.30, og
fyrsti bólkurin fer á pallin
klokkan 21.30.
Serliga valdir dómarar
fara at gera av, hvørjir tveir
bólkar sleppa við í final-
una, sum verður í Norður-
landahúsinum í apríl mán-
aði.
Fyrireikararnir hava sett
forboð fyri, at fólk taka
glasfløskur við til tiltakið,
tí hesar fløskur hava verið
til ampa í fyrstu tveimum
innleiðandi umførunum.
Svínoyar kommunu
er nú farið upp í IRF.
Nýggi bygdaráðsfor-
maðurin í Svínoy
heldur, at tað er al-
neyðugt at fríðka um
í bygdini, og komm-
unan fer at brúka
nógvar pengar til
hetta arbeiði í ár
RUSK
Eyðun Klakstein
Svínoy: Svínoyar komm-
una hevur nú tikið avgerð
um at fara við í felagsskap-
in IRF.
– Avgerðin fer at gera, at
vit fáa skipað viðurskifti, tá
tað snýr seg um rusk, sigur
Pól Sundskarð, sum er
bygdaráðsformaður í Svín-
oyar kommunu.
Avtalan við IRF er ein
liður í ætlanini at fríðka um
í Svínoynni.
– Rusk og órudd hevur
verið til stóran ampa í
Svínoy, og fólk, sum hava
vitjað í oynni, hava bitið
merki í, at tað hevur verið
óruddiligt. Tað er hetta vit
eru í ferð við at broyta, sig-
ur Pól Sundskarð.
Nógvar tunnur og
plattar
Síðani ársskiftið hevur ein
maður arbeitt í ein mánað
burtur av við at rudda í
bygdini, og hetta hevur
gjørt góðan mun.
Ein trupulleiki eru olju-
tunnirnar, sum oljufeløgini
senda til útoyggjarnar.
Hesar hava ligið sløddar
allastaðni í oynni, tí skipan-
in við at senda tær retur
hevur ikki riggað nóg væl.
Nú verður hetta broytt í ein-
um samstarvi millum fólk-
ið í bygdini og Strand-
ferðsluna.
Seinasta mánaðin eru
einar 200 tunnir savnaðar
inn og sendar av oynni.
Framvegis eru nógvar tunn-
ir eftir at taka upp og senda
aftur til oljufeløgini.
Annar trupulleikar eru
plattar, sum eisini eru tiknir
upp í hópatali farna mánað-
in.
Asfaltera bygdina
Svínoyar kommuna ætlar at
brúka einar 300.000 krónur
til umhvørvið í ár. Hetta er
meiri enn ein triðingur av
væntaðu
inntøkuni
hjá
kommununi.
– So nógvir pengar verða
ikki nýttir á hvørjum ári til
at rudda og fríðka um í
oynni, men vit meta, at tað
er neyðugt at brúka hesar
pengarnar nú, sigur Pól
Sundskarð.
Kommunan fer at gera
ruskplássið niðri á kaiini í
standa, so allir neyðugur
hentleikar verða at finna
har.
Somuleiðis
ætlar
kommunan at asfaltera
bygdina, og eina verð í vár
verður væntandi almennur
ruddingardagur.
– Síðani eg gjørdist
bygdaráðsformaður, havi
eg lisið gerðabókina hjá
kommununi, og har sæst, at
tað hevur verð tosað um
trupulleikarnar av ruskin-
um gjøgnum nógv ár.
– Nú er lættari enn nak-
rantíð at sleppa av við rusk,
men tað skal eisini ein hug-
burðsbroyting til millum
fólkið. Tað skal ikki kenn-
ast natúrligt, at rusk sløðist
í bygdini og kring um í
náttúruni, sigur Pól Sund-
skarð.
Fólk í starv
Tað verður nú IRF, sum fær
ábyrgdina av at savna rusk-
ið hjá húskjunum í bygdini.
Higartil hava fólk sjálvi
avleverað
ruskið,
men
framyvir verður tað heintað
eina ferð um vikuna. Ein
maður skal í lutvíst starv
fyri at taka sær av hesi upp-
gávu.
– Málið hjá okkum er fáa
bygdina ruddiliga og reina,
sigur Pól Sundskarð.
Svínoy gjørt ruskavtalu
PS provokerar
Leygarkvøldið verður stór
grýluveitsla í Badminton-
høllini í Havn.
Ársins DJ 2001, Kári
Annand Berg, fer at
standa fyri tónleikinum,
umframt at stórt multi-
mediashow eisini verður
sett upp.
Dansipallar verða settir
upp, og hesir skulu nýtast
til
grýlukappingarnar,
sum verða hetta kvøldið.
Valdar verða vakrasta,
ljótasta, stuttligasta og
mest ræðandi grýlan, og
hesar fáa allar virðislønir.
Grýluveitsla
í Badmintonhøllini
– Nú er lættari enn
nakrantíð at sleppa av við
rusk, men tað skal eisini ein
hugburðsbroyting til millum
fólkið. Tað skal ikki kennast
natúrligt, at rusk sløðist í
bygdini og kring um í
náttúruni, sigur Pól
Sundskarð, borgarstjóri í
Svínoy
Svínoyar kommuna fer at brúka meiri enn ein triðing av síni inntøku í ár til at rudda og fríðka
um í bygdini
PS undir einum av seinastu
venjingunum undan Prix
Føroyar kappingini. Bólkurin
hevur vant í Lognbrá farnu
vikurnar. PS spælir harðan
rock við argandi yrkingum
Gulli Johansen fer aftur í ár at
spæla sermerktan rocktónleik
í Prix Føroyar kappingini