Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 1. februar 2001 7 6 Nr. 22 - 1. februar 2001 Við internetinum hevur løgreglan fing- ið ein nýggjan trup- ulleika. Hvørja mannagongd skal hon nýta, tá talan er um lógarbrot á internetinum? Enn trilvar løgreglan seg fram, tí ongar serligar lógir eru gjørdar við- víkjandi internetin- um. Ein ungur drong- ur úr Søldarfirði hevur eina heima- síðu, har hann leggur út myndir frá kon- sertum, sum onkur hevði kallað óhósk- andi, og løgreglan setti seg í samband við hann um at rudda upp á síðuni HEIMASÍÐUR Stefan í Skorini 17 ára gamli Petur Hansen úr Søldarfirði hevur saman við vinmanni sínum, Inga Petursson, eina heimasíðu á internetinum. Adressan er www.ung.as. Henda síðan er ómetaliga væl umtókt millum tað unga fólkið, og síðan hevur havt nógvar vitjanir hvønn dag. – Okkara síða hevur eini 400 vitjanir um dagin, og talið er heldur meira, tá nýggjar myndir júst eru lagdar á síðuna, so henda síðan er ógvuliga væl dámd millum ungdómar. Haraft- urat hava vit nú eini 350 skrásettar brúkarar av síð- uni, sum senda post sín- ámillum á henni, og tað legst afturat hvønn dag, sigur Petur Hansen, sum stendur fyri hesi heima- síðuni. Vitjar ein síðuna hjá Peturi ber til at klikkja seg inn á nakað kallað rapport. Har liggja myndirnar, sum Petur sjálvur hevur tikið. Til ber at velja ávís tiltøk, har myndir frá hesum kon- sertum ella diskotekum liggja. Tær flestu myndirnar eru nærmyndir av fólki, so at tað ber til at kenna andlitini aftur á teimum. Hetta kunnu vera fólk, sum fríggja, dansa, drekka ella hvat annað fólk finnur uppá á konsertum og tílíkum, har nógv ung eru komin saman at halda sær á gleimi. Fyriskipararnir av síðuni nokta heldur ikki fyri, at hetta er størsta orsøkin til, at síðan er so væl vitjað. Løgreglan tók málið upp Í hesi vikunu setti løgreglan seg í samband við Petur viðvíkjandi heimasíðuni, tí onkur eftir øllum at døma hevur boðað løgregluni frá henni, tó uttan at melda. Løgreglumaðurin sigur, at samtalan teirra millum var “fortrólig”, og tí ætlar hann sær ikki at siga nakað nágreiniligt um hetta málið. Løgreglumaðurin heldur tó, at teir, sum standa fyri síðuni, ikki hava skilt, hvørjar myndir ein kann leggja á eina heimasíðu sum hesa, men kundi ikki vísa til nakra ávísa mynd, sum kanska kundi verið lógarbrot at almannakunn- gera. Hann vísti til bløðini, sum hann metti høvdu okk- urt slag av reglum á hasum økinum. Løgreglan upplýsir eis- ini, at hon onga melding hevur fingið viðvíkjandi síðuni, og tí er einki mál koyrandi í løtuni. Petur sjálvur sigur, at hann fekk boð frá sýslu- manninum í Eysturoynni um at ringja til løgregluna í Havn. Hetta gjørdi hann og prátaði við løgreglumann á støðini. – Eg setti meg í samband við løgregluna, og fekk at vita, at eg skuldi seta meg saman við einum eldri per- sóni at rudda upp á síðuni. Eg fekk eina freist uppá eina viku at fáa tingini í rættlag, ella skuldi eg dokumentera allar mynd- irnar og hava undirskrift frá teimum, sum vórðu av- myndað. Eg fekk tó ongan- tíð at vita nágreiniliga, hvørjar myndir eg skuldi taka av, sigur Petur Hansen. Petur sigur, at sum hann skilti støðuna, so kendi hann tað sum eina hóttan frá løgregluni um, at rudd- aði hann ikki upp á síðuni, so fór tað at fáa avleiðingar fyri hann. Hann visti tó ikki, hvussu hetta skuldi fara fram. Síðani setti pápi ein av dreingjunum seg í samband við løgregluna fyri at fregn- ast, hvat gerast skuldi, og tá hildu teir, at løgreglan trekti í land aftur, og ikki vildi siga nakað nágreini- ligt um, hvat var ólógligt við síðuni. – Onkur, sum eg kenni, hevur spurt meg, um eg ikki kann taka myndir av teimum avaftur síðuni, og tað havi eg so gjørt, sigur Petur. Hjá teimum, sum vitja síðuna, ber til at skriva eitt teldubræv og boða frá, um ein vil hava eina mynd tikna avaftur. Sum Sosialurin skilir, so er tað vanligt hjá ungum, sum hava verið í dansi, har myndir eru tiknar, at fara inn á hesa síðuna mána- morgun at kanna, um tey eru komin á onkra av myndunum, og tey halda tað vera stuttligt. – Øll vita, hvat mynd- irnar skulu brúkast til, tá eg møti upp á konsert við myndatólinum hjá mær. Í meginparturin av mynd- unum, hava fólk beinleiðis poserað fyri at sleppa uppá myndirnar, sigur Petur. Løgreglan sigur, at um onkur, sum er avmyndaður á síðuni, meldar til løgregl- una, so verður eitt mál byrjað. Trilva seg fram Georg Otthamar, varaleið- ari á kriminaldeildini, sigur við Sosialin, at í løtuni trilvar løgreglan seg fram í slíkum málum, tí enn er internetið nýtt um allan heimin. Tí er enn eingin manna- gongd fastløgd á hesum øk- inum, men Georg sigur, at tað byrjar so spakuliga at vísa seg eitt mynstur. Í Revsilógini stendur, at “den, som uberettiget foto- graferer personer på et ikke frit tilgængeligt sted, kan straffes med bøde eller indtil 6 måneder fængsel”. Lógin sigur eisini, at tað er revsivert, at “videregive billeder, der åbenbart kan unddrages offentligheden”. Georg Otthamar metir, at eitt dansihøli ella ein kon- sert ikki er “frit tilgænge- ligt”. Hann leggur tó dent á, at tað er upp til ein dómstól at døma í slíkum málum. Spurningurin er so, um ein konsert er “frit til- gængelig” ella ikki, og er spurningurin er eisini um, hvat kan “unddrages of- fentligheden”. Eitt stendur tó fast, at henda síðan er ein tann mest vitjaða føroyska heimasíðan, og tey flestu halda tað vera stuttligt, at sleppa við á hesar myndir- nar, hóast tær verða al- mannakunngjørdar á net- inum. Revsilógin § 264 d.59) Med bøde, hæfte eller fængsel indtil 6 måneder straffes den, der uberettiget videregiver meddelelser eller billeder vedrørende en andens private forhold eller i øvrigt billeder af den pågældende under omstændigheder, der åbenbart kan forlanges unddraget offentligheden. Bestemmelsen finder også anvendelse, hvor meddelelsen eller billedet vedrører en afdød person. § 264 a) Den, som uberettiget fotograferer personer, der befinder sig på et ikki frit tilgængeligt sted, kan straffes med bøde eller indtil 6 måneder fængsel. Politiið eyguni eftir heimasíðu Á heimasíðu á internetinum ber til at síggja myndir frá konsertum og diskotekum, har ungdómar stuttleika sær. Spurningurin er, hvørt tað er lógligt at almannakunngera slíkar myndir á netinum Tilgjørd mynd Øll viðurskiftini, sum eru nevnd í frágreiði- ngini hjá grein 19 nevndini eru fyrnað, og tí kann eingin dragast til svars fyri tey. Rættarnevndin mælir løgtinginum til at taka frágreiðingina til eftirtektar. GREIN 19 FRÁGREIÐINGIN Magnus Dam Rættarnevndin hjá løgtingi- num tekur undir við upp- skotinum frá formansskapi- num, sum mælir løgtingin- um til at taka frágreiðing- ina um áttatiárini til eftir- tektar. Nevndin legði týs- dagin álit fyri løgtingið, eftir at hon hevur viðgjørt frágreiðingina á fýra nevndarfundum. Nevndin hevur í sínari viðgerð umrøtt, um rættar- lig stig skulu takast móti einstaklingum, og um polit- isk stig skulu takast móti persónum, sum sita í al- mennum álitiisstørvum, men niðurstøðan er, at eingi stig kunnu takast nú. – Øll málini, sum við- gjørd eru í frágreiðingini, eru fyrnað, og tí er ikki grundarlag fyri at fara rætt- arliga vegin við nøkrum av teimum, og hevur nevndin tikið tað til eftirtektar, stendur í álitinum frá rætt- arnevndini. Tað, at fyrning- arfreistin er farin, útilokar tí bæði at gera rættarliga ábyrgd galdandi og møgu- leikan hjá umrøddu persón- unum at verja seg, leggur nevndin afturat. Grein 19 nevndin kom til somu niðursøðu í rúgvis- miklu frágreiðingini, sum hon lat úr hondum í nov- ember í fjør. – Neyvan er grundarlag fyri aðrari avleiðing vegna heimildarloysi enn, at tað harðliga verrður funnist at veiku, tilvildarligu og ófull- fíggjaðu politisku og umsit- ingarligu støðuni í 80-árun- um. Stórt eftiransni eigur at verða víst á lóggávuøkinum hereftir, skrivar grein 19 nevndin, og hesari orðing- ini tekur rættarnevndin undir við. Gongur rætta vegin Rættarnevndin skrivar í álitinum, at ávís stig eru tikin rætta vegin, hvat við- víkur lóggávu og ábyrgdar- býti í hesum samanhangi. Men ikki nóg nógv stig, heldur nevndin. Rættarnevndin heitir tí á landsstýrið um at taka stig til, at øll lóggáva, sum kann føra til somu mistøk, verð- ur endurskoðað við tí fyri eyga at binda um heilan fingur. Somuleiðis skulu gerast fyrisitingarligar regl- ur, sum byggja uppundir sama málsetning. – Nevndin heldur tað vera týdningarmikið, at skeivleikar og mistøk, ið eru gjørd, verða ikki gloymd, men verður lær- dómur fyri eftirtíðina. Um so er, hevur grein 19 frá- greiðingin loyst eina týð- andi uppgávu, stendur at enda í álitinum frá rættar- nevndini. Grein 19 frágreiðingin ongar avleiðingar Frágreiðingin hjá grein 19 nevndini, sum her verður handað løgtingsformanninum, fær ikki rættarligar avleiðingar fyri nakran. Øll tey umrøddu málini eru fyrnað. Brimil komin í løgtingið Ósemjan millum manningarfeløgini og Fíggjarmálastýrið um Brimil er nú løgd fyri løgtingið. Sambært uppskotinum skal ein nevnd umboðandi allar partar loysa ósemjuna. BRIMIL Magnus Dam Ein nevnd mannað við seks fólkum skal nú royna seg í ósemjuni millum Fíggjar- málastýrið og manningina á Brimli. Karsten Hansen, landsstýrismaður, legði týs- dagin uppskot fyri løgting- ið um at seta eina seks- mannað nevnd at finna eina semju millum partarnar. Fíggjarmálastýrið skal velja tríggjar av limunum í nevndina, og Skipara- og navigatørfelagið, Maskin- meistarafelagið og Starvs- mannafelagið velja tríggjar nevndarlimir. Nevndin skal loysa ósemjuna innan 1. mai í ár, og inntil tá verður Brimil bólkaður eins og Tjaldrið. Tað vil siga, at limirnir í feløgunum skulu fara til arbeiðis umborð á Brimli beinanvegin, tá uppskotið er samtykt, og lønarviður- skiftini verða so skipað eins og umborð á Tjaldrinum. Kemur nevndin til ta nið- urstøðu, at manningin á Brimli skal hava onnur løn- arviðurskifti enn manning- in á Tjaldrinum, so skal lønin skipast samsvarandi avgerðini hjá nevndini við afturvirkandi kraft. Tekur ósemja seg upp um ymisk viðurskifti í nevnd- ini, so skal nevndin útneva ein ástøðumann, sum tekur endaligu avgerðina. Kunnu limirnir ikki semjast um, hvør skal vera ástøðumað- ur, so skal sorinskrivarin velja ástøðumannin. Hevur skund Tað hevur skund at finna eina loysn á ósemjuni, og ikki minni skund hevur tað at faá nýggja vaktarskipið í tænastu. Fiskimálastýrið sigur í einum skrivi til Fíggjarmálastýrið, at tað er avgerandi, at tænastan fæst at virka nú. – Øll eftirlitstænastan og sjóbjargingin stendur uppá spæl, nú vártíðin nærkast, og aktiviteturin er vaks- andi, samstundis sum nógv útlendsk skip eru byrjað at fiska í føroyskum sjógvi aftur, skrivar Fiskimálastýr- ið millum annað í skrivin- um. Fíggjarmálastýrið sær ongan annan útveg, enn at løgtingið nú leggur uppí málið. Allar samráðingar- royndir higartil eru mis- eydnaðar, og tí er neyðugt at løgtingið setur eina nevnd at loysa trætuna. Starvsmannafelagið hevur mótmælt, at tað verður drigið uppí ósemjuna. Fel- agið er misnøgt við at skula velja umboð í nevndina, tí felagið hevur ikki noktað sínum limum at arbeiða umborð á nýggja vaktar- skipinum. Men Fíggjarmálastýrið heldur tað vera rættast, at lønarásetingar fyri mann- ingina verða viðgjørdar í eini heild, og tí er Starvs- mannafelagið eisini umfat- að av uppskotinum. Løgtingið fer helst at við- gera uppskotið frá Karsten Hansen á tingfundinum í dag ella í morgin. Ein nevnd mannað við seks limum skal nú royna at finna eina loysn á lønarósemjuni um Brimil.