fríggjadagur 12. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Ein kanning á Hotell
Føroyum, vísir, at
heilt stórur meiriluti
av gestunum vilja
hava roykfría
matstovu. Men serliga
áhugavert er tað,
at eisini helvtin av
teimum, sum roykja,
vilja sleppa undan
royki á matstovuni
Royking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hans Pauli Strøm er væl
komin at seta roykiforboð
í gildi.
Tað sigur stjórin á land
sins størstu hotellum.
Johannes Jensen er stjóri
á Hotell Føroyum við
Oyggjarvegin og á Hotell
Tórshavn í Vágsbotni.
Og akkurát tey bæði
hotellini eru skúladømi
um, at roykiforboð fær ikki
gestirnar at rýma skríggj
andi avstað aftur.
Á Hotell Føroyum er
roykiforboð í matstovuni,
í barrini, í fundarhølunum
og í meiri enn helvtini av
kømrunum.
- Men klárar Hans Pauli
Strøm at seta roykiforboð
í gildi allastaðni, heilsa vit
tí vælkomnum og so verður
Hotell Føroyar roykfrítt, alt
sum tað er, sigur stjórin.
Hinvegin er Hotell Tórs
havn longu roykfrítt, alt
sum tað er.
Tríggjar orsøkir
til roykiforboð
Á hesum báðum hotellunum
hava tey gjørt av at ganga
undan á hesum øki og at seta
roykiforboð í gildið, hóast
tað ikki er lógarkravt.
- Hóast vit eru ein privat
fyritøka, hava vit gjørt av
at vit vilja ganga undan
ístaðin fyri at bíða eftir, at
tað verður lógarkravt, sigur
stjórin.
Men orsøkin til tað er
ikki fyrst og fremst fyri at
tað skal vera roykfrítt hjá
gestunum.
- Tað eru tríggjar orsøkir
til, at vit hava gjørt av at
okkara hotell skulu vera
roykfrí, sigur Johannes Jen
sen.
Fyrsta orsøkin er, at tað
er ein sannroynd, at fáir
starvsbólkar eru so stórum
vanda fyri at vera rakt av
óbeinleiðis royking sum
barrvørar og tænarar.
Samstundis hevur hægsti
rættur í Danmark staðfest,
at doyggja barrvørar og tæn
arar av sjúkum, sum teir
hava fingið av av óbeinleiðis
royking á arbeiðsplássinum,
skal tað metast sum ein
arbeiðsskaði.
- Vit hava eini 70 ársverk
á báðum hotellunum, so tað
er eitt stórt arbeiðspláss.
Og vit kunnu ikki loyva
okkum at hava eitt arbeiðs
umhvørvi, har vit seta lív
og heilsu hjá okkara starvs
fólki í vanda.
Onnur orsøkin
er trygdin!
- Tað vísir seg, at í øðrum
hvørjum eldsbruna, sum
krevja mannalív, eru tað
sigarettur, sum hava fest
í. Vit vita eisini, at kemur
eldur í eitt hotell, kann
tað mangan vera rættiliga
hættisligt. Sostatt er tað
sanniliga eisini av trygd
arávum, at vit hava sett
roykiforboð í gildi, tí vit
vilja hava okkara gestir at
kenna seg so tryggar sum
gjørligt.
Og triðja orsøkin er so
tann, at vit hava nógvar
gestir, sum ikki roykja.
- Vit vilja fegin, at allir teir
gestirnir skulu hava møgu
leikan at fáa ein góðan bita
ella eitt gott glas í einum
umhvørvi, sum hóvar teim
um og tí vilja vit fegin
bjóða teimum roykfríar
matstovur og barr.
- Men vit vilja eisini fegin
vísa okkum sum ein ný
mótans fyritøka, sum setur
trygt og trivnað á hásætið,
leggur hann afturat.
Stórur meiriluti
Tað eru mong, sum tvíhalda
um, at tey, sum roykja mugu
kunna fáa sigarett oman á
ein góðan bita ella efturvið
einum góðum glasi.
Annars gagnast tað yvir
høvur ikki!!!
Men hetta eru ikki roynd
irnar av roykiforboðinum
á Hotellunum Føroyum og
Tórshavn.
- Vit hava gjørt eina
umfatandi kanning ímill
um tey, sum ótu á Hotell
Føroyum. Í einum longri
tíðarskeiði høvdu vit spurn
arbløð liggjandi, har yvir
600 gestir søgdu sína
hugsan um royking á mat
stovuni.
- Tað vísti seg, at sera
stórur meiriluti er fyri
roykiforboðið á matstovuni.
Heili 84% av teimum,
sum svaraðu, vildu hava
matstovuna roykfría.
Men tað mest áhugaverda
var kanska, at akkurát helvt
in av teimum, sum royktu,
vildu eisini hava roykfría
matstovu.
Hann vísir eisini á, at eftir
teirra tykki, hevur hetta ikki
stygt gestirnar burtur.
- Vit hava eisini staðfest, at
talið á gestum á matstovuni
á Hotell Føroyum er støðugt
vaksin alla tíðina, síðani
tað varð ólógligt at roykja
har, sigur hann.
Heilt óskiljandi
Hinvegin sigur Jóannes
Jensen eisini, at kanska
hevur hetta stygt onkrar
roykjarar burtur og at tey
kanska høvdu havt enn
fleiri gestir, var tað loyvt
at roykja.
- Baksíðan á medaljuni
er, at vit taka frælsið frá
teimum, sum roykja. Men
lív og heilsa hjá starvsfólki,
trygdin á hotellunum og
trivnaðurin hjá øllum teim
um, sum ikki roykja, viga
meir.
Hann sigur, at teir hava
hevur hent seg, at roykjarar
eru farnir á dyr aftur. Hin
vegin hava tey eisini sæð
nógvar stórroykjarar inni.
Men teir fara so útum at
roykja.
Uttanfyri hava tey so
gjørt eitt tún við taki og hita
lampum, har 40 fólk hava
góðar umstøður at sita.
- Har eru fólk vælkomin
at seta seg at roykja.
Men hinvegin staðfestir
stjórin, at tað er ein stórur
trupulleiki, at tað ber ikki
til at hava glasið við útum.
- Tað er ein stórur trupul
leiki, at alt skal verða so
tvørligt í hesum landi.
Tað skal ikki meiri til enn
at broyta eina kunngerð,
so kunnu gestir okkara
sita uttandura við einum
glasi. Hinvegin var onki í
vegin fyri at broyta alla
rúsdrekkalógina var fyri
at tað skuldi vera loyvt at
drekka á tónleikastevnum
og øðrum tiltøkum.
- Vit síggja eisini hvønn
dag, á hvørjari stevnu og á
hvørjari tónleikastevnu at
tað er loyvt at drekka úti.
Tað skal bara ikki verða
loyvt at fáa ein glas á
hotellinum og seta seg beint
útum við tí undir skipaðum
viðurskiftum.
Johannes Jensen sigur,
at hetta er nakað, sum
útlendsk ferðafólk als ikki
skilja.
- Tey halda, at tað eru vit
á hotellinum, sum eru óblíð,
tí tað er næstan ómøgu
ligt at greiða teimum frá
eini so tápuligari lóg, sum
sigur, at tað ikki skal vera
loyvi at seta seg við okkara
uttanduraborð við einum
glasi.
- Tað átti at verið ein
natúrligur partur av okkara
virksemi og tí er tað óskilj
andi, sigur Johannes Jen
sen.
Hans Pauli vælkomin at
seta roykiforboð í gildi
Roykiforboðið hevur ikki stygt gestirnar burtur,
hvørki úr matstovuni ella úr barrini. So Pauli
Strøm skal vera vælkomin við einum roykiforboðið.
Vit halda at tað er moralskt rætt at geva okkara
starvsfólki eitt trygt arbeiðsumhvørvið, sigur
Johannes Jensen, stjóri á Hotell Føroyum og Hotell
Tórshavn
Mynd: Jens Kristian Vang