fríggjadagur 12. januar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
8
rákið
Lagt til rættis:Inna Tørnroos
Náttúran hevur givið okkum menniskjum eina tungu og tvey oyru, so at vit
skulu hoyra dupult so nógv sum vit vit tala
Latínskt orðatak
Blaka jólastjørnuna út
og tak tulipanirnar inn
Nú tá jólatræið og jólastjørnan hava gjørt sítt fyri árið,
er tíð upp á at fylla vasarnar við litríkum tulipanum,
ið bera boð um at várið er - um ikki í nánd - so nóg so
nær.
Tað eru yvir 100 ymisk sløg av tulipanum, og blóma tær
frá apríl til juni.
Her eru nøkur ráð fyri at halda teimum á lívið so leingi
sum til ber.
l Vel tulipanir, ið vísa frískan lit í handlinum
l Lat pappírið vera verðandi rundan um tulipanirnar
l Sker umleið tveir centimetrar av og set tær í kalt vatn
l Sker beint yvirav
l Tulipanirnar halda longur, um tær standa í køldum
rúmi um náttina
l Fyll vasan við lunkaðum vatni hvønn dag
10
Tey
móta boðini
Her eru nøkur av teimum
mest nýttu ráðunum, tá
tað kemur til at klæða seg
vakurt og stílfult.
1. Tú skal virða tilfarið og
hantverkið – tað lønar seg
at keypa góðan kvalitet og
vælgjørd pløgg.
2. Nýt mótsetningar – svart
og hvítt, tunt og tjúkt, lakk
og leður, vítt og stramt
– hesi ting gera tína drakt
spennandi.
3. Keyp røtt lyklapløgg
– eitt lyklaplagg er eitt
plagg tú nýtur sera ofta
– skógvar, taskur, jakkar, og
kanska eina húgvu ella hatt.
Nýt pening upp á hesi pløg-
gini eftirsum tú oftast er í
teimum, og tey slítast mest.
4. Streva eftir balansu – um
tú er klødd í einari víðari
blus, skulu buksurnar ella
niðurdeilurin helst verða
strømm og umvent.
5. Klæð teg einkult – ov
nógvir litir, smúkkur, myn-
stur og blómur er ikki gott
at blandað. Vel eina tasku,
ella brosju, ið strálar ein-
samøll.
6. Blanda ikki mynstur
– rútut og blomstut sa-
man kann síggja rættuliga
ræðuligt út. Men um tú vil
blanda mynstur, lat tey so
vera í sama liti ella tóna.
7. Lat teg ikki í ov lítil klæði
– tað er stórur munur á
strømmum klæðum og
ov lítlum klæðum. Klæðir,
ið eru ov lítil fáa sjálvt ein
klænan persón at síggja
feitan og ófantaligan út.
8. Hygg í spegilin – gang
altíð út frá tær sjálvari
- hvørjar litir riggar tú í,
hvussu sær tín kroppur
út, og hvussu tjúkk er tín
lummabók? at herma eftir
Hollywoodstjørnum ella
venindum førur sjálvdan
naka gott við sær.
9. Pínast fyri vakurleikan
– trist men satt, um tú vil
hava at fólk skulu venda
sær um eftir tær á gøtuni,
má eitt sindur av arbeiði og
tanki til. Vælstrokin klæðir,
vakurt hár, langar negl,
perfekt make-up er bara
byrjanin...
10. Tað skal vera stuttligt at
lata seg í – ver ikki bangin
at royna nýggj klædna-
pløgg og stílar. Blanda
gamalt og nýtt og legg ikki
í, hvat onnur siga og gera.
Pynta við
skøltum ella???
Síðani filmurin »Pirates of the
Caribbean« kom, er tað vorið
meira modernað enn nakrantíð
við skøltum. Teir eru at finna
á klæðum, smúkkum, húsar-
haldsmaskinum og til og við
barnaklæðum. Seinast undir-
ritaða var úti í býnum, kom hon
fram á hesa suttuna við skølri
á... spurningurin er, um mótin
ikki er farin eitt sindur ov langt,
tá tað mest lívgevandi við eiga
– smábørnini – skulu renna runt
pyntaði við skøltum...
Hvítvørufyritøkan Electrolux var fyrst við tí
automatiska dustsúgvaranum Trilobite, og nú
kanna tey marknaðin fyri skógvar, ið dust-
súgva, meðan tú gongur í teimum.
Hvørja ferð tú gongur eitt fet, verður dustið
sogið upp í súluna við hjálp av vakuum.
Tá súlan er full, er bara at tøma hana. Tankin
er at strongd karrierufólk, ið ikki hava tíð at
rudda, skulu bruka hesar skógvar.
Tað eru tveir næmingar frá einum spons-
kum formskúla, ið eru komnir við hugskoti-
num.
Electrolux hevur í løtuni ikki nakrar ítøkiligar
ætlanir at fara undir at framleiða skógvarnar,
men vil fyrst og fremst geva fólki íblástur til
nýggjar loysnir innan húsarhaldið.
Dust-skógvar
Skógvarnir súgva nullimennirnar upp
Automatiski
dustsúgvarin
Trilobite
Luktspor eftir
Gwen Stefani
Songkvinnan Gwen Ste-
fani ger sum nógvar aðrar
kendar kvinnur undan henni
hava gjørt og kemur við
sínum egna luktilsi. Heystið
2007 væntar hon, at luktilsið
skal verða at fáa í handlinum
og sjálv skal hon hava sagt,
at tað skal anga sum »eg
sjálv inpakkað«.
Onnur kend, ið
hava egið luktilsi
l Britney Spears – Fantasy
l Linda Evans – Forever Krystle
l Elizabeth Taylor – White Diamonds
l Jennifer Lopez – Glow
l Jessica Parker – Lovely
l Paris Hilton – Just Me
l Kylie Minogue– Darling
l Sean Puffy Comb – Unforgivable
Fyll heimið við tulipanum