Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007 15 tíðindi Kaj Leo Johannesen sigur, at hann hevur tosað við Alfred Olsen, ið hevur lovað honum at atkvøða við samgonguni. Formaður Sambandsfloksins, at hetta kann tykjast undarligt, men um Alfred Olsn skal viðgerast í samgonguni, so skulu aðrir samgongulimir eisini POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Eftir at ein meiriluti í Løg­ tinginum atkvøddi fyri at broyta §266b í revsi­lógini, so at hon eisini kom at umfata kynsliga sannføring, skapti hetta ikki so lítið av rumbli í føroyskum politikki. Karst­en Hansen tók seg úr Tjóðveldisflokkinum og Alfred Olsen í Sam­bands­ flokkinum meldaði út, at hann ikki longur var partur av samgonguni. Kortini frættist nú, at hann stuðlar somu samgongu. Eins og Kristian Magnus­ sen, formaður í tingbólki Javnaðarfloksins segði mill­um jólanna, so tykist ikki, sum Alfred Olsen hev­ ur meldað seg upp í and­ støðuna, hóast hann hevur tikið seg úr samgonguni. Kaj Leo Johannesen, for­maður í Sambands­flokk­ inum, sigur við Sosialin, at hann hevur tosað við Alfred Olsen, og at hann hevur lovað at atkvøða við flokkinum og samgonguni. Men er hann so farin úr samgonguni? - Ja, tað er ein góður spurningur Theodor, men tá hann sigur, hann vil stemma fyri, so taki eg tað fyri góðar vørur, sigur Kaj Leo Johannesen, ið viðgongur, at hetta kann kallast ein “undarlig støða”, sum hann tekur til. - Men eg havi fingið trygd fyri hesum, og tað eri eg nøgdur við. - Hetta hevur ongan prakt­iskan týdning, sigur formaður Sambands­flok­ sins, ið heldur, at sam­ gongan er intakt. Rótut samgongu­ samskifti Kaj Leo Johannesen held­ ur, at tað sum serliga er týdn­ingarmikið við at hava eina breiða samgongu, er at fólk kunnu atkvøða ímóti, og ger vart við, at Alfred Olsen atkvøddi fyri fíggjarlógini í mun til aðrar samgongulimir, sum atkvøddu fyri pørtum av fíggjarlógini. Men er Alfred Olsen so formelt í samgonguni, men ikki reelt? - Eg havi tryggjað mær, at hann stemmar við flokk­ inum og samgonguni. Tað er altíð gott at hava ein mann sum Alfred við. Hann er eitt arbeiðsgrev, sigur Kaj Leo Johannesen. Jóannes Eidesgaard segði herfyri við Sosialin, at hann ynskti ein fund í lítlu samgongu um málið. Men um so verður, so fer Kaj Leo Johannesen eisini at krevja, at aðrir samgongulimir verða viðgjørdir. - Samgongusamskiftið hevur ikki verið nøktandi, tað hevur verið rótut seinastu tríggjar mánaðirnar, har samgongulimir hava verið eftir hvørjum øðrum, sig­ ur Kaj Leo Johannesen, ið heldur, at løgmaður hev­ ur høvuðsábyrgdina av hesum. Men hann avvísir ikki, at slíkt er vanligt hjá politikarum, tá val nærkast. Í vikuni stóð eitt eitt lesara­bræv hjá Stefan í Skor­ini í bløðunum, har hann kallar støðuna hjá Al­fred Olsen “ta ultimativu andsøgnina”. Spurdur, um Kaj Leo Johannesen hevur nakra viðmerking til hesa útsøgn, sigur hann, at tað hevur hann ikki. - Mín høvuðsábyrgd er at hava ein stóran og in­taktan flokk, sigur floks­ formaðurin. Moralsk ás ikki tabu Í seinastuni hevur tosað um, ein ás løgd afturat før­ oyskum politikki, tvs. at umframt ásirnar ið snúgva seg um høgra-vinstra og loysing-samband, so skal ein sokallað moralsk-etisk ás verða komin aftur­at, har teir sonevndu etisku spurningarnir eru avger­ andi. Kaj Leo Johannesen sig­ ur, at tey ikki hava viðgjørt hetta í flokkinum, men sigur at hetta kanska verður tikið upp á næsta landsfundi, tí einki skal vera tabu í flokkinum. - Men nú skilji eg betur, hví ta ikkier tikið upp, tí tað skapar nógv djúp sár, sigur Kaj Leo Johannesen, tá hann verður spurdur, um flokkurin skal hava eina felags tøðu til hesi mál. - Tað eru ov nógv mál, sum kloyva okkum, og tað er ikki orka til tað í longd­ ini, um vit skulu menna okkum, sigur Kaj Leo Jo­hannesen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Alfred Olsen, áðrenn blaðið varð prentað. – Alfred lovað at atkvøða við samgonguni - Í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard, og tí er ætlanin at hava fund í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard um málið um Alfred Olsen POLITIKKUR Theodor E. D. Olsen Jóannes Eidesgaard. løg­ maður og samgonguleiðari, sigur at hann hevur tosað við Kaj Leo Johannesen um støðuna hjá Alfred Ol­sen. Hann kallar hetta ein trupulleika fyri sam­ gonguna og at hetta kann vera trupult at skilja. - Nú manglar bara, at hann sigur, at hann er í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard um Alfred Olsen. Løgmaður heldur, at hóast Alfred Olsen reelt ikki er farin úr samgonguni, so er hon viknað. Jóannes Eidesgaard vísir á, at positiónin sum formaður í Rættarnevndini, ið Alfred Olsen hevur í løtuni, er høgt í metum, og at hesa hevur Sambandsflokkurin fingið frá samgonguni, og Sambandsflokkurin hevur givið hana víðari til Alfred Olsen. - Í politisku skipanini kann eingin sæta sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard, og tí er ætlanin at hava fund í samgonguni innan tingfundin 23. januar. - Men kanska vit ein fund áðrenn, og tá er nátúrligt at umrøða hetta. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann sum sam­gongu­ leiðari ikki kann ignorera, at Alfred Olsen hevur sagt seg úr samgonguni, og at hann tí vil fáa hann inn aftur í hitan, sum hann málber seg. Flokshugsjónin kann detta burtur Spurdur, um tað er neyðugt í føroyskum politikki, at flokkarnir melda út, hvat teir standa á tí moralsku ásini í føroyskum politikki. - Eg dugi at skilja trupul­ leikan, men tað verð­ur trupult, tí so dettur floks­ hugsjónin burtur, sigur løg­ maður. Hann sigur, at neyvar floksmeldingar kunnu vera neyðugar, men at neyðugt er eisini við tolsemi innan­ floks, so limirnir standa frítt í sokallaðum etiskum málum. - Men vit skylda veljaru­ num at siga, hvar flokkurin alment stendur offisielt, sigur Jóannes Eidesgaard, og leggur afturat, at so kunnu ávísir limir í flokki­ num hava eina aðra støðu. - Hyggur man sosial­ demo­kratiskt, var tað mín linja, flokkurin meldaði út. Men vit hava eisini virt hinar, sum ikki meintu hetta, og tað er eisini sosial­ demokratiskt, sigur Jóannes Eidesgaard. Løgmaður skilir framvegis ikki Alfred Meira um evnið á síðu 20 Formaðurin viðgongur, at talan er um eina undarliga støðu