fríggjadagur 12. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
15
tíðindi
Kaj Leo Johannesen
sigur, at hann hevur
tosað við Alfred
Olsen, ið hevur lovað
honum at atkvøða við
samgonguni. Formaður
Sambandsfloksins,
at hetta kann tykjast
undarligt, men um
Alfred Olsn skal
viðgerast í samgonguni,
so skulu aðrir
samgongulimir eisini
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Eftir at ein meiriluti í Løg
tinginum atkvøddi fyri at
broyta §266b í revsilógini, so
at hon eisini kom at umfata
kynsliga sannføring, skapti
hetta ikki so lítið av rumbli
í
føroyskum
politikki.
Karsten Hansen tók seg úr
Tjóðveldisflokkinum
og
Alfred Olsen í Sambands
flokkinum meldaði út, at
hann ikki longur var partur
av samgonguni.
Kortini frættist nú, at hann
stuðlar somu samgongu.
Eins og Kristian Magnus
sen, formaður í tingbólki
Javnaðarfloksins
segði
millum jólanna, so tykist
ikki, sum Alfred Olsen hev
ur meldað seg upp í and
støðuna, hóast hann hevur
tikið seg úr samgonguni.
Kaj Leo Johannesen,
formaður í Sambandsflokk
inum, sigur við Sosialin,
at hann hevur tosað við
Alfred Olsen, og at hann
hevur lovað at atkvøða við
flokkinum og samgonguni.
Men er hann so farin úr
samgonguni?
- Ja, tað er ein góður
spurningur Theodor, men tá
hann sigur, hann vil stemma
fyri, so taki eg tað fyri
góðar vørur, sigur Kaj Leo
Johannesen, ið viðgongur,
at hetta kann kallast ein
“undarlig støða”, sum hann
tekur til.
- Men eg havi fingið
trygd fyri hesum, og tað eri
eg nøgdur við.
- Hetta hevur ongan
praktiskan týdning, sigur
formaður Sambandsflok
sins, ið heldur, at sam
gongan er intakt.
Rótut samgongu
samskifti
Kaj Leo Johannesen held
ur, at tað sum serliga er
týdningarmikið við at hava
eina breiða samgongu,
er at fólk kunnu atkvøða
ímóti, og ger vart við, at
Alfred
Olsen
atkvøddi
fyri fíggjarlógini í mun til
aðrar samgongulimir, sum
atkvøddu fyri pørtum av
fíggjarlógini.
Men er Alfred Olsen so
formelt í samgonguni, men
ikki reelt?
- Eg havi tryggjað mær,
at hann stemmar við flokk
inum og samgonguni. Tað
er altíð gott at hava ein
mann sum Alfred við. Hann
er eitt arbeiðsgrev, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Jóannes Eidesgaard segði
herfyri við Sosialin, at
hann ynskti ein fund í lítlu
samgongu um málið. Men
um so verður, so fer Kaj Leo
Johannesen eisini at krevja,
at aðrir samgongulimir
verða viðgjørdir.
- Samgongusamskiftið
hevur ikki verið nøktandi,
tað hevur verið rótut seinastu
tríggjar mánaðirnar, har
samgongulimir hava verið
eftir hvørjum øðrum, sig
ur Kaj Leo Johannesen, ið
heldur, at løgmaður hev
ur høvuðsábyrgdina av
hesum. Men hann avvísir
ikki, at slíkt er vanligt hjá
politikarum, tá val nærkast.
Í vikuni stóð eitt eitt
lesarabræv hjá Stefan í
Skorini í bløðunum, har
hann kallar støðuna hjá
Alfred Olsen “ta ultimativu
andsøgnina”. Spurdur, um
Kaj Leo Johannesen hevur
nakra viðmerking til hesa
útsøgn, sigur hann, at tað
hevur hann ikki.
-
Mín
høvuðsábyrgd
er at hava ein stóran og
intaktan flokk, sigur floks
formaðurin.
Moralsk ás ikki tabu
Í seinastuni hevur tosað
um, ein ás løgd afturat før
oyskum politikki, tvs. at
umframt ásirnar ið snúgva
seg um høgra-vinstra og
loysing-samband, so skal
ein sokallað moralsk-etisk
ás verða komin afturat,
har teir sonevndu etisku
spurningarnir eru avger
andi.
Kaj Leo Johannesen sig
ur, at tey ikki hava viðgjørt
hetta í flokkinum, men sigur
at hetta kanska verður tikið
upp á næsta landsfundi,
tí einki skal vera tabu í
flokkinum.
- Men nú skilji eg betur,
hví ta ikkier tikið upp, tí
tað skapar nógv djúp sár,
sigur Kaj Leo Johannesen,
tá hann verður spurdur, um
flokkurin skal hava eina
felags tøðu til hesi mál.
- Tað eru ov nógv mál,
sum kloyva okkum, og tað
er ikki orka til tað í longd
ini, um vit skulu menna
okkum, sigur Kaj Leo
Johannesen.
Tað eydnaðist ikki at fáa
eina viðmerking frá Alfred
Olsen, áðrenn blaðið varð
prentað.
– Alfred lovað at atkvøða
við samgonguni
- Í politisku skipanini
kann eingin sæta
sær sjálvum, sigur
Jóannes Eidesgaard,
og tí er ætlanin
at hava fund í
samgonguni, sigur
Jóannes Eidesgaard
um málið um Alfred
Olsen
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
Jóannes Eidesgaard. løg
maður og samgonguleiðari,
sigur at hann hevur tosað
við Kaj Leo Johannesen
um støðuna hjá Alfred
Olsen. Hann kallar hetta
ein trupulleika fyri sam
gonguna og at hetta kann
vera trupult at skilja.
- Nú manglar bara, at
hann sigur, at hann er í
samgonguni, sigur Jóannes
Eidesgaard
um
Alfred
Olsen.
Løgmaður heldur, at hóast
Alfred Olsen reelt ikki er
farin úr samgonguni, so er
hon viknað.
Jóannes Eidesgaard vísir
á, at positiónin sum formaður
í Rættarnevndini, ið Alfred
Olsen hevur í løtuni, er
høgt í metum, og at hesa
hevur Sambandsflokkurin
fingið frá samgonguni, og
Sambandsflokkurin hevur
givið hana víðari til Alfred
Olsen.
- Í politisku skipanini kann
eingin sæta sær sjálvum,
sigur Jóannes Eidesgaard,
og tí er ætlanin at hava
fund í samgonguni innan
tingfundin 23. januar.
- Men kanska vit ein fund
áðrenn, og tá er nátúrligt at
umrøða hetta.
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hann sum samgongu
leiðari ikki kann ignorera,
at Alfred Olsen hevur sagt
seg úr samgonguni, og at
hann tí vil fáa hann inn
aftur í hitan, sum hann
málber seg.
Flokshugsjónin
kann detta burtur
Spurdur, um tað er neyðugt
í føroyskum politikki, at
flokkarnir melda út, hvat
teir standa á tí moralsku
ásini í føroyskum politikki.
- Eg dugi at skilja trupul
leikan, men tað verður
trupult, tí so dettur floks
hugsjónin burtur, sigur løg
maður.
Hann sigur, at neyvar
floksmeldingar kunnu vera
neyðugar, men at neyðugt
er eisini við tolsemi innan
floks, so limirnir standa
frítt í sokallaðum etiskum
málum.
- Men vit skylda veljaru
num at siga, hvar flokkurin
alment stendur offisielt,
sigur Jóannes Eidesgaard,
og leggur afturat, at so
kunnu ávísir limir í flokki
num hava eina aðra støðu.
- Hyggur man sosial
demokratiskt, var tað mín
linja, flokkurin meldaði út.
Men vit hava eisini virt
hinar, sum ikki meintu
hetta, og tað er eisini sosial
demokratiskt, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður skilir framvegis ikki Alfred
Meira um
evnið
á síðu 20
Formaðurin viðgongur, at talan er um eina undarliga støðu