fríggjadagur 12. januar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 15
23. februar 1945 tók Asso
ciated Press fotografurin
Joe Rosenthal eina ikoniska
mynd frá 2. heimabardaga.
Hon kom at skapa eina
ik on, av amerikanskum
marinuhermonnum, ið seta
amerikanska flaggið á Mount
Suribachi á japansku oynni
Iwo Jima. Rosenthal fekk
seinni Pulitzervirðislønina fyri
myndina.
Myndin varð tikin tríggjar
dagar inni í hørðu bardøgunum
um eina lítla japanska oyggj, ið
er kend fyri gosfjøll og svartar
stendur við svávulkendum
holum.
Fyri teir seks hermenninar
var hetta at seta flaggið, bert
enn ein uppgáva mitt í tí in
ferno, ið eitt hvørt kríggj er.
Myndin gjørdist ein serlig
fylkingarmynd og symbol, ið
skuldi minna amerikanska fólk
ið, um at landsins ungu menn
gjørdu hetta uttan at hugsa um
egið lív. Filmurin Flags of our
Fathers er um hesa myndina.
Teir seks vóru sersjanturin
Michael Strank, Rene Gagnon,
Ira Hayes, Franklin Sousley,
John Bradley og Harlon Block.
Av hesum yvirlivdu bert Gagn
on, Hayes og Bradley næstu
vik urnar á Iwo Jima.
Hetta var ein tíð, har kríggið
var um at halla. Fólk vóru
deyðatroytt av stríðsárunum
og longdust eftir at síggja
okkurt annað enn pínu, deyða
og kríggj, ið tey høvdu vitnað í
fimm ár. Fyri USA í 1945, gjørd
ist hendan myndin eitt symbol
upp á vón, sigur og um at fáa
synir og teirra elskaðu heim aft
ur og hetta gav meining til tey,
ið høvdu mist teirra kæru.
Hesir hermennirnir, ið yv
ir livu, vóru allir sendir heim
til USA, har teir hjálptu við
at selja War Bonds, ið skuldi
hjálpa við at gjalda ómetaligu
rokningina, ið kríggi kostaði.
Hesir tríggir hermennirnir,
bráðfeingishjálparin John
”Doc” Bradley (Ryan Phillippe),
smædni Pima-indianarin
Ira Hayes (Adam Beach)
og boðberin Rene Gagnon
(Jesse Bradford) skuldu nú
allir skapa eina umfatandi
PR-lýsingarherferð, ið skuldi
hjálpa krígstroyttu amerik anar
unum at vinna kríggið.
Søgan í The Flags of our Fath
ers er um teir, men mest um
allar teir ungu menn, ið doyðu
hesar dagarnar í Iwo Jima.
Clint Eastwood
Tað er Clint Eastwood, ið hevur
gjørt filmin. Hann hevur tvær
ferðir vunnið Oscarvirðislønina
fyri sínar filmar.
Hann varð beinanvegin
áhugaður í søguni, tá hann læs
bestseljandi bókina ”Flags of
our Fathers” eftir John Bradley
Jr. og Ron Powers.
- Tað eru ymiskar orsøkir til,
at hetta er ein so góð søga,
sigur Eastwood við films
felagið, sum vísir filmin, tí:
- Øll kenna kendu myndina
hjá Rosenthal. Tað er okkurt
gandakent yvir, at hesir seks
menn, ið bert gera teirra ar
beiði, men í 1945 varð hendan
myndin sjálvt symbolið uppá
mótstøðuna, og at kríggið end
iliga gekk rætta vegin. Hetta
var eisini 5000 ár síðani, at eitt
fremmant flagg kom at veitra
yvir japanskum landi”.
Kenda slagið um Iwo
Jima kom at merkja eina
vend. Slagið kostaði 6.800
marinuhermonnum lívið og
18.000 vóru særdir. 22.000
japanskir hermenn doyðu í
teim hundraðvís av barakkum,
bunkarum og skotgravum. Iwo
Jima er ein stór hópgrøv, enn
í dag.
Eastwood kenna vit seinast
frá Million Dollar Baby, Mystic
River, men serliga frá The
Unforgiven, ið fekk fýra Osc
ars, har hann avlívaði mytuna
frá A Fistful of Dollars, For a
Few Dollars More og The Good
the Bad and the Ugly. Hann
spældi eisini væl í The Bridges
of Madison County.
Hin fyrri av
tveimum filmum
Eastwood varð so hugtikn av
bókini, at hann fór i holt við at
finna tilfar sjálvur. Hann hevur
havt samrøður við hermenn
frá báðum síðum. Hetta kemur
hann at gera til tveir filmar.
Hin eini
Flags of our Fathers er um
amerikanarnar og hin Letters
from Iwo Jima er um slagið,
sæð við japansum eygum.
Hesin verður frumframsýndur
26. januar 2007.
Upptikin í Íslandi
Tað var ikki gjørligt at upptaka
filmin á sjálvari Iwo Jima, hon
er friðaður gravstaður í dag.
Tað staðið, ið
líknaði mest í
heimi
num var í
Íslandi, í Reykj
anes Víkini, har
er svartur sandur
og gosfjøll. Tá
700 fólk frá
filmi num fóru til
Íslands skapti
hetta mikið rok.
Allur sandurin
skuldi flytast,
so hesin kom at
líkjast festning
um í Japan fyri
60 árum síðani.
500 statistar vóru við, so hetta
var sera krevjandi.
Eg haldi at hesin filmurin er
ein av teim heilt góðu krígs
filmunum, ið er gjørdur. Hann
minnir um Saving Private Ryan
hjá Spielberg, men er betur.
Spielberg hevur annars verið
framleiðari á filminum.
Filmurin er ræðuliga harður,
djúpt rørandi og ikki er sørt, at
boðskapurin kann hugsast at
vilja galda fyri støðuna í Irak í
dag? Hesin leikstjórin gerðst
bert betur sum árini ganga.
Flag of our Fathers hevur okk
urt, ið er ektað. Tað er eingin
ivi frá hesum ummælarinum,
um at hesin filmurin kemur
heilt at vinna onkran Oscar,
helst fleiri.
filmurin
Leikandi:
John ”Doc” Bradley••••••••••••••••••••••••••••••••••••Ryan Phillippe
Rene Cagnon••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Jesse Bradford
Ira Hayes••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Adam Beach
Mike Strank•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Barry Pepper
Keyes Beech•••••••••••••••••••••••••••••••••••John Benjamin Hickey
Bud Gerber•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••John Slattery
Hank Hansen••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Paul Walker
Ralph Ignatowski•••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••••Jamie Bell
Præsident Harry S. Truman••••••••••••••••David Patrick Kelly
Oberst Chandler Johnson•••••••••••••••••••••••••••Robert Patrick
Leikstjóri Clint Eastwood (hann hevur eisini gjørt tónleikin).
130 minuttir. Sýndur í Havnar Bio 12. januar. Aldursmark 15
ár.
Fakta um Flags of our Fathers
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Flags of our Fathers