fríggjadagur 12. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 9 - 12. januar 2007
Eyðun skuldi taka
eina týðandi avgerð
hesa januarnáttina í
1967: At fara til skips
í Grønlandi, ella fara
við Strandferðsluni.
Hann valdi tað
seinna, og her hevur
hann verið í 40 ár og
ein dag.
- Eg valdi so
Strandferðsluna, og
tað eri eg glaður um
í dag. Hetta er eitt
gott arbeiðspláss,
sigur Eyðun Holm,
sum í dag siglir sín
seinasta túr við
Strandferðsluni.
Skipari
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Skopunarfjørður: - Tað
var ikki nøkur stór løn, vit
fingu tá – 900 krónur um
mánaðin.
- Men ein visti so altíð,
hvat ein fekk, sigur Eyðun,
sum fór um tey 67 árini í
oktober mánaði í fjør.
Tá Teistin fer av Skopun
kl. 16:30 í dag, er hetta
samstundis seinasta ferðin,
at Eyðun stendur við róðrið
hjá Strandferðsluni.
Eftir at hava tænt hesum
stovninum í samfull 40 ár,
er tíðin komin til at hann
leggur hetta starvið frá sær.
- Nei, eg eigi ikki bát.
Eg vænti at eg fari at
verða nakað nógv niðri í
Tilhaldinum, sigur Eyðun
við einum brosi.
Í samband við at hann í
gjár hevði 40 ára starvsdag
hjá Strandferðsluni varð
skipað fyri hátíðarhaldi
umborð á Teistanum, með
an hann sigldi ein túr út í
Hest.
Í dag er hetta lívsverkið
hjá Eyðuni liðugt. Hann
hevur latið næsta manni
róðurpinnin umborð á Teis
tanum.
Skjót avgerð
Ein myrkan týsdag í januar
mánaði 1967 setti bróður
hansara,
Bjarni
seg
í
samband við hann.
Hesin hevði fingið til
uppgávu frá stjóranum á
Strandferðsluni at heita
á Eyðun um at taka við
einum starvi, at sigla við
Sildberanum hjá Strand
ferðsluni.
Trupulleikin var bert
tann, at Eyðun samstundis
var í ferð við at rigga seg
til ein langfaratúr til Grøn
lands. Og avgerðin mátti
takast sama kvøld, tí bæði
skipini høvdu brúk fyri ein
um góðum manni longu
morgunin eftir!
Mikumorgunin 11. januar
fyri 40 árum síðani fór
hann á fyrsta sinni umborð
á Sildberan sum manning.
Áðrenn skipið varð selt til
Grønlands, førdi tað mang
an farmin úr Havn til Sand
oy, Nólsoy, Hest og aðrar
oyggjar.
Í gjár var hetta hátíðar
hildið, og í dag klokkan
16:30 siglir tann 67 ára
gamli Eyðun sín seinasta
túr við Strandferðsluni, tá
Teistin leggur frá landi úr
Skopun.
- Eg haldi, at tað er í lagi
at gevast soleiðis. Teir ungu
mugu jú eisini sleppa fram
at, sigur Eyðun.
Ein góð tíð
Áðrenn Eyðun kom í fast
starv hjá Strandferðsluni
hevði hann siglt við trol
ara, eins og hann hevði
nomið sær útbúgving á
sjómansskúla.
Hann hevði frammanund
an avloyst eitt sindur við
gamla Smyrli – honum við
tí gula skorsteininum, men
annars sigldi hann úti við
trolarum.
- Ein so góðan møguleika,
kann ein sjálvandi ikki siga
neitakk til. Soleiðis kom eg
til Strandferðsluna, hóast
ætlanin upprunaliga ikki
var at verða verandi her.
- Men soleiðis bleiv tað
bara. Eg vil bara siga, at
hetta hevur verið ein góð
tíð, greiðir hann frá.
Hesi 40 árini hevur hann
havt nógvar minniligar túrar
millum tær føroysku oygg
jarnar – sjálvandi onkrar
ringar eisini.
- Men tá eg skal siga
sum er, so havi eg gloymt
allar teir ringu, sigur hann
stillisliga.
Mundi rent á Galvin
At vera skipari umborð á
einum feðramannaskipi er
stór ábyrgd og krevur ótrú
ligan kunnleika til skip, veð
ur og streym, tá leggjast
skal at við tær rættiliga
ymisku ferjulegurnar kring
landið.
Hesi 40 árini hevur Eyðun
siglt við íalt 12 skipum hjá
Strandferðsluni, og hevur
siglt uppá nógvar havnir á
føroysku oyggjunum.
Mangan man hava verið
ótespiligt at koma inn í tær
ymisku
innsiglingarnar,
tíðindi
- Eg havi gloymt allar
Eg kenni ikki nøvnini á
øllum sandoyingum. Men
eg kenni kortini tey flestu
andlitini
”
Eg haldi, at tað er í lagi at
gevast soleiðis. Teir ungu
mugu jú eisini sleppa
framat
”
Her eigur hann mangar løturnar
– 40 ár hjá Strandferðsluna, og tey
seinnu árini sum skipari umborð á
Teistanum um Skopunarfjørð