Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 9 - 12. januar 2007 Eyðun skuldi taka eina týðandi avgerð hesa januarnáttina í 1967: At fara til skips í Grønlandi, ella fara við Strandferðsluni. Hann valdi tað seinna, og her hevur hann verið í 40 ár og ein dag. - Eg valdi so Strandferðsluna, og tað eri eg glaður um í dag. Hetta er eitt gott arbeiðspláss, sigur Eyðun Holm, sum í dag siglir sín seinasta túr við Strandferðsluni. Skipari Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Skopunarfjørður: - Tað var ikki nøkur stór løn, vit fingu tá – 900 krónur um mán­að­in. - Men ein visti so altíð, hvat ein fekk, sigur Eyðun, sum fór um tey 67 árini í oktober mánaði í fjør. Tá Teistin fer av Skopun kl. 16:30 í dag, er hetta samstundis seinasta ferðin, at Eyðun stendur við róðrið hjá Strandferðsluni. Eftir at hava tænt hesum stovninum í samfull 40 ár, er tíðin komin til at hann leggur hetta starvið frá sær. - Nei, eg eigi ikki bát. Eg vænti at eg fari at verða nakað nógv niðri í Tilhaldinum, sigur Eyðun við einum brosi. Í samband við at hann í gjár hevði 40 ára starvsdag hjá Strandferðsluni varð skip­að fyri hátíðarhaldi um­borð á Teistanum, með­ an hann sigldi ein túr út í Hest. Í dag er hetta lívsverkið hjá Eyðuni liðugt. Hann hev­ur latið næsta manni róð­ur­pinn­in umborð á Teis­ ta­num. Skjót avgerð Ein myrkan týsdag í januar mánaði 1967 setti bróður hansara, Bjarni seg í samband við hann. Hesin hevði fingið til uppgávu frá stjóranum á Strand­ferðs­luni at heita á Eyðun um at taka við ein­um starvi, at sigla við Sildberanum hjá Strand­ ferðs­luni. Trupulleikin var bert tann, at Eyðun samstundis var í ferð við at rigga seg til ein langfaratúr til Grøn­ lands. Og avgerðin mátti tak­ast sama kvøld, tí bæði skip­ini høvdu brúk fyri ein­ um góðum manni longu morg­un­in eftir! Mikumorgunin 11. januar fyri 40 árum síðani fór hann á fyrsta sinni umborð á Sildberan sum manning. Áð­renn skipið varð selt til Grønlands, førdi tað mang­ an farmin úr Havn til Sand­ oy, Nólsoy, Hest og aðrar oygg­jar. Í gjár var hetta há­tíð­ar­ hild­ið, og í dag klokkan 16:30 siglir tann 67 ára gam­li Eyðun sín seinasta túr við Strandferðsluni, tá Teis­tin leggur frá landi úr Skop­un. - Eg haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa fram­ at, sigur Eyðun. Ein góð tíð Áðrenn Eyðun kom í fast starv hjá Strandferðsluni hevði hann siglt við trol­ ara, eins og hann hevði nomið sær útbúgving á sjómansskúla. Hann hevði framm­an­und­ an avloyst eitt sindur við gam­la Smyrli – honum við tí gula skorsteininum, men ann­ars sigldi hann úti við trol­ar­um. - Ein so góðan møguleika, kann ein sjálvandi ikki siga nei­takk til. Soleiðis kom eg til Strandferðsluna, hóast æt­lan­in upprunaliga ikki var at verða verandi her. - Men soleiðis bleiv tað ba­ra. Eg vil bara siga, at hetta hevur verið ein góð tíð, greiðir hann frá. Hesi 40 árini hevur hann havt nógvar minniligar túrar mill­um tær føroysku oygg­ jar­nar – sjálvandi onkrar ring­ar eisini. - Men tá eg skal siga sum er, so havi eg gloymt allar teir ringu, sigur hann still­isliga. Mundi rent á Galvin At vera skipari umborð á ein­um feðramannaskipi er stór ábyrgd og krevur ó­trú­ lig­an kunnleika til skip, veð­ ur og streym, tá leggjast skal at við tær rættiliga ym­is­ku ferjulegurnar kring land­ið. Hesi 40 árini hevur Eyðun siglt við íalt 12 skipum hjá Strandferðsluni, og hevur siglt uppá nógvar havnir á føroysku oyggjunum. Mangan man hava verið ótespiligt at koma inn í tær ymisku innsiglingarnar, tíðindi - Eg havi gloymt allar Eg kenni ikki nøvnini á øllum sandoyingum. Men eg kenni kortini tey flestu andlitini ” Eg haldi, at tað er í lagi at gevast soleiðis. Teir ungu mugu jú eisini sleppa framat ” Her eigur hann mangar løturnar – 40 ár hjá Strandferðsluna, og tey seinnu árini sum skipari umborð á Teistanum um Skopunarfjørð