fríggjadagur 12. januar 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 9 - 12. januar 2007
tíðindi
Nýggj
café við
Saltangará
Við Café Blikk
fær triðstørsta
plássið í
landinum nú
sína egnu café
handilslív
tíðindaskriv
Mánadagin klokkan 11
letur nýggja staðið upp,
men longu seinnapartin
sunnudagin klokkan 15
ber til at støkka inn á
gólvið, tí tá verður almenn
móttøka, har millum
annað Heri Joensen úr
Týr fer at hugna um við
klassiskum gittarspæli.
Christian Høgni Jacob
sen, Brynjolvur Nielsen,
Tummas Petur Thomassen
og Kári Streymoy eiga og
reka caféina, ið heldur
til í tí nú umbygda og
víðkaða húsinum, har
blikksmiðjan hjá Bjarna
Hansen og seinni eisini
blómu- og gávuhandil var
í mong ár. Harav navnið
Blikk Café.
Nýggju eigararnir hava
gjørt sjálvt húsið liðugt,
men annars umbygt og
bygt víðari á tað, sum
var frammanundan, so
størri og meira rúmsátt
er. Nú alt er liðugt, hevur
nýggja caféin útivið tvær
góðar hæddir at ráða yvir,
umframt at eitt lítið loft
eisini er.
Tilsamans átta fólk fara
at starvast í Blikk Café,
har Jona Michaelsen verð
ur dagligur leiðari.
Á aðalfundinum
í Maskinmeistara
felagnum í næstum,
eru tað heilir fýra
mans, sum bjóða
seg fram at verða
formaður í felagnum
Stríðsval
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er rættiligur grav
gangur eftir at verða for
maður í Føroya Maskin
meistarafelag.
Hesi seinastu umleið átta
árini hevur formaðurin verið
valdur beinleiðis, men alla
hesa tíðina er tað ikki meiri
enn komið fyri, at meiri enn
eitt valevnið hevur verið til
formanssessin
Men á næsta aðalfundi,
sum verður um góðar tveir
mánaðir, má av álvara
sannast, at stríðsval verður
um formanssessin.
Tað eru nevniliga heili
fýra mans, sum bjóða seg
fram at verða formaður.
Hvørt valskeið er tvey ár.
Jógvan Nybo, sum hevur
verið formaður í nøkur val
skeið, hevur boðað frá, at
verður hann afturvaldur,
tekur hann av.
Freistin at stilla upp til
formansval, var 15. desem
ber. Og tá ið freistin var úti,
vóru fleiri avbjóðarar til
starvið.
Tað eru ikki færri enn
tríggir mans, sum bjóða hon
um av á valinum og sostatt
er greitt, at Jógvan Nybo fær
harða kapping á valinum.
Teir tríggir avbjóðararnir
á formansvalinum eru
næstformaðurin í felagnum,
Páll Hansen úr Havn, Jóan
Petur Patursson, sum er til
takslimur í nevndini. Og
seinasti avbjóðarin er Finn
leif Guttesen, sum áður
hevur verið formaður í
Maskinmeistarafelagnum
eitt skifti.
Jógvan Nybo dugir ikki
at siga, hví hesin brádligi
áhugin er íkomin fyri at
verða formaður í Maskin
meistarafelagnum.
Hann dugir heldur ikki at
siga, um eftir er ein avleiðing
av, -at ónøgd hevur verið við
arbeiðið hjá nevndini.
– Eg áni tað ikki, sigur
hann.
Longu byrjað
Annars eru eisini trý uppskot
komin inn um nevndarlimir.
Talan er um Jørgin Mørkøre
og Regin Olsen, sum báðir
eru nevndarlimir í løtuni og
áðurnevndi tiltakslimurin,
Jóan Petur Patursson.
Men her skal leggjast
afturat, at tað ber til at
skjóta valevni til sjálva
nevndina upp á sjálvum aðal
fundinum
Hinvegin er tað greitt, at
fleiri uppskot til formansvalið
vera ikki at velja ímillum, tí
tey uppskotini skuldi verða
komin inn í seinasta lagið
um ársskiftið.
Aðalfundurin verður 24.
mars, men enn er ikki greitt,
hvar hann verður
Og valini eru longu byrj
að, tí teir limir, sum eru burt
urstaddir, ella annars ikki fáa
møt á aðalfundinum, kunna
atkvøða við brævatkvøðu, teir
seinastu tríggjar mánaðirnar
undan aðalfundinum.
Gravgangur eftir at verða
formaður
Jógvan Nybo fær óvæntaða stóra mótstøðu á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum um
góðar tveir mánaðir
P/F Skálafjarða
tunnilin fer 18. januar
at handa landsstýri
smanninum í
Vinnumálum umsókn
um tunnilsgerð
millum Skálafjørðin
og høvuðsstaðarøkið.
Bjarni Djurholm
sigur, at undirtøka er
í samgonguni at taka
upp samráðingar.
Skálafjarðar
tunnilin
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
P/F Skálafjarðatunnilin hev
ur nú orðað umsókn um
tunnilsgerð, hendan verður
handað landstýrismanninum
í Vinnumálum, Bjarna Djur
holm, á almennum fundi í
Norðurlandahúsinum hós
dag 18. januar. Henda verk
ætlan setur sambært lands
stýrismanninum nakrar sera
prinsipiellar spurningar, um
hvussu samferðslukervið
verður rikið í framtíðini.
– Vit hava tosað saman um
verkætlanina javnan, og hon
er skilagóð, hvat viðvíkir
cost/benefit. Men hesin
møguleiki er ein av tveimum.
Sambandið kann gerast antin
privat ella alment. Tað er
greitt, at verður ein almenn
loysn vald, bindir hetta
Landskassan fyri eini íløgu,
ið sambært útrokningum hjá
P/F Skálafjarðartunnilinum
eru millum 150-200 milli
ónir. Verður ein privat loysn
vald, er møguleiki at lat
P/F Skálafjarðartunnilin
gera hana ella at bjóða verk
ætlanina út í Føroyum ella
uttanlands.
– Vit hava viðgjørt
hetta fleiri ferðir bæði í
Landsstýrinum og í sam
gonguni, og her bendir á,
at tað er breið semja um,
at Landstýrismaðurin skal
fáa í lag neyðugu heim
ildir, at taka upp samráð
ingar við partarnar aftan
fyri verkæltanina. Lands
stýrismaðurin kann ikki
av sínum eintingum binda
landið til verkætlanir, ið
røkka 25 ár fram. Tí verð
ur tað fyrsta stigið, at
Vinnumálaráðið biður Løg
tingið um heimild at taka
upp samráðingar, greiðir
Bjarni Djurholm frá.
– Verður ein privat loysn
vald, er týdningarmikið,
at vit tryggja okkum, at
atlit til vinning ikki ganga
útyvir brúkbarheitina. Tað
er greitt, at orsøkin til, at
privatir íleggjarar hava áhuga
í eini tílíkari verkætlan er,
at tey síggja møguleika fyri
at fáa vinning av íløgum
sínum. Okkara uppgáva í
hesum máli er at tryggja,
at skilagóð javnvág er í
millum forrætning og sam
felagsnyttu. T.v.s. at vit í
samráðingunum tryggja, at
brúkarin ikki rindar óneyð
uga høgan kostnað fyri at
sleppa gjøgnum tunnilin,
sigur Bjarni Djurholm.
– Um tunnilin verður
gjørdur av almennum ella
privatum, er tað er í báð
um førum ein treyt, at ein
slíkur tunnil passar inn í
framtíðar almennu sam
ferðsluætlanina, linjufør
ingin skal t.d. vera í trá við
vegætlanina hjá tí almenna,
sigur Bjarni Djurholm at
enda.
– Verkætlanin virkar skilagóð
Sambært uppskotinum hjá P/F Skálafjarðatunnilinum
fer tunnilin ætlandi niður millum Sund og Kalla
nes, haðani hann fer norður eftir til eina rund
koyring undir Saltnesgrynnuni, har hann grein
ast sundur. Úr rundkoyringini fer grein upp til
Sjóvar og ein grein upp við Løkin í Runavík.
Samstundis verður eisini kannað, hvørt skilabest
er at nýta aðra tunnilsloysn. Vestara alternativið
er ein tunnil beinleiðis til strendur, meðan eystara
alternativið er tunnil beinleiðis til Løkin í Runavík.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at lendisviðurskiftini millum
Toftavatn og Runavík eru sera avbjóðandi. Hetta tí tunnils
munin og atkomuvegurin skulu skapast, so økið kring
Toftavatn framvegis skal varðveita síni sereyðkenni.
FAKTA