Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 - 12. januar 2007 31 Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Arbeiðsformaður Arbeiðsuppgávur · Røkja og skipa dagliga viðlíkahaldið og vetrarhaldið av landsvegunum í Eysturoynni. · Skipa arbeiðið í sambandi við størri ábøtur og trygdartiltøk. Viðkomnadi skal eisini kunna røkja aðrar uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri nevndu. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum handverkari og royndir innan økið. Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at viðkom­ andi dugir at leiða og fyriskipa. Tað er somuleiðis ein fyrimunur at hava tað stóra koyrikortið. Setnarviðurskifti Løn og setnartreytir annars verða millum Fíggjarmálaráðið og avvarð­ andi yrkisfelag. Starvið er fastlønt. Umsóknir Umsóknir við upplýsingum um út­ búgving og royndir verða at senda til lv@lv.fo ella Landsverk, Postsmoga 78, 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. januar 2007. Merk umsóknina „Formaður til vega­ deildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðara, á fartel. 540 920 ella telduposti arnijac@lv.fo. Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. STARVSLÝSING Við hesum verður søkt eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsformanni til vegaumsitingina hjá okkum í Eysturoynni at byrja skjótast gjørligt. Skeið á Hotel Hafnia 12. februar kl. 9-16 Skeiðið er ætlað fólki, ið starvast innan demensøkið. Undirvísari: Mette Søndergaard, menningarviðgeri. Hon hevur skrivað bókina „Demens og aktiviteter i et livshistorisk perspektiv“, og hevur arbeitt innan demensøkið í 20 ár. Kostnaður og tilmelding: 1.200 kr., íroknað kaffi , buffet v.m. Tilmelding í seinasta lagi: 31. januar 2007 á teldupostadressuni: demens@post.olivant.fo ella á tlf. 313102. Sí annars meira um skeiðið á okkara heimasíðu www.alzheimer.fo Demens - gerandisdagur og virkni sansir.fo Tá virkni og lívskæti styrkja kensluna av samleika og innihaldsríkum lívi