Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 9 - 12. januar 2007 Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo/leysstorv Tórshavnar kommuna Leys størv Pedagogur til Dagstovnin á Hamrinum Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarð at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Hamrinum, Glyvursvegur, 160 Argir í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Henriksen, stovnsleiðara, tlf 322003. Pedagogur til Barnagarðin við Velbastaðvegin Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Barnagarðinum við Velbastaðvegin, Velbastaðvegur 41, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Monu Mohr, stovnsleiðara tlf. 314373. Pedagogar og reingerðarfólk til Býlingshúsið millum Gilja Søkt verður eftir tveimum pedagogum til vøggustovu at arbeiða 40 tímar um vikuna og tveimum pedagogum til barnagarð at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum reingerðarfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar 2007, eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Størvini sum pedagogar verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Starvið sum reingerðarfólk verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Býlingshúsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, tlf 318372. Pedagogar til Dagstovnin Sólareygað Søkt verður eftir pedagogi til smábarnastovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. mars 2007 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi, fyri pedagog í barsilsfarloyvi, at arbeiða 32 tímar um vikuna í vøggustovu at byrja 15. apríl 2007 ella eftir nærri avtalu. Starvstíðin er fram til 1. oktober 2007. Setanarviðurskifti: Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum Sólareygað, Sundsvegur 23, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til til Mirjam Johannesen, stovnsleiðara, tlf. 302430. Pedagogur til Frítíðarskúlan Smílibýlið Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 19. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Pedagoglesandi, ið verða liðug í februar eru vælkomin at søkja. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Frítíðarskúlanum Smílibýlið, Stoffalág 82, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Barbaru Dahl, leiðara, tlf. 214879 ella Joan Heinesen, varaleiðara tlf. 210646. Pedagogur til Dagstovnin á Landavegnum Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarð at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 15. februar 2007 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF. Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn í hendi seinast mánadagin 29. januar 2007. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kirstin Djurhuus, stovnsleiðara, ella Elin J. Eysturoy, varaleiðara á tlf. 302380 / 272949. P/f Føroya Trol Søkt verður eftir royndum trolmonnum til støðugt arbeiði á trolvirkinum í Vestmanna Faroe Trawl Ltd. Fjarðarvegur 3 FO-350 Vestmanna Faroe Islands E-mail: ft@leita.fo Tel: 470 320 Fartel: 230 220 / 230 221 Fax: 470 329 lýsingar